mikudagur 16. juli 2008síða 3
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 135 - 16. juli 2008
3
tíðindi
Tað eru nógv viður
skifti ið kunnu
lýsa norðastu
bygd okkara, eru
høgu fjøllini – og
lundarnir. Lundin
flýgur eisini í ring í
Ennibergi og endar
síðani á borðinum í
matstovuni hjá Elisa
beth. – Líkt er til, at
bæði føroyingum og
útlendingum dáma
væl henda rættin, sig
ur Elisabeth Nybo á
Viðareiði
Matur
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Viðareiði: - Lundi er fastur
táttur á okkara matarskrá,
sigur Elisabeth Nybo á Við-
areiði.
Síðani á vári 2003 hevur
hon rikið matstovu mitt í
bygdini. Her borðreiðir hon
við alskyns mati, og serliga
tí bjargafuglinum, sum eig-
ur í so stórum tali í Enni-
bergi.
Hóast matarskráin er fjøl-
broytt, er ikki frítt, at bæði
føroyingar og útlendingar
serliga hava fingið smakkin
fyri hesum serstaka rættin-
um – lundanum.
- Tað frættist eisini í
útlondum at vit hava lundar.
So seint sum í gjárkvøldið
var eitt danskt par her og
vildi hava lunda. Tey høvdu
hoyrt frá vinfólki um henda
serføroyska rættin og vildu
nú royna hann sjálvi, sigur
Elisabeth Nybo við Sosial-
in.
Umframt matstovuna er
eisini ein kiosk knýtt at mat-
stovuni, eins og møguleiki
er at keypa handalig arbeiði
úr Føroyum.
Altíð ein bringa
Tosar ein við menn á Viðar-
eiði og á øðrum lundapláss-
um, er greitt, at lundaárini
eru rættiliga ymisk.
Summi ár er nógvur lundi
at síggja og fáa, meðan onn-
ur ár er lítið og einki at fáa.
Í ár bendir alt á, at hetta
verður eitt gott lundaár.
Men Elisabeth ger kortini
alt hon er ment fyri at keypa
so mikið inn undir seg á
hvørjum ári, at teir svongu
gestirnir altíð kunnu bí-
leggja sær eina lundabringu
til døgurða.
- Tað kemur tó fyri, at
eingin lundi er eftir, tá
summarhálvan byrjar. Men
so skjótt sum menn fara at
fleyga, royni eg at fáa so
nógvar lundar sum gjørligt.
- Beint nú fáa teir væl av
lunda, so nú ræður um at
liggja framvið og keypa,
sigur Elisabeth Nybo.
Fuglur ella fiskur?
Føroyingar kenna sjálvandi
væl til lunda, men útlend-
ingarnir kunnu vera í iva,
um hetta er fuglur ella fisk-
ur.
Onkur teirra torir ikki at
royna henda serstaka før-
oyska matin, og tað er ikki
frítt, at tey mangan skeita
yvir á tey borðini, har borð-
reitt verður við lundabringu.
Forvitnið teirra er eyðsýnt.
Tey, sum royna lundan
eru eisini í iva um smakkin.
Tey flestu siga, at hetta
smakkar ótrúliga væl, onnur
at tað smakkar av fiski og
havi, meðan uppaftur onnur
siga, at smakkurin minnir
meiri um steikta livur.
- Hóast eg altíð hava for-
bundið orðið »eksotiskt«
við tað sum er sunnanfyri
og ikki »det høje nord«, so
er tað kortini júst hetta orð-
ið sum fólk brúka, tá tey
hava smakkað lunda.
- Men fyri tey er ein lundi
tað sama sum ein eksotiskur
rættur. Henda rættin vilja
tey sleppa at royna, nú tey
eru komin higar at ferðast.
Mín uppgáva er so at borð-
reiða hann soleiðis, at tey
koma aftur og aftur, sigur
Elisabeth Nybo.
Sum lundi á Viðareiði
Lundar, lundar
og lundar
Í Føroyum er støðan hon, at summi pláss liggja soleiðis
fyri at tær eru avskornar frá møguleikanum at fleyga
lunda.
Á Viðareiði hevur hesin møguleikin verið væl troyttur.
Og hesin rætturin ger eisini sítt til, at matstovan hjá
Elisabeth so líðandi hevur fingið ein trúfastan skara av
gestum.
Summum dámar væl at fáa fisk til matna, øðrum
lambasteik, men ein stórur partur av teimum koma bert
við einum í huga – at fáa lunda til matna.
- Vit uppliva tað mangan, at fólk koma ár eftir ár at eta
lunda. Og tað eru enntá tey, sum koma fleiri ferðir sama
ár, tí teimum dámar hetta so væl, sigur Elisabeth Nybo.
”
Hóast eg altíð hava forbundið orðið »eksot
iskt« við tað sum er sunnanfyri og ikki »det
høje nord«, so er tað kortini júst hetta orðið
sum fólk brúka, tá tey hava smakkað lunda
Sonurin í húsinum, Pauli Nybo hevur til uppgávu at borðreiða fyri gestunum
Vit uppliva, at fólk koma fleiri ferðir sama summar
at eta lunda, sigur Elisabeth Nybo, sum rekur egna
matstovu á Viðareiði
Nógvir gestir ivast í, um lundi – ella søpapegøje – er
fuglur ella fiskur. Fyri føroyingar er kortini eingin ivi