Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. juli 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 135 - 17. juli 2007 Ungdómslív Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Miðvágur: - Jón er eitt ótrú- ligt menniskja. Hóast hann hevur eina álvarsama sjúku, er hann ikki á nakran hátt fallin í fátt. - Lagið er gott, hann klár- ar ótrúliga nógv ting og er heldur ikki bangin fyri at royna okkurt nýtt. Ja hann óttast heldur ikki fyri at fáa sær eina útbúgving, sigur móðir hansara, Marianna Frederiksen. Fyri 13 árum síðani fingu hon og maðurin, Erhard Frederiksen tey tungu boð- ini, at yngsti sonur teirra hevði vøddasvinn av typuni Pompes. Hetta er ein sjáld- som sjúka, ið einans verður staðfest eina ella tvær ferðir um árið í Danmark. Hóast hon ikki neyvan vil siga tað hart, so hava tey verið sera heppin í so máta: Yngsti sonurin hevur alla- tíðina verið áhugaður í tí, sum hendi rundan um hann og hevur haraftrat tær gáv- urnar at troysta og upp- muntra onnur, ið eru í somu støðu sum hann. - Nei, hann er ikki ein sum bara ynskir at sita heima. Hann vil fegin vera virkin, staðfestir mamman. Dreingjahjarta við framtíð Við fyrsta eygnakast fært tú eyga á koyristólin og síðani tann unga dreingin, sum sit- ur í honum. Koyristólurin er sera væl útgjørdur og hevur alt tað sum krevst til ein ungan drong, sum hevur tað sjáld- somu sjúkuna »Pompes Disease«. Her finst bæði ein mask- ina til andadrátt, ein pumpa, vatnhaldari og slangur í hópatali, joystick, blunkljós og ein ótrúlig rúgva av tøkni savnað á einum og sama staði. Í koyristólinum finst somuleiðis ein livandi vera – ein persónur. Her ræður nevniliga um at síggja menniskjað í menniskjan- um, og ikki forblinda seg í sjúkuni og tøknini hjá hes- um 14 ára gamla miðvágs- dronginum. Fyri ein ókunnugan kann tykjast, sum eru tað tøknin og maskinan, ið stýra øllum í lívi hansara. Men handan alla tøknina bankar eitt dreingjahjarta – ein sál við vilja, áræði og ongum ætl- anum um at geva upp á hálv- ari ungdómsleið. Jón hevur tolin borið brek sítt síðani eitt ára aldur, og kemur altíð at verða bundin at tøknini og hjálparfólkum rundan um seg 24/7. Onkur vildi hildið, at ein slíkur drongur ikki hevur nakra framtíð. Men tosar ein um Jón – ella við Jón! - so er støðan heilt øðrvísi: Sjálvsálitið lýsir av honum og vísir ein ótrúligan vilja. - Eg vil fegin sleppa at arbeiða við teldum. Tað er tað besta eg veit, sigur Jón. Vit hittu hann og móður hansara í heiminum hjá ommuni og abbanum í Mið- vági fyrradagin. Klokkan var meiri enn farin av níggju, men tað forðar honum kortini ikki í at hava verið árla á fótum. Jødar og føroyingar Dagurin, tá Jón var borin í heim í 1993 var sum ein- hvør annar dagur í oktober mánaði í Danmark. Eftir at sonurin Sigurd var føddur árið fyri, var ikki annað hjá Mariannu og Erhardi at gera, enn at gleða seg til at verða foreldur á øðrum sinni. Alt gekk væl við føðing- ini, tí Jón vigaði átta pund og fekk 10 stig í kanningini hjá øllum nýføðingum. Her var als einki sum bendi á, at tey bert seks mánaðir seinni funnu fram til, at alt ikki var sum tað skuldi: At hann hevði eina serliga typu av vøddasvinni, sum serliga jødar og føroyingar kunnu fáa, orsakað av innavli. Vanligt er at børn gerast forvitin og byrja so smátt at lyfta høvdinum, tá tey eru um hálvt ára gomul. Men hjá Jóni var øðrvísi: - Tað var ein øgiligur mun- ur á Sigurdi og Jóni. Tann fyrri var sum ein fluga alla- staðni og gekk longu fram- við, tá hann var 8-9 mánaðir. Soleiðis var Jón als ikki. - Ringast var tó tað, at vit fingu at vita frá fólki, at hann hevði ligið ov nógv í grulvigarði og at hann var undirstimuleraður. Hetta er tað ringasta, tú kanst siga við foreldur í eini slíkari støðu, minnist Marianna aft- ur á hesa tíðina. Hansara dagur Henda týsmorgunin í heim- inum hjá abbanum og omm- uni í Miðvági, er líkt til at Jón eisini er sera spentur uppá vitjanina frá tíðinda- tænastuni. Í øllum hesum hava tey verið sera heppin, tí foreldr- ini hjá Erhardi búgva í ein- um av teimum fáu eittplans- húsunum í bygdini. Tí hev- ur verið einfalt at fáa Jón innanveggja og annars skipa heimið soleiðis, at Jón fær ein góðan og inni- haldsríkan gerandisdag, nú hann er heima í summarfrí. Henda týsmorgunin kem- ur Jón koyrandi ímóti okk- um við koyristóli sínum. Eyguni er fjálg og hann brosar so væl sum hann kann. Hetta er ikki bert ein dagur fyri foreldur hansara. Hetta er eisini hansara dagur – dagurin, tá hann skal vera í miðdeplinum, og har alt prátið skal snúgva seg um hann og hansara framtíð. Tað er í fyrstu syftu móðir hansara, Marianna sum før- ir orðið, nú pápin er á fjalli. Men Jón smæðist heldur ikki fyri at bróta inn og koma við sínum íkasti til hesa samrøðuna. Sjúka hansara hevur tað við sær, at vøddarnir í flestu limum hansara eru óvirknir. Tó fær hann brúkt høgru hondina at stýra joysticki sínum til teir møguleikarnir hjá serbygda koyristólinum, sum pápi hansara hevur verið við at byggja. Hesin møguleiki hevur eisini havt avgerandi ávirk- an á ítriv hansara sum íðin el-hockey spælari. Hetta kynstur sítt fekk hann av álvara víst fram fyri almenn- ingin, tá gestirnir á vestan- stevnu kundu síggja fólk íðka henda ítróttin á fyrsta sinni í Føroyum. Dejlig og lækker Hóast Jón bert hevur síni 14 ár á baki, hevur hann longu víst foreldrum sínum og øðrum, hvør hann er og hvat hann vil. Jón er ikki bert ein drong- ur í einum koyristóli. Jón er ein drongur sum hevur eina persónligheit, ein sterkan vilja og eina ætlan við lívi sínum. Jón Frederiksen úr Miðvági er millum teir føroyingar, sum líður av vøddasvinni. Hetta forðar honum kortini ikki í at hava stórar ætlanir fyri framtíðina. – Eg ætli mær at gera eitt telduspæl til Playstation. Tað er einki fyri!, sigur 14 ára gamli drongurin sum býr í Danmark og helst kemur at búgva har í mong ár aftrat Summarfrí Skrivstovan afturlatin vegna summarfrí frá 21. juli - 1. august Boð kunnu sendast í telduposti liv@liv.fo Átroðkandi boð á telefon 221312. Opið aftur sum vanligt mánadagin 4. august. FØROYA LÍVSTRYGGING – Eitt deiligt lív við v Stóribeiggin Sigurd og Jón hava nógv saman, hóast umstøður teirra eru sera ymiskar. Eitt hava teir kortini til felags: Stóran áhuga fyri teldum og teldutøkni »Jeg er supersmuk, dejlig og lækker«, sigur Jón Frederiksen um seg sjálvan