mikudagur 16. juli 2008síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 135 • 16. juli 2008
MIÐvIkaN
31
Vit fara í hesum
parti at umrøða
nøkur onnur av
húsunum í granna
lagnum hjá Tróndi í
Gøtu. Hetta eru
húsini í Mortan
stovu, á Kletti og
Tjørnustovu
Mortanstova
Í 1911 búðu í Mortanstovu Maren
Fredrikka (1879-1957), gift við
Zacharias Zachariassen (1854-
1921). Hetta var onnur giftan hjá
honum. Børnini vóru: Aksel, Anna
Katrina, Jóhanna Malena, Jákup
og Esbern.
Zacharias og Marin vóru kend
sum eitt framúr álitisfólk, sum
millum annað høvdu postin.
Hjá teimum var eisini hjartarúm
sum hjá fáum. Hetta sæst ikki
minst av fólkateljingi í 1911.
Tá búðu Marin og Zacharias
har saman við fýra børnum,
tað yngsta Esbern var ikki føtt.
Umframt búði inni Jógvan, sonur
Zacharias í fyrru giftu. Jóhanna
hjá Petur Jakku var genta í hús-
inum. Amaliel hjá Petur Jakku,
beiggja Marin, búði har. Mamma
hansara var deyð, og var hann tí
komin til fastrina. Afturat hesum
var Kristianna Justinussen úr
grannahúsinum á Skipanesi inni
har. Hon var evnaveik, og Marin
hevði eisini hjarta fyri henni.
Elspa Sofía systir Amaliel var
gift við Óla Jákup í Tjørnustovu í
sama túni. Hon doyði í 1917 frá
tveimum smáum synum. Tann
yngsti Albert var nýføðingur, bert
sjey vikur gamal. Hann fór tá
at vera hjá abbasystrini Marin,
og har fekk hann eisini eitt gott
heim. Tískil kom Marin at taka
hond um bæði son og abbason
hjá beiggja sínum Petur Jakku.
Jólatræ í Mortanstovu
Jacobina Heinesen (1911-2005)
var dóttir Jóan David, sum var
beiggi Marin.
Ein systir Marin var Johanna,
sum var gift niðri í Danmark. Tætt
samband var millum Johannu og
hennara ætt í Føroyum.
Jacobina hevur greitt frá søguni
um fyrsta jólatræ í Norðragøtu,
sum var í Mortanstovu í 1911.
Hesa søgu hevði Jacobina frá
Gittu hjá Liða Dáva í Norðragøtu,
sum giftist við Bernhard í Tjørnu-
stovu. Gitta gloymdi ongantíð hetta
fyrsta jólatræið hon sá. Johanna
var komin upp at ferðast eini jól,
og hon fekk gjørt eitt „kunstugt“
jólatræ. Tann, sum hjálpti henni
við tí, var bróðursonurin Amaliel,
Maljar. Eitt slíkt hevði eingin sæð
áður, í hvussu er ikki har í bygdini.
Johanna búði, meðan hon var í
Føroyum, í Mortanstovu hjá systir
síni. Har var stór roykstova, sum
rúmaði nógvum fólki. Jólatræið
varð tí sett upp í roykstovuni. Jo-
hanna hevði eisini við sær pappírs-
ørk við kramarhúsum at klippa út.
Kurvar og annað var eisini at pynta
træið við. Tá alt var klárt, sendi
Johanna onkran í húsini at bjóða
øllum til jólatræ í Mortanstovu,
og her var fult hús beinanvegin.
Hetta var jú sera spennandi, tí
eingin visti, hvat eitt jólatræ var.
Gitta var ongantíð í lívinum so
ovfarin at koma inn í roykstovuna í
Mortanstovu, sum tá hon kom inn
og sá pyntaða jólatræið. Tað var ein
velduga stór uppliving, sum leingi
varð tosað um.
Mamma Jacobina, Anna Louisa,
var dóttir Zacharias í Mortanstovu
í fyrra hjúnarlag. Hon greiddi eisini
frá sínum minnum um jólagávur,
sum milt sagt vóru nógv øðrvísi
enn í dag. Vanliga var jólagávan
ein nýggjur kjóli. Toyið var vakurt,
men oftast varð hann seymaður
úr stóti, ið varð keyptur og litaður.
So kjólarnir vóru vakrir, um teir ikki
vóru, sum teir eru í dag. Jólaljós
vórðu eisini keypt. Hesi vórðu snar-
að og høvdu ymiskar litir. Tey fingu
eitt av hvørjum liti, og ljósini máttu
setast í vindeygini um kvøldið at
brenna. Tey vóru ikki minni fegin
um hesar jólagávur, enn børn eru í
dag fyri dungan, tey fáa í jólagávu.
Jákup, sonur Marin og Zach-
arias, giftist inn í Mortanstovu
við Annilenu f. Tausen, ættað
úr Runavík. Tey fingu eina harða
lagnu, tá hugsað verður um, at
fimm av teirra sjey børnum vóru
deyv. Fýra av teimum máttu fara
til Danmarkar at ganga í skúla,
og var hetta sera hart, ikki minst
hjá Annilenu, sum tó var eitt so
serstakt tolið menniskja. Børnini
komu øll væl fyri.
Í dag eru tað sonur Jákup, Zach-
arias, og kona hansara Lis, sum
búgva í Mortanstovu. Hon er vist
tann einasta av teimum gomlu
”stovunum” í gomlu Norðragøtu,
har tað býr fólk fast.
Meslingar á Brúnni
Á Kletti, nærum áfast við
Glyvra-Hanusarhús, búði í 1911
Joen Joensen Lervig. Afturat
honum var sonurin Joen Fredrik
við konuni Anna Sofía, sum var
ættað úr Funningsfirði. Tá áttu
tey eisini børnini Jógvan Martin,
Høgna og Lisu.
Í 1916 var húsið á Brúnni karm-
ur um eina hjartaskerandi søgu,
sum fyrr er umrødd í FF-blaðnum.
Søgan byrjar við, at Tummas í
Funningsfirði kemur aftur av skipi.
Meslingar gingu umborð. Tummas
hevði tískil verið í karantenu teir
10-11 dagarnar, sum tað tekur
smittuni at bróta út. Men tíðin
var farin, og Tummas fór til hús.
Á vegnum heim breyt hann kortini
út við meslingum og doyði bert
tveir dagar seinni.
Systir Tummas, Anna Sofía á
Kletti, og svigarinna hansara,
Anna Louisa í Jákupsstovu, sum
var systir konu Tummas, Johonnu
Sofíu, hildu, at tær skuldu fara
norð at heilsa honum afturkom-
nan. Tær fóru so til gongu úr
Norðagøtu norð í Funningsbotn,
ein túrur sum mann hava tikið
stóran part av einum degi. Tá ið
tær komu inn sóu tær skilið, at
Tummas hevði meslingar. Tær kú-
vendu aftur til Norðagøtu. Og tær
máttu fara beinleiðus í karantenu,
tí tær máttu fyri alt í verðini ikki
koma til at smitta onnur, um illa
vildi til.
Tær fóru báðar inn á Brúnna,
grannahús hjá Tjørnustovu. Tær
komu skjótt eftir, at tað var býtt,
at tær vóru saman, um nú bert
onnur var smittað. So Anna
Louisa flutti út.
Og ólukkuligvís var Anna Sofía
smittað. Hon varð sjúk og doyði
í størsta einsemi. Hon kundi
bert hava samband við tey fáu í
bygdini sum høvdu havt meslingar
frammanundan. Frá tí hon fór úr
Grannahús hjá Tróndi í Gøtu
Húsini í Mortanstovu
Anna Sofía á Kletti, sum fekk so
syrgiligan deyða, tá hon var smittað
av meslingum
Zacharias og Marin í Mortanstovu saman við børninunum. Tann stóri
drongurin er Aksel Leitisstein. Tann størra gentan er Anna Katrina, sum búði
niðri. Tann minna er Johanna Malena, sum giftist við Sámal Petur í Køkinum.
Minsta barnið er Jákup, pápi Zacharias, sum nú nú býr í Mortanstovu