hósdagur 17. juli 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 135 - 17. juli 2007
11
Stutt Sagt
Inflasjón 2,2
mió. prosent
Inflasjónin í Zimbabwe
veksur við rúkandi ferð.
Fyri fimm mánaðum síð
ani kunngjørdu myndug
leikarnir, at inflasjónin var
komin upp í 165.000 pro
sent, og í gjár vistu teir
almennu fjølmiðlarnir at
siga, at nú er inflasjónin
komin upp í heili 2,2 milli
ónir prosent. Eina ferð var
Zimbabwe ríkasta land í
Afrika, men í dag liggur
búskapurin í skeljasori.
Tann harðrendi einaræðis
politikkurin hjá Robert
Mugabe, forseta ger, at
altjóða samfelagið hevur
lítlan og ongan hug at
hjálpa Zimbabwe burtur úr
teirri syndarligu støðuni.
Pengaseðlar í Zimbabwe.
Legg merki til tølini
Mynd: AP
Ráðharri for
dømir burka
Franski ráðharrin Fadela
Amara sigur segc taka
undir við úrskurðinum hjá
einum dómstóli, sum hev
ur sýtt fyri at geva einari
kvinnu úr Marokko fransk
an ríkisborgararætt, tí hon
gongur í burka, sum fjalir
allan kroppin og andlitið.
Fadela Amara, sum er
muslimur, sigur seg vóna,
at úrskurðurin hjá dómstól
inum fer at fáa ráðaríkar
muslimskar menn í Frak
landi at gevast við at krevja,
at konur teirra skulu ganga
í burka. Við blaðið Le
Parisien sigur ráðharrin, at
tað at krevja, at kvinnur
skulu ganga í burka, er sum
at koyra tær í fongsul.
Konan, sum ikki kann
fáa franskan ríkisborgara
rætt, tí hon gongur í
burka, er 32 ára gomul og
hevur búð í Fraklandi síð
ani 2000. Hon er gift og
eigur trý børn, sum øll
eru fødd í Fraklandi.
Burka fjalir alt uttan eyguni
Mynd: AFP
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Vit mugu gera pakistanum greitt, at megna teir tað ikki,
tilskila vit okkum rætt til at fara hagar eftir bin Laden
Barrack Obama
útlond
Í Ísrael var sorg, í gjár
tá líkini av tveimum
hermonnum komu
heimaftur, men í
Libanon var veitsla,
tí fimm fangar
komu heim í býti
við líkini av teimum
báðum ísraelsku her
monnunum
Klokkan hálvgum níggju
gjáramorgunin vórðu fimm
libanskir menn fluttir úr ein
um ísraelskum fongsli til
býin Nahariya, sum er á
markinum millum Ísrael og
Libanon. Um somu tíð vóru
menn hjá Hizbollah komnir
til markið við tveimum kist
um. Í teimum vóru líkini av
tveimum ísraelskum her
monnum, sum Hizbollah
tók til fanga undir krígnum
millum rørsluna og ísraelska
herin fyri tveimum árum
síðani.
Eldad Regev og Ehud
Goldwasser vórðu tiknir til
fanga á sumri í 2006, og tað
var tann tilburðurin, sum
elvdi til kríggið millum
Ísrael og Hizbollah, og sum
vardi 33 dagar og kostaði
1.200 libanum og 160 ísra
elsmonnum livið.
Fýra av teimum fimm lib
ansku
fangunum,
sum
sluppu úr ísraelska fongslin
um í gjár, eru limir í Hiz
bollah og vórðu tiknir til
fanga undir krígnum fyri
tveimum árum síðani. Tann
fimti, Samir Kantar, var við
í einum álopi í Ísrael í 1979,
sum hann fekk lívlanga
fongsulsrevsing fyri. Ísra
elskir fjølmiðlar skrivaðu í
gjár, at landsins forseti hevði
givið Samir Kantar fyrigev
ing, men at forsetin var ikki
vitandi um, at tað var tað
sama sum at veita honum
grið og lata hann leysan.
Sorg og fagnaður
Meðan ísraelsmenn hildu
tøgn til minnis um teir báð
ar hermenninar, vórðu teir
fimm libansku fangarnir
heilsaðir sum hetjur, tá teir
komu um markið. Fram við
strandarvegnum
millum
marknabýin
Nakura
og
havnarbýin Saida hingu
fløgg og skelti, sum heils
aðu teimum fimm.
Sum lið í avtaluni við
libansku myndugleikarnar
er Ísrael gingið við til at
lata libanum leivdirnar av
umleið 200 monnum, sum
eru falnir í samanbrestum
við ísraelska herin tey sein
astu árini.
Við framkomnari
myndatøkni hevur
evropeisku rúmdar
stovnurin ESA gjørt
nakrar sera góðar
myndir av gongu
stjørnuni Mars
Myndirnar av Mars hevur
rúmdarfarið Mars Express
tikið. Tær eru tiknar soleiðis,
at tær geva eina sera góða
lýsing av, hvussu tað sær út
uppi á teirri reyðu gongu
stjørnuni, sum Mars vanliga
verður kallað, og sum er
millum 56 og 103 milliónir
kilometrar frá Jørðini.
ESA brúkar eina serliga
tøkni, har fleiri myndir av
sama staði verða tiknar við
ymsum vinklum og síðani
lagdar oman á hvør aðra. Á
hendan hátt ber til at fáa
myndir, sum eru betri, enn
vanlig myndatøkni klárar,
sigur ESA.
Á myndunum, sum ESA
hevur
almannakunngjørt
hesaferð, sæst landslag, ið
minnir um Grand Canyon í
USA. Hetta er í økinum við
Echus Chasma, sum er
beint norðan fyri ekvator á
Mars. Granskarar halda, at
vatn hevur verið á hesum
leiðunum eina ferð í tíðini.
Echus Chasma er eitt 100
kilometrar langt og tíggju
kilometrar breitt láglendi í
hálandinum Lunar Planum.
Tann størsti dalurin í økin
um eitur Kasei og er sam
bært granskarunum umleið
fýra kilometrar djúpur.
Grand Canyon á Mars
Økið minnir um Grand Canyon, og her hevur vatn verið einaferð, siga granskararnir
Mynd: ESA
Tvey lík í býti við
fimm fangar
Eldad Regev og Ehud Goldwasser komu aftur til Ísraels í kistum
Mynd: Polfoto
Ein ísraelskur løgreglumaður saman við teimum fimm libansku fangunum, beint áðrenn teir vórðu latnir leysir
Mynd: Polfoto