Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-16, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. juli 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 135 - 16. juli 2008 fá­um á­rum síðan við, at 30 til 40 á­r gingu á­ðrenn nakað ítøkiligt kom á­ marknaðin­ um innan brennikyknur og vetni til bilar. ES setti fyri góðum 20 á­rum síðan, í samstarvi við bilaframleiðarar og fram­ leiðarar av elektrolysuskip­ anum, í verk sonevndu ECTOS verkætlanina – (Ecological City Transport System) har settar vóru upp vetnisstøðir í fleiri av euro­ peisku høvuðsstøðunum og stóru býunum. Her kom m. a. Ísland og Reykjavík inn í myndina vegna stóru nøgd­ inar av varandi orku, og at ynskið var at tøknin bleiv roynd norðalaga har veður­ lagið er annarleiðis enn í miðeuropa. Vetnisstøðir við elektro­ lysuskipan, goymslutangum og á­fyllingarstøðum vóru settar upp har fleiri fram­ leiðarar tóku lut m.a. Norsk Hydro, Shell Hydrogen, Hydrogenics, Air Liquid, Linde og aðrir. Bussar vóru gjørdir út við brennikyknum og trýstfløskum til goymslu av vetni. Í nøkrum plá­ssum virkaðu skipaninar væl, meðan aðrar staðir vóru tru­ pulleikar bæði við á­fylling­ arstøðunum og bussunum. Oljan avloyst við vetni og biobrennievni Støðan í dag er at jarðrunnað orkutilfeingið er við at ganga undan, eftirspurning­ urin økist og kostnaðurin økist í heilum. Talan er um at vetni verður avloysarin fyri oljuna partvís saman við øðrum orkuberum sum t.d. biobrennievni framleitt úr lívrunnum tilfari. Her kemur ein etiskur trupulleiki inn í myndina, nevniliga um vit kunnu loyva okkum at nýta landbúnaðarøki til orkuframleiðslu vitandi at milliónir av fólki svølta og onnur hava sera trupult við at gjalda fyri nógv økta mat­ vørukostnaðin. Lívrunnið rusk og á­vísur alguvøkstur kann tó nýtast til endamá­lið. Eisini verður í løtuni grans­ ka uttanlanda um tari kann verða grundarlag fyri bio­ brennievni. Varandi orka til framleiðslu av vetni Á heimsmarknaðinum kem­ ur helvtin av allari vetnis­ framleiðslu frá­ ná­ttúrugassi, meðan einans 4% eru fra varandi orkukeldum m.a. vindorku. Stanford læru­ stovnurin hevur víst á­, at koltvíiltuútlá­tið er størri við at nýta t.d. kolframleitt ravmagn til vetnisframleiðs­ lu í mun til verandi olju­ og bensinbrúk. Í kostnaði, veðurlagshøpi og útleiðing av CO2 eru eingir fyrimunir at nýta jarðrunnið tilfar til vetnisframleiðslu. Einasta, ið ger mun, er varandi orku­ tilfeingið, har CO2 útlá­tið hvørvur heilt. Mest má­tt­ mikla og enn nýtiliga orku­ tilfeingið er vindorka, ið er tøk í ríkiligt má­t. Brennikyknur og áfyllingarstøðir Vetnis­ og tøkniliga gongdin innan bilaídnaðin er at brennikyknur enn eru kost­ naðarmiklar og at infrakerv­ ið við neyðugu á­fyllingar­ støðunum ikki er útbygt. Í California eru t.d. 36 á­fyll­ ingarstøðir og er økið tí á­hugavert til royndarkoyring av nýggju bilunum t.d. Hon­ da Clarity, sum er fyrsti seriuframleiddi vetnisbilur. Toyota, Daimler Chrysler, Ford og aðrir hava eisini slíkar vetnis­hybridbilar til royndarkoyring. Brennikyk­ urnar eru um 100KW og settar til akkumulatorar, har bremsikraftin eisini verður nýtt til løðing av akkumulat­ orunum. Bilaframleiðarar hava boðað frá­ at kostnaðurin fyri hesar tøkniliga fram­ komnu bilar verður á­javnt tað bilar kosta í dag, og at teir innan fyri fá­ á­r verða sendir á­ marknaðin. Framkomin hybridbilur Um vit hyggja at kanska mest framkomna bilinum Honda FCV Clarity, so hev­ ur hesin eina 100KW PEM brennikyknu sum verður stuðlað av einum 288Volt lithium­ion­akkumulatori. Vetnið verður goymt í 350bar trýstfløsku, ið tekur 4,1kilo av vetni. Ravmagns­ motorurin gevur 134hestar og koyrir bilurin 450km við einari á­fylling. Hetta merkir at hann koyrir 110km fyri hvørt kilo av vetni. Um vit umrokna vetnisnøgdina til kilowattímar, so svara 1kilo av vetni til umleið 32KWt. Samanbera vit við t.d. bens­ in, so koyrir bilurin umleið 41km pr. litur. Her skal hav­ ast í huga at orkunøgdin í vetni er 2,6 ferðir so stór sum í bensini. Og harnæst er nýtslustigið næstan tað dupulta í einari brennikyknu í mun til ein kompressións­ motor. Ein litur fyri 62 oyru Um vit hyggja eftir hvat eitt kilo av vetni kann framleið­ ast fyri her hjá­ okkum og samanbera tað við bensin­ kostnaðin, og vit brúka vindorkuframleitt ravmagn frá­ smærri brúktum vind­ myllum t.d. einari 225KW Vestas vindmyllu, sær rokni­ stykkið soleiðis út, tá­ tikið verður við, at kostnaðurin fyri elektrolysustøðina, ið framleiðir vetni, ikki er í kostnaðinum, men einans ravmagnsframleiðslan frá­ brúktu vindmylluni, ið upp­ sett kostar 400.000 kr. Ein slík mylla framleiðir umleið 1 mill. kilowattímar pr. á­r. Við avskriving í 10 á­r verð­ ur kolowatttímin at kosta um 4 oyru. Framleðslukostnaður pr.m3 vetni kostar íroknað kompressión í 400bar fløsk­ ur umleið 32 oyru. Ein m3 av vetni vigar umleið 84 gram og kostar 1 kilo av vet­ ni tá­ 3,81 kr. Her er, sum nevnt, umrá­ð­ andi at hava fyri eyga at orkuinnihaldið í 1 kilo av vetni er 2,63 ferðir størri enn í 1 kilo av bensini. Sagt annarleiðis so vil 1 kilo av bensini her kosta 1,45 kr. Ein litur av bensini vigar umleið 850 gram, so litur­ kostnaðurin verður umleið 1,23 kr. Afturat hesum má­ takast við, at úrtøkan í nýtslu av vetni í eini brennikyknu er 60%, meðan hon er umleið 30% í einum diesel­ ella bensinmotori. Verður hetta hildið upp ímóti vísta kostn­ aði, so fer liturkostnaðurin samsvarandi niður í eina helvt til 0,62 oyru. Brúka vit verandi rav­ magnskostnað á­ 1,39kr./ KWtíma vil liturkostnaðurin blíva 21.60kr. Hetta merkir, at tá­ bensinkostnaðurin er komin upp á­ hetta støðið, vil vetnisframleiðsla við verandi ravmagnskostnaði verða á­ sama kostnaðarstøði. Um vit so vilja ella kunnu framleiða vetni við diesel­ framleiddum ravmagni er annar spurningur. Áfyllingarstøðir í Norðanlondum Hyggja vit eftir hvussu vetnisinfrakervið verður útbygt kring okkum, verða stórar útbyggingarætlanir framdar í Europa og Norðan­ londum. Í Noreg hava tey stovnað HyNor har á­fylling­ arstøðir verða settar upp fram við suðurstrondini. HyFuture er í Svøríki har støðir somuleiðis verða sett­ ar upp, og Danmark hevur skipað Hydrogen Link Den­ mark har 9 støðir verða klá­r­ ar innan stóra ST­veðurlags­ fundin í Keypmannahavn í desember 2009. Hjá­ okkum sæst einki til nakra vetnis framtíðarætlan. Visiónsætlan 2015 hoyrist einki til og orkupolitisk sýn­ ist einki at henda. Tosað er um kaðal úr Íslandi, og sagt verður, at ravmagnsnetið er ov veikt, og at vit ikki kun­ nu taka ímóti ov nógvari ójavnari vindorku – men samstundis verður einki gjørt fyri at fremja nakrar útbyggingar, sum kunnu taka ímoti ravmagni t.d. elektrolysustøðir til vetnis­ framleiðslu. Útlá­tið av veðurlagsgassum er partur av orkupolitikkinum, ið, sum øll vita, er maskinan sum fær hjólini í samfelag­ num at mala. Hvussu útlitini eru fyri at samfelagið skal koyra/sigla víðari á­ burðar­ dyggari leið er torført at siga, men staðfestast kann, at einki hendir, og at politik­ arnir lata bara standa til. Hydrogenics Midi bussur við 12 sitiplássum, eitt til rørðslutarnað og 10 standipláss. Hybrid skipan við 12KW PEM brennikyknu og Nikkel Cadmium battarí á 72V við 125Ampertímar. Vetnistangin er tvær trýstfløskur á 350bar við í alt 5,8kg vetni. Koyring við einari áfylling 200km, mesta ferð 33km/tíman. Væl hóskandi til býarkoyring Daimler Chrysler Citaro bussur til 70 ferðandi. Orkuskipan við einstakari 250KW brennikyknu frá Ballard Power Systems. Vetnisgoymslan er 8 trýstfløskur hvør á 230 litur á 350bar. Koyring við einari áfylling er 200km, og mesta ferð 80km/ tíman Vetnisáfyllingarstøð í Malmø opnað í september 2003. Framleiðslueindin er ein Hydrogenics elektrolysuskipan ið veitir 36m3 av vetni pr. tíma ella umleið 75kg av 100% reinum vetni um dagin. Goymslan er trýsttangar á 400bar í rúma í alt 4m3. Ravmagnið til vetnisframleiðsluna er fá vindorku BMW Hydrogen 7. Hybrid skipan við V12 260hestar kompressiónsmotori. Skiftast kann millum vetni frá tanganum sum hevur 8 kilo flótandi vetni og bensin frá tanga við 74 litrum. Koyring við vetni gevur 216km og við bensin 540km, í alt 756km við mestu ferð á 230km/tíman tíðindi 15