mikudagur 16. juli 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
Nr. 135 • 16. juli 2008
3. partur
Á Mýruni
Mamma mín æt Jovina, og hon
var ættað av Mýruni í Syðrugøtu.
Yviri á Mýruni var eisini fitt
av fólki. Omma æt Malena á
Mýruni. Pápi hennara Jógvan var
bóndasonur av Húsgarði. Hann
var beiggi Rakul í Blásastovu,
sum var langomma mín.
Mamma til ommu í Syðrugøtu,
Marin Sofía, var slektað úr
Frammistovu í Norðragøtu, dóttir
Jákup í Frammistovu. Abbi í
Syðrugøtu var slektaður av Skála.
Hann æt Lutherus Christiansen
og var sonur til Christian, bóndi á
Krónni.
Hann var beiggi tann kenda
útróðrarmannin Jóan Karl á
Skála, sum nógvar søgur eru um.
Har vóru eini 10 systkin. Seks av
teimum fóru til Lorvíkar.
Sum sagt í undanfarnum
parti handlaði Lutherus, abbi, í
“pakkhúsinum”, gamla handlinum
í Norðragøtu undan Tummas
Jakku. Men hann bleiv so sjúkur
og doyði ungur, neyvan 40 ár.
Omma og abbi áttu tríggjar
døtur. Umframt mammu vóru
tað Kristina, sum var fotografur
í Havn og Marin Sofía. Kristina
og Marin Sofía tæntu niðri, men
komu heim aftur.
Á Mýruni var eisini nokk so
nógv fólk. Her vuksu upp systk
ini Jákup Andreas, Dánjal og
Marsanna. Hon var kona Langa
Petur Hans í Norðragøtu. Tey
vuksu upp har, tí pápi teirra
doyði. Ein beiggi teirra var Poul
Kristoffur Poulsen, sum var tann
fyrsti, sum hevði bil og eisini
fyrsta motor í báti í Gøtu.
Á Mýruni búðu eisini Jógvan
og Per, ommubeiggjar mínir. Ein
beiggi var Líggjas, pápi Poul
Huus, sum var skipari, millum
annað á Wilhelminu.
Eg kom nógv til Syðrugøtar at
vitja ættina hjá mær, so har var
eg væl kendur.
Har handlaði Jóan Pauli Greg
ersen, og Benadikt Jacobsen
handlaði hjá garðamonnum. Aðrir
kendir handilsmenn í Syðrugøtu
vóru Lorvíks Jóannes og Absalon
á Dunga, seinni kendur sum Absa
lon á Skála. Jóan Elias tók seinni
handilin eftir beiggjanum Jóan
Paula.
Skúlagongd
Eg gekk í skúla hjá Símun Paula í
Konoy. Hann var ein góður lærari.
Vit høvdu respekt fyri hinum.
Hann dugdi eisini væl at fáast við
børn. Tá eg fór í skúla var bert
tann gamli skúlin frá 1890. Hann
var so trongur, tí har var bert ein
skúlastova. Fleiri flokkar vóru, og
tí máttu vit eisini ganga í skúla
um kvøldið. Tað var heldur ikki
gingið í skúla hvønn dag.
Men í 1929 kom nýggi skúlin,
sum var roknaður fyri at vera
sera frammalaga, tann fremsti
í Føroyum. Millum annað var
fimleikahøll, sum tá var nakað
sera forkunnugt. Eg kom tí eisini
at ganga nøkur ár í hesum skúla.
Upprunaliga var Símun Pauli úr
Konoy einsamallur lærari. Hann
hevði eisini vikarar, tí hann var
løgtingsmaður og hevði onnur
álitisstørv og var nokk so nógv
burtur frá skúlanum. Konoy var
ein úrmælingur á nógvum økjum.
Hann var fyrsti formaður í Føroya
Fiskimannafelag og gjørdi eitt
stórt arbeiði fyri fiskimenn.
Men eftir 15 ár legði hann frá
sær, tí hann føldi, at hann bert
fekk skomm og last frá parti av
fiskimonnum fyri sítt arbeiði.
Samstundis sum hann var
formaður í Fiskimannafelagnum,
var hann eisini formaður í Lærara
felagnum. Hann hevur havt nógv
um at vera. Umframt hetta var
hann dugnaligur urtagarðsmaður
og virkin í fráhaldsrørsluni. Hann
var vinur við Peter Jensen, sum
var umrøddur í røðini “Hendur
ið Sleptu” fyri sítt slóðbrótandi
virksemi innan losjuvirksemi.
Peter Jensen var ofta í Gøtu og
vitjaði “gamla lærara”, sum hann
varð kallaður. Konoy var eisini
virkin innan háskúlan.
Ein vikarur hjá Gamla Lærara
var Jákup Heinesen, sum gjørdist
lærari í Kunoy. Eg hitti hann fyri
nøkrum árum síðani, og hann
mintist meg aftur. Ein annar
vikarur var Wenningstedt, sum
gjørdist ein kendur lærari í Havn,
serliga kendur gjørdist hann inn
an handilsskúlan.
Í 1929 kom ein lærari afturat.
Hetta var Jákup Simonsen, sonur
Símun á Brúnni í Norðragøtu.
Hann giftist við Ragnhild, dóttir
Konoy. Í 1932 kom so Helga úr
Kvívík. Hon giftist við Jákup
Frederik Øregaard, kendur sum
løgtingsmaður í 38 ár.
Nýggi skúlin hevði bert tvær
skúlastovur. Tá ið “lærarinnan”,
sum hon var kallað, kom, gjørdist
aftur brúk fyri gamla skúla frá
1890 við hansara einu skúlastovu.
Her búðu Helga og Jákup Frederik
eisini eitt skifti.
Tað vóru tískil tríggir lærarar í
Gøtu skúla heilt fram til endan av
50unum og kanska inn í 60ini.
Tá ið Konoy legði frá sær, kom
Poul Enok Hansen úr Køkinum.
Hann er á myndini av kirkju
fólkinum í fyrsta parti av hesi røð.
Eg varð konfirmeraður í Lorvík í
1932. Eg búði hjá Jóan Paula við
Stein. Kona hansara var abbasyst
ir mín. Prestur var Hvass, sum var
fyrsti prestur í Fuglafirði. Hann
var væl dámdur og mundi vera
har í eini seks ár.
Barnaár fyrst í farnu øld
Tórir Thomsen heldur fram við síni frásøgn. Hann verður 90 ár tann 24. juli.
Hann hevur tí upplivað at vera barn heilt tíðliga í farnu øld. Hann minnist
eisini væl eina bygd, sum var so sera nógv øðrvísi enn í dag.
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Lutherus Christiansen, abbi Tórir í
Syðrugøtu, var ættaður av Skála
Tórir og pápabeiggin Símun Karl
Frá vinstru Elsa, Elspa Katrina, mamma hennara, Rakul, systirin og Sanna
Huus. Hon giftist við Poul Huus, sum va r systkinabarn Jovinu, mammu Tórir
Í grannalagnum hjá Tróndi í Gøtu: