Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-16, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. juli 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 135 - 16. juli 2008 tíðindi 9. partur Hetta er níggjundi partur í røðini við misvísandi yvirskriftini »Heimsins reinasta oyggjaland« Sosialurin hevur í nakrar vikur verið úti við myndatólinum og setir ljós á tær ovurhonds stóru mongdirnar av burturkasti, sum sløðist runt í okkara vøkru oyggjum. Bæði á bygd, í bý og úti í náttúrini. Allar myndirnar eru tiknar ígjøgnum rútin á einum bili á alfara vegi, ella har koyrandi er. Gløgt er gestsins eyga, sigur orðatakið, og tað merkir, at alt burturkastið, sum sæst ígjøgnum myndatól okkara, sjálvandi eisini kann avmyndast av teimum ferðafólkum, sum vitja Føroyar. Tær fyrstu myndirnar vóru úr høvuðstaðarøkinum, har flestu ferðafólk koma upp á land ella seta kós ímóti, eftir at vera lend í Vágum. Í øðrum partin vóru vit í grannabygdunum fyri norðan, Kaldbak, Kaldbaksbotni og Sundi, sum allar hoyra til Tórshavnar kommunu, sum fyri kortum hevði umhvørvisviku, og í triðja parti stóðu bygdirnar vestan- og norðanfyri, Kirkjubø, Velbastaður, Syðradalur og Norðadalur, fyri skotum. Myndirnar í fjórða parti vóru myndir av Signabø, úr Kollafirði, Hósvík, við Áir og úr Hvalvík, og í fimta parti Saksunardali og Saksun. Sætti partur var frá Nesvík, av Langasandi og úr Haldórsvík, men ikki úr Tjørnuvík. Har var nevniliga onki at seta fingur á. Næstseinast vóru vit á Oyri, ið hevði so nógv órudd at bjóða uppá, at bygdin fekk alla opnuna. Seinast høvdu vit myndir av Oyrabakka, frá Norðskála og úr Svínáum, sum eisini hoyra til Sunda kommunu. Í dag er túrurin komin til bygdirnar í Eiðis kommunu, Ljósá og Eiði. Føroyar skal vera ferðamannaland, er vakra endamálið hjá bæði politikarum og myndugleikum, sum arbeiða við ferðavinnu. Í fjør kom stóra herðaklappið frá háttvirda tíðarritinum, National Geografic Traveler, sum setti Føroyar á eitt fyrstapláss av 111 oyggjalondum, tá tað snýr seg um at hava reint umhvørvi. Eiði Heimsins reinasta hesaferð Ljósá og Eiði Eiði Eiði Eiði Ljósá