mikudagur 16. juli 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 135 - 16. juli 2008
Bilradio á Rás2
Bilradio er í summarfrí. Næsta sending
verður send týsdagin 19. august.
Suzuki Splash er ein
nýggjur minibilur,
sum er bæði rúmligur
og økonomiskur.
Talan er um ein
hatchback við fimm
hurðum, sum verður
gjørdur á eini Suzuki
verksmiðju í Ungarn
og fæst bæði við
bensin- og dieselmo-
tori
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Suzuki eru komnir á markn
aðin við nýggja minibilinum
Splash, sum er ein rúmligur
hatchback við fimm hurð
um.
Tað er alt meira vanligt at
fleiri eins bilar av ymiskum
bilmerkjum verða framleid
dir á somu verksmiðju, men
við hvør sínum identiteti,
sum t.d. Suzuki Swift og
Opel Agila ið eru somu bil
ar og verða framleiddir á
eini Suzuki verksmiðju í
Ungarn.
Hóast Suzuki Splash ikki
er nakar stórur bilur, er
hann sera rúmligur í mun
til støddina. Hann er bygdur
soleiðis, at øll skulu sita
væl við góðum útsýni, og
lætt er at koma inn og út úr
bilinum. Hann er 159 cm
høgur, sum er høgt í mun til
støddina á bilinum annars.
Viðførisrúmið er 202 litrar,
og við at leggja baksetrini
niður verður tað 462 litrar.
Instrumentborðið er ein
falt og smart og girstongin
situr væl fyri. Kabinan er
flott við litum sum svara til
litin á bilinum uttan. Bilurin
sum vit royndarkoyrdu var
turkislittur við tilsvarandi
litum innan.
Suzuki Splash fáast við
tveimum benzin og einum
dieselmotori. Bensinmotor
arnir eru: 1,0 litur (3 syl.)
við 65 hk og 1,2 litur við 86
hk. Dieselmotorurin er ein
1,3 litur DDiS common rail
við turbo og intercooler við
75 hk.
Bilurin, sum vit royndar
koyrdu var ein við 1,0 mot
ori. Av tí at bilurin er so
lættur (1.055 kg), kraftar
hann væl og er sera økono
miskur koyrir 20 kilometr
ar upp á liturin. Útgávan
við 1,2 motori fæst við auto
matiskum girum.
Splash er væl útgjørdur
og fæst við øllum trygdar
pakkanum hjá Suzuki við
m.a. seks airbag og ESP.
Suzuki Splash kann síggj
ast og roynast hjá Berg Mot
ors. Prísirnir byrja við kr.
129.990 fyri ein 1,0 GL.
Splash – økonomiskur minibilur
frá Suzuki
Suzuki Splash 1.0 GLS. Ein
nýggjur minibilur ið er sera
rúmligur í mun til støddina
Suzuki Splash er ein smartur hatchback við fimm hurðum
Instrumentborðið er einfalt og smart, og girstongin situr væl fyri
Kabinan er flott við litum sum svara til litin á bilinum uttan
Suzuki Splash 1,0 GLS
Motorurin
1,0 litra (3 syl.) við 65 hk
O-100 km/t
14,7 sek (5-gir)
Botntrekk
90 Nm við 4.800 snún/min
CO2 Útlát
120 g/km
Oljunýtsla
20,0 km/l (blandað koyring)
Stødd og vekt
Longd
371,5 m
Breidd
168,0 m
Hædd
159,0 m
Eginvekt
1.055 kg
Viðførisrúm
202 litrar
Prísur
kr. 142.990,- (GLS)
Søluumboð
Berg Motors
Staravegur 1-3
FO-110 Tórshavn
Tel: 313535
www.bm.fo
FAKTA
tíðindi
16