mikudagur 16. juli 2008síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
[ Nr. 135 - 16. juli 2008 ]
- Ein javnleikur hevði
verið eitt ótrúligt
úrslit, men at tapa við
fýra málum er eisini
í lagi. Hugsa vit um
støddina á feløgun-
um, so eiga vit tapa,
sigur Sigfríður Cle-
mentsen, sum í annað
kvøld stendur á odda
fyri EB/Streymi, sum
rennur inn í størstu
avbjóðina hjá einum
føroyskum fótbólts-
felagi nakrantíð
FÓTBÓLTUR
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
- Vit mugu royna ikki at
missa bóltin ov skjótt. Tað
kann gerast rættiliga møð-
samt at renna aftaná heims-
stjørnum allatíð.
Sigfríður
Clementsen
skal hóskvøldið leiða EB/
Streym inn í størstu avbjóð-
ingina hjá einum føroyskum
fótbóltsfelagi
nakrantíð.
Tætti og stundum órakaði
havnarmaðurin tykist á ong-
an hátt ræddur av ógjørligu
uppgávuni. Hann fjalir ikki
veruleikin, og er fullgreiður
yvir, at sundalagsmenn ikki
fara at fáa stórvegis ávirkan
á úrslitið.
Eiga at tapa
Micah Richards, Martin Pet-
rov og Darius Vassel verða
millum forkunnugu gestir-
nir á Tórsvølli í annaðkvøld.
Tað er ímóti øllum logikki
at hugsa sær, at lítla og før-
oyska EB/Streymur fer at
koppa enska stórfelagnum í
Premier League.
Men Sigfríður Clement-
sen, hvat er eitt nøktandi
úrslit ímóti mæta Manchest-
er City?
- Tað er torført at siga.
Ein javnleikur hevði verið
eitt ótrúligt úrslit, men at
tapa við fýra málum er eisi-
ni í lagi. Hugsa vit um
støddina á feløgunum, so
eiga vit tapa. Men sjálvandi,
vit fara ikki inn á Tórsvøll
við tí fyri eyga. Tað kennist
sum í hópinum, at allir vilja
stríðast fyri hesum her, so
vit eru klárir, sigur Sigfríður
Clementsen.
City avgerð gongdina
Tað verður helst í verjupart-
inum, at EB/Streymur skulu
verða serliga ansnir. Hóast
útgangsstøðið kanska verð-
ur heldur verjukent, so verð-
ur talan ikki um at broyta
uppstilling. Sigfríður Cle-
mentsen og EB/Streymur
ætla at spæla við tær løtur-
nar, gestirnir geva teimum
loyvið til tess.
Tí er torført hjá venjara-
num at hava nakað greitt
upplegg til dystin.
- Tað verður ikki upp til
okkara. Ætlar Manchester
City at leypa á, so verða vit
verjukendir. Taka teir tað
eitt sindur av løttum, so
møguliga vit sleppa at spæ-
la við í løtum. Uttan mun til
tað, so verður uppgávan
sera torført. Mark Hughes
er nýggjur í venjarastarvin-
um, og leikararnir vilja
prógva seg til Premier Leag-
ue. Eg vænti, at teir verða
sera ágangandi í framrættaða
spælinum og avgerða tað í
Føroyum, so teir kunnu hug-
sa um heimligu kappingina
beinanvegin. Men nú fáa
vit at síggja, sigur ein spent-
ur Sigfríður Clementsen.
Mikkjal Thomassen skifti
í vetur til EB/Streym, og
ætlanin var, at tit skulu fáa
gagn av hansara royndum.
Er tað ikki sera harmuligt,
at hann ikki verður við í
annaðkvøld?
- Jú, sjálvsagt. Vit hava
heldur ikki Høgna Zacharia-
sen og Sorin Anghel tøkar.
Men tað hjálpir ikki at hug-
sa um tað. Vit stríðast við tí
liðnum, sum vit hava nú,
sigur
havnarmaðurin
í
Sundalagnum.
Hagtølini eru í øllum før-
um við EB/Streymi. Venjara-
toymið Sigfríður Clement-
sen og Magni Mohr hevur
hvørjaferð vunnið seg úr
fyrsta umfari í Evropa. Het-
ta var við B36 í 2005 og
2006. Har til eru EB/Streym-
ur eisini ósigraðir á heima-
vølli í altjóða fótbólti.
Spurningurin er tí, um Man-
chester City fer at leggja
bein fyri flottu hagtølu-
num....
Eftir at hava arbeitt
frá morgni til
myrkurs seinastu
vikurnar, fer Rólant
Højsted, formaður,
í morgin at kunna
seta seg aftur á og
njóta dystin
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Rólant Højsted er formað-
ur í EB/Streymi. Hann
hevur nóg illa fingið
blund í eyga tær báðar
seinastu vikurnar. Men
tey eru fleiri kring felag-
ið, ið hava havt tað upp á
sama máta.
– Vit hava nógv góð
fólk í felagnum, sum hava
tikið takið. Frá fyrsta degi
býttu vit okkum í smærri
arbeiðsbólkar,
sum
so
hava tikið sær av ymisku
uppgávunum, umframt at
fólk úti frá eisini hava
bjóðað seg til, greiðir
Rólant Højsted frá.
Tað er eitt ovurhonds-
stórt apparat, sum er farið
í gongd hjá EB/Streymi.
Allar kringumstøður til
stóra dystin skulu fáast í
rætt lag. – Vaktir, sjúkra-
flutning, løgregla, trygd,
ramsar Rólant Højsted.
– Men eg vil siga, at nú
er alt komið upp á pláss,
sigur formaðurin í EB/
Streymi.
Leypa ikki framav
Nú gleðir hann seg ótrúli-
ga nógv til at dysturin
byrjar. Størsti dysturin
nakað føroyskt felag hev-
ur spælt. Rólant Højsted
leypir tó ikki framav av
hesi orsøk. – Vit spæla aft-
ur í næsta ár. Og síðsta ár
vóru vit eitt mál frá at
møta Blackburn, sigur
Rólant Højsted og vísur
harvið á, at møguleikarnir
at møta stórfeløgum eru
ofta til staðar.
Vit eiga at tapa Formaðurin
gleðir seg
Ætlar Manchester City
at leypa á, so verða
vit verjukendir. Taka
teir tað eitt sindur av
løttum, so møguliga vit
sleppa at spæla við í
løtum, sigur Sigfríður
Clementsen
Nú er alt komið upp á pláss, sigur Rólant Højsted
Ronaldinho skiftir til AC Milan
AC Milan hevur vunnið kapprenningina við Manchester City um at
tryggja sær brasilska Ronaldinho. AC Milan boðar í kvøld frá, at
samráðingarnar við FC Barcelona eru lidnar, og at avtala er gjørd við
Ronaldinho. Hann skal í morgin til Milano at kanna, um hann er
kropsliga klárur til uppgávuna, og eftir hetta verður sáttmálin
undirskrivaður. Sáttmálin er galdandi fram til summarið 2011. 28 ára
gamli Ronaldinho hevur skarað framúr í FC Barcelona, har hann
skoraði 70 mál í 145 dystum. Hann bleiv kosin heimsins besti
fótbóltsleikari í 2004 og 2005, men umdømi hansara er viknað nógv
hetta seinasta árið, har skaðar tó hava gjørt alt trupult fyri hann.
Til UEFA fótbóltsdyst við trolara
Tað skal nógv til at steðga teimum ídnastu fótbóltsfjepparunum. Enska
blaðið Daily Mail skrivar í dag, at tólv ídnir Manchester City viðhaldamenn
hava leigað ein 72 fót trolara at flyta teir til Føroya til fótbóltsdystin millum
EB/Streym og Manchester City. Og hetta er ikki farið óansað aftur við
borðinum. Kenda enska fótbóltsblaðið, FourFourTwo, hevur sponsorerað
túrin – við øllum øli, teir tólv kunnu drekka á ferðini. Farið verður úr
Manchester við bili upp til Aberdeen, síðani við ferju yvir til Lerwick í
Hetlandi, áðrenn farið verður umborð á The Three Sisters, sum skal sigla úr
Hetlandi til Føroya. Hetta verður uttan iva stuttligasti nakrantíð til ein
fótbótlsdyst. Hetta er veruliga fyri fólk, sum ynskja eina uppliving fyri lívið,
sigur Leighton Gobbett, sum skipar fyri túrurinum, við Daily Mail.