mikudagur 16. juli 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 135 - 16. juli 2008
13
Tøkk
Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu, tá ið kæra
mamma, vermamma, omma, langomma
og systir okkara
Martina G. F. Ejdesgaard
Eiði
doyði og varð jarðað.
Tøkk øll tit mongu, ið hava rætt eina hjálpandi hond.
Ein serlig tøkk til starvsfólkið
á Korndalsbýlinum.
Somuleiðis tøkk til tykkum, ið fylgdu og mintust
hana á ymiskan hátt.
Familjunnar vegna
Hansy, Poul Knud og Simon Pauli
Andlát og jarðarferðir
Andlát og jarðarferðir
Johanna Jacobsen av
Eiði, vanliga nevnd Jo
hanna í Pállshúsi, and
aðist á Landssjúkrahúsi
num sunnudagin, 94 ára
gomul. Bønarhald verð
ur
í
landssjúkrahús
kapellinum mikudagin
klokkan 18:00. Kistan
væntast í Eiðis Kirkju
klokkan 19:30. Jarðar
ferðin verður úr Eiðis
Kirkju hósdagin 14:00.
Tey, ið ynskja at minnast
Johonnu, kunnu lata
Missiónshúsinum á Eiði
eina gávu, konto í pen
ingastovnunum.
Herviligi Henry
er aftur
Á bókasøvunum vita tey at siga, at
bøkurnar um Herviliga Henry eru
millum tær best umtóktu hjá føroyskum
børnum. Nú kunnu børnini gleða seg, tí
Bókadeildin hevur júst givið tvær
spildurnýggjar bøkur út um óskikkiliga
drongin, sum øll elska at hata. Í bókini
Herviligi Henry hevnir seg, hóttir
Henry við, at øll skulu fáa av at vita, tá
hann verður kongur. Í hinari bókini
Herviligi Henry og mumiubanningin
síggja vit, hvussu tað gongur, tá
komandi kongurin Henry skal læra seg
at stava.
Torgdagar í SMS
Hósdagin 17. til leygardagin 19. juli skipar SMS fyri
marknaðardøgum á torginum. Privatpersónar, stovnar og
fyritøkur hava møguleika at vera handilsfólk í SMS í tríggjar
dagar, hósdagin, fríggjadagin og leygardagin, og selja alt
millum himmal og jørð. Hetta er eitt gott høvi hjá Per og Pól,
Lenu og Marsannu og øllum hinum at vísa sínar vørur fram í
nógv vitjaða handilshúsinum. Í tíðindaskrivi frá SMS verður
sagt, at ætlanin er at hava slíkar torgdagar tvær ferðir um árið.
Heimsmeistari til Klaksvíkar
Tað verður eftir øllum at døma talan um harða kapping, tá besti egnarin skal finnast á
Sjómannadegnum í Klaksvík tann 16. august. John Havn hevur higar til verið vinnarin
av kappingini, men í HMkappingini í fjør mátti hann lúta fyri Kjell Ovesen úr
Kjøllefjord í Noreg. Norðlýsið skrivar, at Kjell Ovesen hevur boðað frá, at hann verður
við í kappingini í Klaksvík, og so verður spennandi at vita, um John – ella annar
føroyingur – hesa ferð megnar at knógva norska heimsmeistaranum.
Fyri viku síðani fóru
teir við kalvalínu og
komu aftur at landi
við 37 kalvum og í
alt var fongurin 1300
pund. Ikki er hann
uppilagstur enn og
í dag fyllir Ingvard
Thorsteinson 75 ár
Kalvalína
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Í dag fyllir Ingvard Thor
steinson í Vági 75 ár. Tað er
ikki meira enn vika siðani,
at hann var við bátinum hjá
Bjarna Brattaberg, Norð
farið, og teir settu kalva
línu.
Teir komu aftur at landi
við stórum fongi. 37 kalvar
og í alt var fongurin 1300
pund. Við vóru Bjarni
Brattaberg, Ingvard Thor
steinson og Danjal Petur
Thorsteinson, ið eisini er
kendur sum ánari av Skarv
í Keypmannahavn.
Tá teir næstsíðsta leygar
dag sigldu longur úteftir, tá
aðrir sigldu inn, í baldruta
sjónum, gav tað vinning.
Teir hva verið á Munka
grunninum, tað teir rópa
Uttan Stein, og eisini er
Lítla Dímun nýtt sum ýti og
hava teir roynt á Stronginum,
har sera streymhart er.
Sá landsstýriskvinnuna í
vinnumálum, á sjónvarps
skerminum, speirekandi
fortelja føroyingum, at nú
var ikki ætlanin at byrja
Sandoyartunnulin føðingar
dagin hjá einum ávísum
persóni, 1.nov 2009. Sjálv
andi sipar hon til Gerhard
Lognberg.
Søgan aftanfyri semj
una, ímillum teir 3 táver
andi samgonguflokkarnar í
vinnunevndini um 1.nov
2009, er ein heilt onnur.
Sambandsflokkurin vildi
byrja tíðliga í 2010, tí tá
var gjaldið hjá landskassa
num til Norðoyartunnulin
liðugt.
Síðsta gjaldið til Norð
oyatunnulin uppá 43 milli
ónir skal fella í 2009. So tá
var roknað við, at um sama
játtan sum løgtingið hevði
játta síðstu 10 árini til
tunnilsgerð helt fram, so
kundi byrjast um hatta
mundi.
Onkur vildi byrja áðrenn,
millum hesar var Gerhard
Lognberg. Men her skuldi
finnast ein semja og hana
skuldi eg finna. Aftaná at
hava togast aftur og fram
eina tíð, fekst semja við
Sambandsflokkin í vinnu
nevndini, sum var umboð
aður av Johan Dahl, um at
byrja 1.nov. Síðan segði eg
Gerhardi frá, at um ikki alt
skuldi detta á gólvið, so
mátti hann góðkenna 1.nov.
2009.
Á hendan hátt bleiv semj
an um tann nógv umtalaða
1.nov. 2009 gjørd, og ikki
sum Bjørt Samuelsen, sera
niðurgerðandi royndi at
siga hyggjarunum frá, at
tað var ein ávísur føðingar
dagur, ið var orsøkin.
Um landstýriskvinnan
gjøgnumgekk alt tað tilfar,
sum fylgdi við í vinnu
nevndini um m.a. fíggingar
hátt, so hevði hon sæð, at
nevndin valdi at fylgja
tilmælinum frá Fíggjar
málaráðnum um ikki at
leggja Sandoyartunnulin í
eitt partafelag.
Hetta var serliga eftir
ynski frá Sambands og
Tjóðildisflokkinum.
Fókaflókkurin tók undir
við Bjarna Djurholm
landstýrismanni um parta
felagsloysnina, men gingu
tó við til omanfyrinevnda
fíggingarhátt á sama hátt
sum vit í Javnaðarflokki
num, fyri at málið skuldi
fáa so breiða undirtøku í
Løgtinginum sum gjørligt.
Skálafjarðartunnilin
Tað var sera hugaligt at
viðgera uppskotið um
Skálafjarðartunnilin í
vinnunevndini. Serliga
áhugavert var, at møta
øllum teimum fólkunum,
sum høvdu tikið stig til
hesa framburðsætlan sum
ikki skuldi kosta lands
kassanum eina krónu.
Tvørturímóti skuldi lands
kassin fáa nógvar milliónir
burturúr hesum stórverki.
Tað hevði verið spenn
andi at sæð, um tann
privati felagsskapurin
hevði megna at gjøgnum
ført Skálafjarðartunnilin.
Ístaðin fyri at lagt sína
køldu hond á hesa ætlan,
skuldi landstýriskvinnan
heldur fylgt løgtingsins
vilja, og farið í samráð
ingar við partafelagið
um treytirnar fyri loyvinum
at byggja Skálafjarðar
tunnulin.
At heingja 2 milliardir í
veðhaldi um hálsin á lands
kassanum, og billa fólki
inn, at soleiðis kann man
fíggja Sandoyartunnilin
einaferð úti í framtíðini,
mugu tað ikki vera nógv ið
trúgva uppá.
Tillukku við føðingardegnum!
Henrik
Old
Ingvard Thorsteinson 75 ár
Bjarni Brattaberg, Ingvard Thorsteinson og Danjal Petur Thorsteinson
Mynd: Eyðun Brattaberg