mikudagur 16. juli 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 135 - 16. juli 2008
Meðan lond kring
okkum útbyggja
og fyrireika seg til
eina nýggja og heilt
annarleiðis orkuøld,
gongur ongan veg í
Føroyum. Orkupoli
tikkur er enn í onga
mannalandi sjálvt um
álit er skrivað, har
sagt verður, at vit sum
frá líður heilt skulu
vera uttan innflutta
orku. Hvussu hetta
risastig skal fremjast
verður politisk ikki
tikið upp á tunguna,
og Visión 2015 er allar
helst gloymd og løgd
í skuffuna saman við
rúgvuni av álitinum,
kanningum og frá
greiðingum.
Kári Thomsen
Formaður í Føroya
Náttúruverndarfelag
Føroya Náttúruverndarfelag
hevur sum aðalmál at verja
náttúru og umhvørvið. Sein
ru árini er vorið meira og
meira eyðsýnligt at tvey
mál ganga tætt upp at hvørj
um øðrum innan náttúru
vernd, nevniliga hvussu vit
verja um náttúruvirðini og
umhvørvið, og hvussu vit
gagnnýta náttúrutilfeingið
á burðardyggan hátt tá
umræður orkuframleiðslu.
Í mai 2002 setti felagið,
eftir stóru Orku og Umhvør
visráðstevnuna,
ein
arbeiðsbólk, ið serstakt skul
di taka sær av orkupartinum,
ið sum vit vita í ávísum før
um hevur kravt stór inntriv
í náttúruna. Bólkurin nevn
ist Føroya Nýorka, ið kann
samanberast við íslendska
felagið Íslendsk Nýorka.
Bólkurin telur 5 mans, ein
verkfrøðing, ein telduser
frøðing, ein arkitekt og fólk
við ítøkiligum royndum inn
an vindorku.
Gjølla er fylgt við hvussu
nýggj orkutøkni mennist
uttanlanda innan flestu øki,
tað veri seg vindorka, aldu
orka, sjóvarfallsorka, sólor
ka og annað. Í samband við
m.a. orkuveitan til flutning
á landi og sjógvi er somu
leiðis fylgt sera væl við,
hvussu framburðurin er inn
an orkutøkni, har talan er
um framleiðslu, goymslu
og nýtslu av vetni, sum
verður roknað sum ein av
avtakarunum eftir oljuna.
Vatn í tangan
Óvanlig
fráboðan
kom
nýliga frá bilaídnaðinum,
frá
japanska
felagnum
Genepax, har boðað varð
frá, at vatn kundi nýtast
beinleiðis sum brennievni
til teirra nýggja bil. Fleiri
serfrøðingar hava síðan víst
á, at tað ikki letur seg gera
at fáa ein bil, sum kanska
vigar millum 400 og 700
kilo at koyra eitt 80 kilo
metra strekki við eini ferð á
80 km í tíman upp á vetnis
nøgdina í einum litri av vat
ni. Genepax upplýsir at bil
urin hevur eina brennikyknu
á 300W, ið er nakað tað
sama sum 0,4 hestar.
Ein litur av vatni inniheld
ur 110,5 gram av vetni, ið
hevur eina orkunøgd upp á
3,54KW. Við døminum frá
Genepax bilinum nýtast til
hvønn kilometur sostatt
44W, og sigur tað seg sjálvt,
at so lítil orkunøgd ikki
kann draga ein hálvt tons
tungan bil ein kilometur
við 80 kilometra ferð.
Tað ber ikki til at fram
leiða vetni uttan ein kataly
sator, ið t.d. kann vera rav
magn. Fyritøka í Eysturríki
hevur framleitt eina metall
legering sum kann klúgva
vetni úr feskum vatni, ið síð
an kann brennast av í eina
brennikyknu. Talan er tó
einans um smáar orkunøgdir
upp á nøkur fá watt. Til
gongdin (processin) er ikki
óendalig, og skal nýtt metall
setast til eftir ávísa orku
framleiðslu. Sostatt er tað
ikki vatnið, ið skapar ork
una, men metallið.
Vatn klovið til
vetni og súrevni
Næstan allir bilaframleiðar
ar í heiminum arbeiða við
alternativari orkutøkni til
bensini og oljuna. Tøknin,
at nýta vetni sum brennievni
í eini brennikyknu, er ikki
nýggj, men hevur verið
brúkt í m.a. teim fyrstu
rúmdarførunum
frá
50´unum. Brennikyknurnar
vóru stórar og tungar og
framleiddu ravmagn til tey
tól nýtast skuldu. Tað at
framleiða vetni er elli
gamalt. Fyrsta dømið vit
vita um er frá 1839 har Sir
William Grove uppdagaði
at ravmagn kann klúgva eitt
vatnatom til tvey vetnis og
eitt súrevnismýl (molekyle).
Leingi vistu menn at øvugta
tilgongdin var møgulig,
men gingu næstan 100 ár til
Francis Bacon í 1932 fram
leiddi eina brennikyknutøk
ni.
Nevnast má danin Poul
La Cour, lærari á Áskov
Højskole, sum í 1890´unum
framleiddi vetni við ravmag
ni frá smáum vindmyllum
hann sjálvur hevði bygt. Vet
ni bleiv brúkt til lampur, ið
settar vóru upp í klassastov
unum. Tá lampan bleiv
tendrað kom brestur frá, og
nevndi teir tí vetnið fyri
“knaldluft”.
Vetnisstøðir bygdar
Hyggja vit eftir hvussu
menningin hevur verið inn
an bilaídnaðin, har lættast
hevur verið at fremja tøkn
ina, so roknaðu vit fyri
Vetni - í tøkniligari framgongd
men orkupolitiskum tómrúmi
Ford Edge. Hybrid skipan við PEM brennikyknu, stødd ikki upplýst, Lithium Ion battarí á
336Volt. Ein vetnistrýstfløska á 350bar við 4,5kg vetni. Koyring við einari áfylling 360km, mesta
ferð 140km/tíman
Honda FCV Clarity. Hybrid skipan við
100KW PEM brennikyknu og Lithium
Ion battarí á 288Volt. Tangin er ein
trýstfløska á 350bar við 4,1kg vetni.
Koyring við einari áfylling er 450km, og
mesta ferð 160km/tíman
tíðindi
14