hósdagur 17. juli 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 136 - 17. juli 2008
Kryvjivirkið liðugt 15. august
Í gjár kom ein fraktbátur á Sørvág við hesum stóra karinum, sum
verður móttøkukar á nýggja virkinum, her rúmast 20 tons av laksi í.
Seinasti laksurin verður kruvdur á gamla kryvjivirkinum nú
hósdagin, fríggjadagin fara starvsfólkini á gamla kryvjivirkinum í
summarfrí og tá tey byrja aftur um 15. august verður tað á nýggja
kryvjivirkinum í Sørvági. Umstøðurnar á nýggja krivjivirkinum í
Sørvági verða munandi betur enn á gamla virkinum. Har verður
rúmsátt og arbeiðsligt, arbeiðsgongdin verður nógv lættari og eisini
kann nógv meira fiskur verða kruvdur uttan stórvegis hóvasták.
Bankastjórar skoraðu kassan
Leiðslan í Danske Bank hevur eftir øllum at døma tev fyri
virðisbrævahandlum. Teir fimm, Jakob Broggaard, Peter Straarup,
Tonny Thierry, Sven Erik Lystbæk og Per Damborg Skovhus,
seldu nevnliga allir stóran part av partabrøvum sínum um tað
mundið, tá Danske Bank partabrævið í fjør toppaði á kurs 271.
Síðani er kursurin stútt dalaður. Á business.dk verður nevnt, at
handilin hjá Peter Straarup við dagsins kursi hevði givið 10
milliónir minni, enn hann gjørdi, tá stjórin í fjør seldu partabrøv
síni.
Nú bløðini skriva, várt
land fer um koll..
Mangir løkir smáir birta stórar áir. Nú alt fer til himmals: Oljan,
streymurin, tryggingin, matvørurnar og rentan er framvegis okkurt
vit sjálvi kunnu gera, til tess at minka um privatnýtsluna.
Lagt til rættis: Rigmor Dam
Fyll vaskimaskinuna – 30 stig
er nóg mikið til klæði sum
krevja 40 stig
Hong klæðini upp
Hvørja ferð tú turkar eina maskinu við klæðum í turkitrumluni
kostar tað næstan 7 krónur í streymi. So har er nógv at spara við
at hanga klæðini upp. Eisini loysir tað seg at sentrifugera klæðini
einaferð eyka í vaskimaskinuni. Hetta veit Kristianna Rein,
orkuráðgevi hjá SEV, at siga okkum.
Ongar pengar - men lekkrar negl!
Tær nýtist ikki at keypa dýrar vørur, um tú vilt hava blankar og sunnar negl. Smyr
eitt tunt lag av vaselin á neglirnar, neglabondini og fingrarnar áðrenn tú fert í song.
Og visti tú, at bíligur neglalakkfjernari frá matvøruhandlinum er betri enn dýru
merkjavørurnar? Hetta vísir ein nýggj kanning hjá Politiken.
Dankort: Vissi vegurin
til yvirtrekk..
Tak eina ávísa upphædd út fyrst í mánaðinum til mat og
klæði. Být pengarnar sundur í brævbjálvar; ein til hvørja
viku. Skriva innkeypslista og tak bara reiðan pening við
til handils.
Heimagjørt
pussikrem
½ kopp av mjøli
½ kopp av salti
½ kopp av vaskipulveri
¾ kopp av edikki
1/3 kopp av sitrónsaft
½ kopp av vatni
Sparandi
skíggjar
Farteldur og flat
skermar brúka bert
helvtina av streyminum
sum vanligar teldur og
eldri sjónvørp.
- men sósin skal smakka
Eigur tú eina reyv av róma, reyðvíni, hvítvíni ella
písakaðum róma, kanst tú frysta hana niður til eina
himmalska sós eitt hugnaligt leygarkvøld.
Drekk vatn – tað er ókeypis !!
Lat kreativi-
tetin blóma
Endurnýtsla er bæði stuttlig,
kreativ og persónlig.
Í Tinghúsinum á Hjalla verða
góðir og brúkiligir lutir seldir
– lutir, sum annars høvdu
farið á brennistøðina.