mikudagur 16. juli 2008síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
32
nr. 135 • 16. juli 2008
Norðagøtu hesa vanlukku vitjan,
kundi hon hvørki koma manni ella
børnunum nær. Frammanfyri húsini
á Brúnni stóð leingi ein hella. Har
varð matur settur, sum hon so
kundi heinta.
Anna Sofía átti fimm børn, og
tað yngsta var ársgamalt. Og
hvat skuldi ein fiskimaður gera
við fimm børnum? Tey flestu fóru
út til onnur at vera. Høgni fór til
Syðrugøtu til Eiðis Hans Jakku,
sum var vaksin upp á Blásastovu.
Lisa fór í Blásastovu. Johannes
fór til ætt í Lorvík at vera. Mar
sanna fór til Miu, mammu Hans
Jacob Havstreym, at vera, og son
urin Jógvan Martin bleiv verandi
á Kletti. Her býr sonurin John nú.
Um húsini á Brúnni er at siga,
at tann, sum bygdi tey, var Sámal
Petur Joensen. Hann doyði við
Tulip, og tað var lítið, og einki
hann kom at vera í egnum húsum.
Tey, sum hava búð har í nýggj
ari tíð, eru Hansina, f. Øregaard
úr Lorvík og Jóan Jakku, sum var
systirsonur Sámal Petur. Jóan
Jakku var ommubeiggi Sigfríð
Joensen, sum hevur skrivað bókina
um Gøtuskeggjar. Hansina var
ommusystir Petru, konu Sigfríð.
Hesi húsini eru nú summarhús
hjá ættini.
Tjørnustova
Tjørnustova er annað hús norðan
fyri Blásastovu. Fyrr er greitt
frá ættarsambandinum millum
stovurnar báðar.
Ein grein av søguni hjá hesum
húsi byrjar í 1727 í Leirvíksfirði.
Ein bátur av Blankaskála sakk
Lorvíksfirði, og fleiri druknaðu.
Millum teirra var Niclas Petersen
úr Lykkerhúsi, einum av teimum
fýra húsunum á Blankskála.
Niclas var trúlovaður Elsebeth
Hansdatter úr Fuglafirði. Hon fekk
eftir vanlukkuna eina dóttir, sum
varð doypt Sunniva Niclasdatter.
Sunniva giftist í 1764 við Ísak
Joensen í Heimistovu í Fuglafirði.
Hann var 16 ár yngri enn hon.Tey
fingu fimm børn. Eitt av teimum
var Elsebeth Isaksdatter, f. 1767.
Hon giftist við Jákupi Heinesen,
bónda í Guttastovu í Leirvík. Tey
fingu seks børn. Tað elsta var
Anna Jacobsdatter, f. 1794. Hon
giftist við Óla Jacobsen, bónda
í Tjørnustovu í Norðragøtu. Ein
onnur dóttir var Sunneva Jac
obsdatter, sum giftist við Høgna
Jacobsen, sum var beiggi Óla.
Tey búsettust í Leirvík, og nógv av
teimum, sum eita Høgnesen eru
ættað frá teimum.
Anna og Óli áttu 8 børn. Sunn
uva og Høgni áttu 5 børn.
Trý systkin eftir í
Tjørnustovu
Tað vóru fimm av teimum átta
børnunum hjá Onnu og Óla Jac
obsen, sum fluttu til Skúvoyar, so
leiðis sum vit fyrr hava greitt frá.
Hetta skapti eitt serligt samband
millum Gøtu og Skúvoy, og onkur
stuttlig søga er í tí sambandinum.
Í Skúvoy høvdu teir eitt hav,
sum eingin í oynni orkaði at lyfta.
Men einaferð gøtumenn komu
suður royndu teir havið og syftu
tað sum einki. Morgunin eftir var
havið horvið. Skúvoyingar skuldu
ikki hava, at slíkt endurtók seg.
Sjálvsagt verður henda søgan
avnoktað í Skúvoy!
Nú fimm systkin vóru farin til
Skúvoyar vóru bert trý systkin
eftir í Tjørnustovu. Tey vóru:
1. Jacob Olsen, 18171896,
tekur við sum bóndi. Hann var
giftur við Siggu Malenu Jacobsen,
úr Garði í Lorvík. Ein av hansara
synum var Jákup, kallaður Gøtu
Jákup í Klaksvík, sum nú var
borin til garðin, eftir at beiggi
hansara Óli Jákup var gingin
burtur við báti í 1884. Men hann
valdi heldur at búsetast Millum
Garðarnar í Klaksvík, og hann
gjørdist ættarfaðir til eina sera
stóra ætt, sum millum mong onnur
telur Ziska Jacobsen, sum bjargaði
teimum á Ernestinu í 1930. Hetta
er helst størsta bjargingarbragdið í
Føroya søgu. Ein annar eftirkomari
er Steinbjørn Jacobsen,
borgmeistari í Klaksvík.
Tann næsti beiggin Absalon tek
ur so við garðinum. Tað var sonur
hansara Óla Jákup, sum giftist við
Elspu Sofíu av Skipanesi.
Ein beiggi Absalon var Petur
Pauli. Hann var ein av teimum,
sum var við Waagen ta tiltiknu
ferðina í 1888, tá ið Waagen var
á veg heim úr Íslandi við 150
útróðrarmonnum, og teir mundu
gingið burtur. Húsini hjá Petur
Paula vóru í gerð, men veðrið var
so ringt, eisini í Gøtu, at húsini
fóru í luftina. Hetta varð eitt
rættiligt bakkast, og í staðin máttu
Peter Pauli byggja eina kroysu
uppi á Fløtti. Kona hansarara
Emilja, ættað úr Barbustovu,
doyði í barsilssong, og børnini
fóru í ymsar ættir. Tvey børn Elin
og Johannes fluttu til Lorvíkar, og
frá teimum eru kendar ættir har í
bygdini.
Ein systir, Anna, giftist til Fugla
fjarðar við Eliesar í Beiti. Tveir
synir hjá teimum fóru av landin
um. Óli Jákup fór til Canada og
doyði ungur. Hildið hevur verið,
at hann doyði í stóru eksplosióni
í Halifax í 1918, men hetta hevur
ikki fingist váttan fyri. Einki sam
band er við ta ættina. Bartal fór
til Bretlands og giftist har. Har
er samband við ættina, og hevur
eina langabbasonur vitjað her í
summar.
2. Ein systir, sum var eftir í
Norðragøtu, var Anna Lovisa, f.
1824, sum giftist við Johannes
Nicolaj Joensen (18221905) í
Mortanstovu. Tey vóru foreldur til
Onnu Katrinu Johannesen (1855
1898), sum giftist við Zacharias
Zachariassen (18541921). Hann
var ættaður úr Jákupsstovu og
giftist inn í Mortanstovu. Tá ið
hann gjørdist einkjumaður, giftist
hann aftur við Marin.
Dóttir hansara, Anna Louisa,
giftist við beiggja Marin, Jóhan
David. Tískil giftust faðir og dóttir
við tveimum systkjum.
Ein onnur dóttir Onnu Louisu
var Johanna Johannesen (1860
1935), sum giftist við Joen
Frederik Gøthe (18541941). Tey
vóru foreldur Nicolinu, sum giftist
við Amaliel hjá Petur Jakku.
3. Ein onnur systir var Súsanna
fødd í 1828. Hon giftist við
Símuni Heinesen, á Brúnni, sum
eisini var í sama túni. Beiggi
Símun, Justines, gjørdist ein av
niðursetumonnunum á Skipanesi.
Ein av hansara eftirkomarum
gjørdist gitni danski fótbólts
spælarin Frank Arnesen, soleiðis
sum tað hevur verið greitt frá
í røðini ”Hendur ið Sleptu” í
Sosialinum.
Ein abbasonur Símun var Jákup
Simonsen, sum var lærari í Gøtu
alt sítt lív. Beiggi hansara Símun
var somuleiðis lærari í Nólsoy
alla sína tíð.
Komandi partur
Í komandi parti fer Tórir til
skips. Tá greiðir hann millum
annað frá útróðrartúri tann
dagin í 1944, tá ið gøtubátur
gongur burtur á Gøtuvík, og
tríggir mans drukna.
Absalon og Petra í Tjørnustovu
Húsini á Kletti
Á hesi vanlukku ferðini norður í Funningsbotn var Anna Sofía saman við Onnu Louisu, sum slapp undan smittu. Her
her hon saman við mannininum Joan David, beiggja Marin í Mortanstovu og børnum teirra Zakarias Karl, Lauru og
Jacobinu, sum er kelda til søguna um jólatræið í 1911