mikudagur 16. juli 2008síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 135 - 16. juli 2008
33
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
- Tú skalt ongantíð
siga ongantíð. Vónandi
fáa vit eitt so mikið
gott úrslit, at teir
ikki fara at kenna seg
tryggar, tá teir koma
til Føroya, sigur Heðin
Askham, venjari hjá
B36, sum hevur góðan
vónir undan dystinum
á Brøndby Stadion í
annaðkvøld
FÓTBÓLTUR
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
- Okkara uppgáva verður
fyrst og fremst at avmarka
tapið. So mugu vit síggja.
Fyri triðju ferð í søgu fel-
agsins skal B36 royna seg
ímóti einum donskum fel-
agi í altjóða fótbólti. Áður
hevur
føroyska
felagið
roynt seg ímóti AB og FC
Midtjylland.
Uppgávan
hesa ferð ljóðar kanska
meira trupul enn tær undan-
farnu. Sigursvanda Brøndby
strembar eftir at sleppa
aftur á oddan í donskum fót-
bólti, og fyrsta stigið verður
ætlandi tikið, tá áhugaleik-
ararnir úr føroyska høvuðs-
staðnum vitja á Brøndby
Stadion.
Venjarin Heðin Askham
og hansara menn eru til reið-
ar, har árstalsfelagið ætlar
at spæla fyri sínum møgu-
leika.
Tað verður torført
Í horninum úr Keypmanna-
havn leggur Heðin Askham
dent á, at uppleggið hjá
B36 verður verjukent. Tað
verður dúvað upp á kvik-
leikan í framrættaða spælin-
um, og vónandi kunnu teir
bjóða verjuni hjá Brøndby
av.
- Vit mugu standa væl á
vøllinum. Vit fara at fáa
møguleikar í hesum dystin-
um, og tá ræður um at taka
av. Vit hava góðar vónir, sig-
ur Heðin Askhan, ið sipar
til sigurin á EB/Streymi um
vikuskiftið.
Er tað hugsandi, at B36
fer at vinna seg víðari í
kappingini?
- Tú skalt ongantíð siga
ongantíð. Vónandi fáa vit
eitt so mikið gott úrslit, at
teir ikki fara at kenna seg
tryggar, tá teir koma til
Føroya. Tá verður dysturin
eisini leiktur á graslíkinum
í Gundadali. Sjálvandi, tað
verður ómetaliga torført, og
tað krevur, at allir sum ein
spæla væl, sigur venjarin,
sum frøist um, at hann nú
hevur Sam Malson og Súna
Olsen at velja ímillum.
Væl fyrireikaðir
Heðin Ashkam hevur kunn-
að seg væl um mótstøðuliðið
á Brøndby Stadion í morgin.
Í kvøld verður uppleggið til
dystin, har brot úr venjing-
ardystinum millum Brønd-
by og Randers millum ann-
að verða víst. Í gjár og í dag
hevur venjing verið á leik-
vøllinum. Leikararnir hava
fingið nógva hvíld, og í
morgun tóku teir sær eisini
av løttum.
- Fyrireikingarnar eru,
sum tær plaga til altjóða
dystir. Í morgun vóru vit á
stórari handilsmiðstøð, og
seinnapartin fáa spælararnir
handaviðger, greiðir Heðin
Askham frá.
Dysturin byrjar klokkan
19.00 føroyska tíð, og vísir
sjónvarpsrásin 3+ beinleið-
is.
Skulu avmarka tapið
Christian Lamhauge
Holst heldur, at
B36 skal satsa upp
á kontra við Bergi
Midjord og Hanusi
Thorleifsson, og ann-
ars satsa upp á deyð-
bóltarnar hjá Súna
Olsen
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Toppskjúttin hjá Lyngby,
Christian
Lamhauge
Holst, hevur á landsliðn-
um spælt saman við fleiri
av leikarunum hjá B36 –
Bergi Midjord, Hanusi
Thorleifsson, Herberti í
Lon Jacobsen, Meinhardi
Joensen og Súna Olsen.
Christian
Lamhauge
Holst hevur fleiri ferðir
spælt móti mótstøðulið-
num hjá B36 í morgin, og
hevur eisini nøkur góð
ráð, tá vit spyrja hann um
hetta.
– Tað verður sera trup-
ult. Serliga tí Brøndby
hevði tað sera trupult í fjør,
men nú tykist at vera
uppeftir. Men teir hava
fingið fleiri nýggjar mans í
hópin, og eru helst ikki so
samanspældir, so tað er
ikki so býtt at møta Brønd-
by beint nú, metir Christian
Lamhauge Holst.
Men hvussu vil hann so
ráða B36 til at spæla?
– Teir koma ikki at
svimja í kjansum, og skulu
tí nokk satsa upp á kontra.
Tá skulu Hanus og Bergur
fáa bóltin, soleiðis at teir
fáa brúkt sín skjótleika. Og
so skal Súni Olsen sjálv-
andi sleppa at skjóta allar
teir bóltarnar, hann sleppur
framat,
sigur
Christian
Lamhauge Holst.
Christian Lamhauge Holst:
Gevi Hanusi, Bergi
og Súna bóltin
Christian Lamhauge Holst
B36-ferðalagið á veg til Danmarkar