Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-16, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. juli 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 18 nr. 135 • 16. juli 2008 Revahald Beint undan krígnum var tað vanligt við revahaldi ymsa staðni í landinum. Revahald kundi vera á so fjarskotnum støðum sum á Trøllanesi. Hetta var eisini roynt í Gøtu, og byrjað varð í 1937. Pápi, Tummas Jakku og Ásmund hjá Tummas Jakku høvdu revar. Men hetta gav lítið av sær og var bert stríð. Elias Sofus í Køkinum, Heini í Súnastovu og Høgni í Jákupsstovu høvdu eisini revahald. Vit høvdu okkara uppi á Geilabø omanfyri húsini hjá Tummas Jakku. Húsini standa har enn. Teir høvdu revar beint omanfyri hoyggjhúsið hjá Sámali Hansen vestanfyri ánna. Tað var eisini revahald í Syðrugøtu og Gøtugjógv. Vit høvdu fimm honir og ein hann. Hetta ljóðar kanska ikki nógv, men honirnar løgdu so nógvar ungar. Tað var nógv stríð av tí. Alt skuldi vera feskt, sum revarnir skuldu hava at eta. Á sumri høvdu vit nóg nógv at gera við at dyrgja eftir seiði til revar­ nar. Teir skuldu eisini hava feskt kjøt. Vit keypti einaferð ein hest til revafóður. Hann varð frystur og strekti tí nakað. Kríggið beindi fyri øllum revahaldi. Skinnini vórðu seld til Bretlands, og undir krígnum høvdu bretar annað at hugsa um enn at ganga í pelsum. Tað var eisini lagdur tollur á slíkar luksusvørur, og var hetta endabresturin. Tað vóru eisini fleiri, sum høvdu minkar. Símun Karl pápabeiggi hevði minkar, men tað var hvørt verri enn annað. Meslingagrindin Eg minnist eisini væl meslinga­ grindina seinast í 1935 og var eisini í henni. Tá var eg 17 ár. Sum so nógv onnur í Gøtu fekk eg eisini meslingar. Eg var ringur, men kom meg tó aftur. Uppi hjá Tummas Jakku pápa­ beiggja lógu øll, og tá vóru tey flestu av teirra 13 børnum fødd. Tað vóru fleiri fólk, sum doyðu ymsa staðni í landinum og eisini í Gøtu. Foreldrini hjá mær høvdu havt meslingar frammanundan, so har bilti ikki. Eg minnist eisini grindadansin. Har var so ræðuliga nógv fólk, og hetta gjørdi sítt til at spreiða smittuna. Hetta var fyrsta grind í Gøtu í 50 ár. Grindin var ikki stór, 170 hvalir, men kom annars væl við. Men í 1936 var aftur ein grind, sum var nógv størri, nevniliga 372 hvalir. Grindin og spikið var fyri tað mesta saltað. Hetta var tað, sum etið var mest av til døgurða hjá fólki. Tey, sum áttu seyð, fingu eisini seyðakjøt, men hetta var ikki gerandisdøgurði. Neytakjøt fekst, tá ið onkur gomul kúgv var dripin. Fuglur Tað varð eisini skotið nógv av fugli á víkini á sumri, og var hetta eisini gott ískoyti til matin. Tað var smekkfult av lomviga á víkini. Nú sær man ikki eina ta einastu. Vit høvdu torv á Lambadali og plagdu at fara við báti hagar um morgnarnar. Vit plagdu at hava byrsu við, og vit fingu altíð eitt gótt kók av fugli heimaftur við. Á víkini fekst eisini altíð eitt kók av fiski. Tað vóru nógvir bátar í Norðragøtu. Eg havi talt 36 neyst. Vegasamband Fyrst eg minnist kom vegur til Fuglafjarðar og Søldarfjarðar. Men til Lorvíkar var altíð gingið um fjallið. Her var ofta trafikkur, tí nógv samband var millum Lorvík og Gøtu. Tað mundi taka ein tíma at ganga hvønn vegin, men hetta var ikki nakað, sum bakkað varð fyri. Í støðum vóru eisini gjørdar trappur við gelendara, sum lætti um. Væl hevur verið gjørt, tí hetta er framvegis. Men um ta tíðina, tá ið eg konfirmeraðist, var vegur gjørdur til Lorvíkar, og aftaná konfirma­ tiónina gingu vit eftir vegnum heim til Gøtu aftur. Hetta var lættari, men tók longri tíð. Tá vóru mestsum eingir bilar, so tað varð gingið um fjallið langt aftaná, at vegurin var komin. Bilar Eg minnist eisini fyrstu bilarnar á okkara leiðum. Tað vóru teir hjá Weihe og Jákup Hendrik í Søldarfirði, sum høvdu teir. Tann fyrsti, sum hevði bil í Gøtu, var Poul Kristoffur Poulsen úr Syðrugøtu. Kona hansara var Kunoyar Jóhanna. Kommunan keypti tveir bilar, sum seinni vórðu “privatiseraðir.” Poul Kristoffur fekk annan bilin, og hin fekk Høgni Zachariassen, sonur Óla Jákup í Jákupsstovu. Bilarnir koyrdu ikki so skjótt, so vit plagdu at hanga uppi í teimum, meðan teir koyrdu. Hetta hildu vit vera sera stuttligt. Fótbóltur Tá ið eg var ungur var nógvur fót­ bóltur í Norðragøtu. Tað merkiliga var, at tað tyktist ikki at vera sami áhugi fyri fótbólti í Syðrugøtu. Eg sparkaði eitt sindur. Tað vóru mest lorvíkingar, gøtumenn og klaksvíkingar, sum spældu millum sín. Ferðingin var ikki sum nú. Skuldu lorvíkingar og gøtumenn spæla var at fara til gongu um fjallið. Til Klaksvíkar var vist farið við maskinbáti. Tað var Andreas Thomsen, við Gil, sum skipaði fyri fótbóltinum. Hann fekk allar hesar gomlu menninar at sparka. Sjálvt abbi var við. Tað skuldi vera sera stuttligt. Tá var einki sum æt fótbóltsreglur. Eftir dystin var ball í dansi­ stovuni. Her var bæði matur og dansur, so har gekk tað lystiliga fyri seg. Politikkur á skránni Politikkur fylti eisini rímiliga nógv. Ein norðragøtumaður, sum varð spáddur eina stóra framtíð í politikki var Hans Jacob Hav­ streym, sum umboðaði tann tá nýggja Javnaðarflokkin. Hann varð valdur til formann í fiski­ mannafelagnum í 1932, men gekk burtur sama vár. Hann hevði eftir tátíðini sera radikal sjónarmið, sum kundu skapa hvøss orðaskifti. Politisku fundirnir vóru í “gymna­ stiksalinum” í skúlanum. Har komu teir kendu politikkararnir Andrass Samuelsen, Jóannes Paturson, Johan Kallsoy, Johan Poulsen og eisini Símun Pauli úr Konoy, sum umboðaði sjálvstýrisflokkin. Hesir fundir vóru ofta sera stuttligir. Tá vóru teir ikki so skipaðir og fórútsigiligir sum nú á døgum. Ein søga, sum enn verður for­ tald í Gøtu, er um eitt orðaskifti millum Konoy og Langa Petur Hans á einum slíkum fundi. Petur Hans segði við Konoy: “Tá og tá segði tú tað og tað, og nú sigur tú tað mótsetta.” Konoy svaraði aftur: “Tað havi eg ikki sagt.” Tá var tað, at Petur Hans svaraði aftur: “Hví segði tú tað so, tá tú ikki segði tað?” Sildaarbeiði Eg fór ikki til skips beinanvegin, sum var tað vanliga hjá 14 ára gomlum dreingjum. Eg arbeiddi ymiskt. Tað var mest vanliga heimaarbeiðið við at velta og skera torv. Nakað av fiskaarbeiði var eisini. Vit drivu nokk so nógv eftir sild. Pápi hevði nøkur sildagørn. Vit royndu bæði á Gøtuvík og á Skálafjørðinum. Vit høvdu eitt stórt neyst undir Gøtueiði. Har høvdu vit bát og gørn. So vit kundu altíð skifta millum Skálafjørðin og Gøtuvík, sum tað loysti seg best. Um summarið varð sildin saltað. Tað vóru so góð sildaár í 1934 og 1935 og 1936. Tá forvunnu vit væl av peningini. Tað vóru fleiri, sum keyptu sild. Ein av teimum var Piddi í Fuglafirði. Ein annar var Absalon á Skála. Tummas Jakku, pápabeiggi, keypti eisini sild. Um veturin var tað mest til agn. Tað vóru íshús, har sildin kundi vera goymd eina tíð, og skotskir línubátar komu eisini inn í Føroyum at fáa sær agn. Gørnini vóru sett á kvøldi og drigin aftir um morgunin. Tá ið vit royndu á Skálafjørðinum um veturin, plagdu vit at fara heim til Gøtu at sova, men um summarið gistu vit har yviri. Náttin var so stutt, at tað loysti seg ikki at fara til hús. Vit høvdu leigað okkum eitt kamar í einum stórum neysti, har vit svóvu. Tá bakkaði ein ikki fyri at ganga frá Norðragøtu yvir á Skipanes. Prísurin á sildini plagdi at liggja um 14 oy/kg, summi ár niður í 12 oy. Tá vóru lønirnar heldur ikki so stórar. Tímalønin lá um 50 oy. Sammett við tær var prísurin heilt góður. Eitt felag, sum keypti og saltaði sild, var aktieselskabet Skipanes. Tað vóru Konoy, Jóan Frederik Skibenæs, Bjarnadal og Jóhannes í Stórustovu í Havn, sum stóðu fyri hesum. Jóhannes, sum átti ætt í Gøtu, hevur verið umrøddur í røðini “Hendur ið Sleptu”. Hetta var í nøkur ár, men teir fóru so á heysin. Tað vóru so ringar tíðir seinast í 30­unum, tá ið so nógvir fóru. Jovina var mamma Tórir Mýru Per var ommubeiggi Tórir Hanus í Skálavík t.v. saman við Napoleon Jensen, sum vaks upp í Blásastovu