Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. juli 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 141 - 26. juli 2001 Nr. 141 - 26. juli 2001 11 Ljóð- útgerð til brúdleyp, føðingar- dagar o.a. til leigu. Eisini fæst videokanón sera bíliga. Intro v/Dánjal Petersen Gæsugøta 9 100 Tórshavn Telefon 22 18 85 BILLUTIR ÚTVEGAST TIL FLEST ALLAR BILAR F.A. BILLUTIR tlf. 421605 fax 421666 Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 3143, P/F TG 540, 100 Tórshavn. Viðtøkur broyttar: 5. apríl. 2001. Kapitalur: Hækking við kr. 860.000,00 til kr. 1.860.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 860.000,00 til kurs 250 Nevnd: Innkomin í nevndina: Niels Jacob Thormund Nielsen, 490 Strendur og Kaj Christiansen, Havremarken 27, DK- 7730 Hanstholm. Tekningarreglur: Felagið verður teknað av trimum nevndarlimum saman. Skráseting Føroya tann 24. juli 2001 Kristin Balle _____________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3212Navn: Sp/f J.K.H. Entreprenørar Adressa: 640 Rituvík Kommuna: Runavíkar Kommuna Stovningardato: 01.06.2001 Viðtøkudato: 01.06.2001 Kapitalur: Kr. 200.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 200.000,00 til kurs 100. Stovnari: Jón Kári Højgaard, 640 Rituvík. Stjórn: Jón Kári Højgaard, 640 Rituvík Tekningarreglur: Felagið verður teknað av stjóranum. Grannskoðari: Sp/f Eysturoyar Bókhaldsstova, 600 Saltangará Roknskaparár: 01.01. - 31.12 Fyrsta roknskaparár: 01.06.2001 - 31.12.2001. Endamál: Endamál felagsins er søla, jørð og betongarbeiði o.a. í hesum sambandi. Skráseting Føroya tann 24. juli 2001 Kristin Balle _____________________ www.sosialurin.fo Boðanesgøta • FO-188 Hoyvík Tel. 31 54 78 • Fartel. 28 21 00 • Fax 32 04 78 • Grasvøllir • Planting • Viðlíkahald • Seta gravsteinar upp v.m. • Gera tún við flisum ella oljugrúsi • Grevstur í sambandi við olljutangaskifti o.a. Spyr - tað kostar einki! Við 25 ára royndum hava vit roynt tað mesta Kostnaður pr. stk. fyri litmynd: 10x15 cm. kr. 80,- 13x18 cm. kr. 100,- 15x21 cm. kr. 130,- 18x24 cm. kr. 150,- 20x30 cm. kr. 200,- 30x45 cm. kr. 350,- Fyll henda lepan út. Klipp myndina út og send hana saman við lepanum til Sosialin. Tíðindablaðið Sosialurin Box 76 110 Tórshavn Navn: Blað nr.: Síða: Stødd: Mongd: Bústaður: Telefon: Nú er møguleiki at keypa myndir sum standa í Sosialinum Hetta er tíðin tá summarlegurnar eru í fleiri støðum kring landið. Legurnar á Zarepta á Vatnsoyr- um eru nú 34. árið á rað. Hvørja viku eru eini 150-200 børn á legu SUMMARLEGUR Magnus Gunnarsson Summarlegurnar sum eru á Zarepta á Vatnsoyrum í dag, byrjaðu við Áir í 1965. Ein av stigtakarunum til hesar legurnar var Brynleif Hansen trúboðari, sum doyði av flogvanlukkuni í Mykinsei 26. september 1970. Síðan Zarepta varð bygt í 1967, hevur verið neyðugt at bygt út fleiri ferðir, eins og nógvar umbyggingar hava verið gjørdar. Stórur áhugi Stórur áhugi er fyri hesum legum, sum hava eina fasta skrá frá tí at legan fyri brekað byrjaði 10.mai til heystlegan endar 17. oktob- er, umframt aðrar viku- skiftislegur. Til barnaleg- urnar sum eru í summar- frítíðini koma hvørja viku eini 150-200 børn, umframt starvsfólk og leiðarar, ið eru umleið hundrað í tali. Húsið hevur 300 seingjar- pláss, og ofta er fullsett. Liðini kappast Á summarlegunum eru skipaðar fótbóltskappingar, har tey ymisku liðini kapp- ast á graslíkisvøllinum, eins og børnini kunnu tekna seg til súkklubátar ella róðrarbátar á Leitisvatni, rógva við kano í ánni, ella svimja í innandura svimji- hylinum. Hvønn morgun eftir morgunfimleikin á gras- líkisvøllinum verður fyrsta ørindi av tjóðsanginum sungið meðan føroyska flaggið verður vundið á stong. Um morgunin eru bíbliutímar og andaktir, meðan flestu aktivitetirnir eru aftaná døgurða. Endamálið við legunum Endamálið við legunum er at vinna børn og ung fyri Kristus. At fremja gott samanhald millum luttak- ararnar á legunum, at spæla og venja likamið. Leggja støði undir dagligar lívs- meginleglur, so sum at vera ásettum leglum lýðin, at fremja vanliga heilsurøkt og siðiliga atferð, og verja um náttúruna eins og mentanarvirðini. Liðini fáa karakter fyri t.d. borðsið, uppmøting og náttarfrið. Onki er at ivast í at tær legur sum verða hildnar á Zarepta, Nesvík og aðra- staðni kring landið, hava stóran andaligan og sam- felagsligan týdning. Zareptalegurnar 2001 – yvir túsund børn á summarlegu Í summarfrítíðini eru eini 150-200 børn á legu hvørja viku. Føst skrá er fyri legurnar frá 10.mai til 17.oktober Hóast hesir ikki vunnu fótbóltskappingina, vunnu teir 6-4 á mótstøðuliðinum seinasta dagin á summarleguni fyri 13 ára gomul. Fremra rað frá vinstra: Margeir Simonsen Fuglafjørður, Kári Steensen Helsinge, Bárður Áarstein Tórshavn, og Dánjal M. Joensen Tórshavn. Aftara rað: Pætur Holm Tvøroyri, Hávarður Olsen Gøtugjógv, og Osmund Lindberg Klaksvík C M Y K 11 10