Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-16, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. juli 2008síða 35

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 [ Nr. 135 - 16. juli 2008 ] Fáa vit bóltin, so fari eg heilt víst at royna at dribla, skemtar Hans Pauli Samuelsen FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo – Sjálvandi gleði meg, tí tað verður ikki nógv meiri spennandi enn hetta, stað­ festir Hans Pauli Samuelsen hjá EB/Streymi. Men hóast uppgávan er heilt serlig, so hava fyrireikingarnar ikki verið nógv øðrvísi enn vant. – Men vit hava roynt at loyst vøddarnar upp, tí vit rokna við at koma at renna nógv í dag, sigur víkarmað­ urin. Hans Pauli er um nakar maðurin í Føroyum, sum dugir at dribla og torir at bjóða av. Tað hevur hann eisini prógvað, at hann kann á landsliðnum, men fer hann at royna seg móti Manchester City? – Um vit fáa bóltin, so fari eg heilt víst at royna meg. Og tá man hevur ein møguleika sum henda, so má man royna at vísa seg, skemtar Hans Pauli Samuel­ sen. Hann leggur síðani aftr­ at, at hvør leikari sjálvandi ger tað, hann er best til, og um ein dribling kann hjálpa liðnum, so ger hann tað – eisini um mótstøðuliðið eit­ ur Manchester City. Eitt er driblingar, men annað er sjálvur dysturin. Hvat er eitt gott úrslit hjá EB/Streymi? – Tað veit eg ikki. Sjálv­ andi er tað altíð gott at vin­ na, men tað verður ikki sum at siga tað. Vit byrja so á javnleiki, og so mugu vit taka tað harfrá, sigur Hans Pauli Samuelsen. - Men vit mugu bara sanna, at møguleikin í hesum førum er ómetaliga lítil. Men eitt gott úrslit fyri okkum í morgin er at vinna ella fáa javnleik, sigur Peter Foldgast undan stórdystinum á Tórsvølli í morgin FÓTBÓLTUR Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Umstøðurnar eru sermerk­ tar, nú Manchester City vitj­ ar á Tórsvølli í annaðkvøld. Fólkini, rómurin og umrøð­ an frá fjølmiðlum verður ikki heilt líka nógv og stór­ ur sum til ein landskapping­ ardyst. Peter Foldgast er hin­ vegin ikki heilt óvandur við stóra áhugan fyri einum fót­ bóltsdysti. Við Brøndby spældi hann fleiri stórdystir, og í so máta er tað ikki nýtt fyri danan. ­ Eg gleði meg. Eg vænti mær eina góða uppliving við nógvum áskoðarum. Vit fara á Tórsvølli at spæla fót­ bólt, og tað hava vit allir jú gjørt í fleiri ár. So nógv øðr­ vísi er tað ikki, sigur Peter Foldgast. Tað hevur ikki gingið heilt eftir vild hjá Foldgast og liðfeløgunum seinastu vikurnar. Tað hevur ikki eydnast at fingið stig í sein­ astu trimum landskappingar­ dystunum. Hóast tað hava sundalagsmenn gott mót. Og Folgast ivast ikki, hvat eitt gott úrslit er fyri EB/ Streym í annaðkvøld. ­ Tað er altíð møguleiki fyri at vinna ein fótbóltsdyst. Vit mugu bara sanna, at møguleikin í hesum førum er ómetaliga lítil. Men eitt gott úrslit fyri okkum í morgin er at vinna ella fáa javnleik, sigur Peter Fold­ gast. - Um eg skal verða nøgdur eftir dystarlok í annaðkvøld, so skal Manchester City ikki kenna seg tryggar undan seinna dysti- num, sigur Egil á Bø, liðformaður hjá EB/ Streymi FÓTBÓLTUR Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo ­ Teir eru klassar omanfyri okkum, og eisini klassar omanfyri liðini, sum før­ oysk feløg vanliga hitta í Evropa. Men vit ræðast teir als ikki. Egil á Bø og liðfelagarnir gleða seg til stóru avbjóð­ ingina á Tórsvølli í annað­ kvøld. Sundalagsmenn eru greiðir yvir ógjørligu upp­ gávuna, men tað tykist sum, at føroysku áhugaleikararnir hugsa fyrst um at gera tað óvæntaða, enn óttan at gera seg fyri skommum. ­ Um eg skal verða nøgd­ ur eftir dystarlok í annað­ kvøld, so skal Manchester City ikki kenna seg tryggar undan seinna dystinum. Vit hava fyrireikað okkum væl, men persónliga vil eg ikki broyta ov nógv. Vit hvíla okkum væl betri, men eing­ in kollvelting í mun til ein landskappingardyst. Hondina á hjartað, hvat væntar tú í morgin? ­ Vit verða undir stórum trýsti so at siga allatíðina. Teir fara at stýra dystinum, eingin ivi um tað. Men ver­ ja vit væl, og halda teimum burtur frá stóru møguleiku­ num, so kunnu vit skapa sensatijónina, sigur Egil á Bø, liðformaður hjá EB/ Streymi. Hans Pauli fer at dribla Tað skal ikki avgerast Vit hava roynt at loyst vøddarnar upp, tí vit rokna við at koma at renna nógv í dag, sigur Hans Pauli Samuelsen Vit fara á Tórsvølli at spæla fótbólt, og tað hava vit allir jú gjørt í fleiri ár. So nógv øðrvísi er tað ikki, sigur Peter Foldgast Møguleikin er altíð til staðar - Teir eru klassar omanfyri okkum, og eisini klassar omanfyri liðini, sum føroysk feløg vanliga hitta í Evropa. Men vit ræðast teir als ikki, sigur Egil á Bø Todi vs. Henrik í sjónvarpi Á heimasíðu sínari hevur FC Amager boðað frá, at fyrsti dysturin á kappingarárinum nú er fluttur. Upprunaliga skuldi dysturin móti Lyngby spælast 10. august klokkan 12, men hesin er nú fluttur til leygardagin 9. august klokkan 12. Orsøkin til hetta er, at Viasat fer at senda beinleiðis frá dystinum. Umframt at talan er um fyrsta dystin hjá nýggja FC Amager, har Todi Jónsson er stjóri, er talan eisini um fyrsta dystin hjá fyrrverandi føroyska landsliðsvenjaranum, Henrik Larsen, sum Lyngby­venjara. 300 áskoðarar hendavegin Sum skilst, eru tað bara 300 áskoðarar frá Manchester City, sum hava ognað sær atgongumerki til dystin. Ilt er at gita um, hvussu tað ber til, at annars trúðføstu áskoðarar teirra ikki koma til Føroya. Kanska er tað søgurnar um flogvøllin og gistingarmøguleikarnar í Føroyum, ið hevur loypt ræðslu á fleiri teirra. Tískil verður tað neyvan at merkja býarmyndina í Havn, sum tá skotar vóru her. Men um tað eru fáir áskoðarar við City, so hava teir nógv folk kring sjálvan hópin. Leikarar, venjarar, læknar og hvørt av sínum kemur, og telja tey tilsamans 100 fólk.