mikudagur 16. juli 2008síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
[ Nr. 135 - 16. juli 2008 ]
Manchester City er
kanska eitt væl kent
felag, men ein kemur
ikki uttan um, at teir
hava ikki vunnið nak
að nevnivert í ensku
kappingini síðani
1976
FÓTBÓLTUR
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
28. februar 1976 er ein
søguligur dagur í søguni
hjá Manchester City. Henda
dagin vunnu teir tað seinasta
heitið teir hava vunnið í
enskum fótbólti. Henda dag
in var finalan í Liga Cup
kappingini. 100.000 áskoð
arar sóu Manchester City
vinna 21 á Newcastle Uni
ted. Peter Barnes og Dennis
Tueart skoraðu málini fyri
Manchester City, Alan Gow
ling skoraði fyri Newcast
le.
Í 2002 vann City næstbes
tu deildina, men higartil
hava teir hugt langt eftir
Premier Leagueheitinum,
umframt FA Cup og Liga
Cup heitunum.
Onnur nøvn
Manchester City hevur eins
og hitt kenda liðið í Man
chester, Manchester United,
broytt navn. City hevur enn
tá broytt navn tvær ferðir í
søguni.
Í 1880 var felagið stovnað
sum St. Marks at West Gor
ton. Í 1887 broytti felagið
navn til Ardwick F.C. Ard
wick var millum feløgini,
sum stovnaði ensku 2. deild
í 1892. Sjey ár seinni, í
1894, broytti felagið aftur
navn, og hevur felagið hild
ið fast við navnið til hendan
dag, Manchester City.
Felagið hevði fíggjarligar
trupuleikar tá, og var tað
høvuðsorsøkin til navna
skiftið. Í 1899 eydnaðist
tað City at vinna 2. deild,
og sluppu teir at royna seg í
bestu fótbóltsdeildini um
aldarskiftið.
Tað gingu tó nøkur ár,
áðrenn liðið stabiliseraði
seg. Teir fluttu niður aftur,
men í 1903 eydnaðist tað
aftur felagnum at vinna 2.
deild, og nú sá ljósari út,
fyri fyrst.
Í 1904 eydnaðist tað City
at vinna FA Cup finaluni
við einum 10 sigri á Bolton
Wanderers, og gjørdist hetta
fyrsta heitið hjá felagnum.
Sama kappingarár gjørdist
City nummar tvey í liguni.
Ùrslitini
kundu
verða
rættiliga ógvuslig fyrstu
árini, og setti City bæði tey
jaligu og neiligu metini fyrs
tu árini.
Í 1895 vann felagið sín
størsta sigur í liguni, tá City
vann 113 á Lincoln City. Í
1890 vann felagið sín størs
ta sigur í FA Cup, tá teir
vunnu 120 á einum liði,
sum æt Liverpool Stanley.
Størsti ósigurin í liguni er
frá 1906, tá City tapti 19
ímóti Everton. Størsti ósig
urin í FA Cup er ímóti Pres
ton North End. Í 1897 tapti
City Manchester City 06
ímóti Preston.
Muturgøla
Størri skaði enn so skuldi
henda í 1906. Alec Leake
hjá Aston Villa meldaði
Billy Meredith og fleiri aðr
ar Manchester City spælarar
til enska fótbóltssambandið
fyri at mutra seg, soleiðis,
at Aston Villa skuldi tapa
við vilja til Manchester
City. Billy Meredith og hin
ir spælarnir noktaðu fyri
hesum, men FA valdi at
trúgva Alec Leake, og gav
FA Meredith og fleiri øðr
um Cityleikarum eitt leik
bann uppá 18 mánaðir. Tal
Manchester City tystir
Nú byrjar eitt nýtt tíðarskeið
við einum nýggjum venjara,
sum annars hevði sína bestu
tíð sum fótbóltsspælari í
Manchester United, nevnliga
Mark Hughes. Hann hevur
eisini spælt á walisiska
landsliðnum, sum var í
Føroyum í 1993
Mynd: Polfoto
Valur framvegis oddalið
Tað gongur væl hjá føroyska landsliðsmálverjan Randi
Wardum og liðfeløgunum í Vali í løtuni. Týskvøldið
vóru tær á vitjan hjá Þór/KA, sum undan dystinum lá á
sætta plássinum. Randi Wardum vardi málið hjá
gestunum, sum vunnu 31. KR, sum liggur á øðrum
plássi, vann heili 40 á Keflavík, og tískil eru tað
framvegis trý stig, sum skilja Val og KR í bestu
íslendsku kvinnudeildini í løtuni.
Komandi týskvøld vitjar Valur hjá HK/Vikingur, sum
liggur á næstaftasta plássinum – nummar níggju.
U17 væl frá byrjan
Føroyska U17 landsliðið tekur í hesum døgum lut í Aberdeen
International Football Festival, har feløg kring allan heimin hittast.
Kappingin verður nýtt sum fyrireiking til NM, sum byrjar í næstum.
Fyrsti dysturin var á skránni fyrrapartin í gjár, og vunnu føroysku
dreingirnir trygt við 30 á norska Stavanger. Gilli Sørensen, málverjin
Teitur Gestsson og Hallur Hansson stóðu fyri málunum. Gestsson
skoraði upp á brotsspark. Seinnapartin leikti U17 málleysan javnleik
móti Cove Rangers. Skotska liðið var leikliga omaná, men megnaðu
ikki at spæla seg til upplagdar málmøguleikar. Føroysku dreingirnir
vóru hinvegin vandamiklir upp á mótálop. U17 spælir triðja og seinasta
dystin í bólkaspælinum seinnapartin í dag. Tá er mótstøðuliðið Hetland.