hósdagur 17. juli 2008síða 5
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindi
Nr. 135 - 17. juli 2007
Hetta sigur hann, hóast
hann bert kann sita tríggjar
tímar uppi ísenn, og hóast
hann er 100 prosent bundin
at
hjálparfólkum
sínum
hvørt einasta sekund á degi
og hvørt einasta sekund á
nátt 365 dagar um árið.
Hóast hesar umstøður so
hevur tað frá fyrsta degi
havt alstóran týdning fyri
foreldur hansara, at hann
hevur tað gott, at hann
hugnar sær og hevur vón
um eina bjarta framtíð.
Spyrt tú Jón sjálvan, er
svarið rættiliga greitt. Hann
endurtekur tað, sum hann
so mangan plagar at siga
við foreldur síni:
»Jeg er supersmuk, dejlig
og lækker« - og so leggur
móðurin aftrat: - og ikki
serliga beskeðin!
Hann hevur eisini hoyrt
frá yvirlæknum, at psyka
hansara er ótrúliga góð, tá
ein hugsar um, hvussu
belastaður hann er.
- Ein persónur við slíkum
breki, skal altíð hava okkurt
at síggja fram til og gleða
seg til. Tá eg hugsi um Jón,
so er hann einki undantak í
so máta: Hann hevur altíð
minst 5-6 ting, sum hann
gleðir seg til, skoytir móð-
urin uppí.
Gera telduspøl
Lítil ivi man vera um, at for-
eldrini frá fyrsta degi av,
hava hugsað nógv um,
hvørja framtíð sonur teirra
fór at hava. Bæði eru tey
berarar av einum geni, har
møguleiki er fyri at børnini
kunnu
fáa
vøddasvinn.
Mundi sonur teirra fáa ein
innihaldsríkan gerandisdag
við hesi ógvusligu sjúkuni?
Tað er helst so sum Mari-
anna sigur tað – og siterar
mannin: »Tá tað nú skuldi
henda, so var gott at tað
ikki hendi mínum systkjum.
Eg kundi klára tað, men tað
var ikki vist, at tey høvdu
klárað tað«.
Í tí mamman hetta sigur,
kemur tað so stillisliga frá
Jóni: - Ja, tað er púra vist,
at hann hevur klárað tað
sera gott!!
Hesin góði hugburðurin
er eisini sermerktur fyri lív-
ið hjá Jóni. Hann hevur ong-
ar ætlanir um bert at liggja
familjuni og samfelagnum
til byrðu. Hann ætlar sjálvur
at gera sítt til, at okkurt
munagott fer at liggja eftir
hann.
Í grannabýi teirra, Aaben-
raa eru tey nevniliga farin
undir eina útbúgving, har
ein í eitt trý ára skeið kann
fáa sær eina handilsskúlaút-
búgving, millum annað inn-
an bókhald og grannskoð-
an.
Sum tann bjartskygdi
unglingin hann er, ætlar Jón
sær eisini at gera brúk av
hesum tilboðnum, hóast tað
fer at taka honum heldur
longur enn hjá øðrum.
Í fyrstu syftu ætlar hann
at nema sær størri kunnleika
til alt, ið viðvíkur tølum og
teldum,
men
yvirhøvur
einki sum hevur við bókhald
at gera.
- Eg tími so ikki at hava
nakað við bókhald at gera.
Tí eg vil fegin sleppa undan
at halda nakrari bók!, sigur
hann við einum brosi.
vøddasvinni
Jón Frederiksen er bundin
at koyristóli sínum, men
hetta forðar honum ikki í
at hava ein innihaldsríkan
gerandisdag. Hann spælir
bowlar, er á ítróttarskúla
eina viku hvørt summarið
og luttók í februar mánaði í
Malmø Open innan el-hockey