hósdagur 17. juli 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 136 - 17. juli 2008
Lættari flogsetur
Allir steinar verða vendir, nú flogfeløg um allan heim
royna at finna hættir at spara olju uppá. Seinast hevur
Lufthansa gjørt av, at øll setrini í flogførum teirra skulu
skiftast við nøkur úr serliga løttum tilfari. Átakið verður
mett at spara felagnum 5.000 tons av olju um árið. Aðra
staðni hevur US Airways tikið videoútgerðina úr øllum
innanríkis flogførum, og hjá Sterling eru øll gólvteppi í
flogførunum skift út við teppi úr lættari tilfari.
50 kilometrar av spam
TDC, sum hevur á leið 1,5 milliónir internetkundar, sigur,
at teirra spam-filtur í ár forðar á leið 6,5 milliardum
spam-postum at røkka brúkarunum. Hendan mongdin er
somikið stór, at vórðu fangaðu spam-postarnir fyri ein
mánað printaðir út, varð bunkin heilar 50 kilometrar
høgur.
pínubonkin
ryggin, tá ið tit fráboðað utt-
an um hann, at tingbólkurin
tekur undir við tunnilssemj-
uni.
- Vit stinga avgjørt ikki
Gerhard Lognberg í ryggin,
tí Sandoyartunnilin hevur
ongantíð verið so nær sum
hann er nú og hendan semj-
an er so góð, sum hon fær
verið.
John Johannessen sigur
tvørturímóti, at eftir hansara
tykki, hevur tingbólkurin
hjá Javnaðarflokkinum havt
ómetaliga gott tol við Ger-
hard Lognberg og víst hon
stórt trúfesti.
- Eg sakni, at tað eisini
gongur hinvegin.
- Men tað ber ikki til at
vit ganga í tveimum og tí
vil eg hava greitt svar frá
Gerhard í næstu viku, tí eg
vil hava greiði á, hvussu
nógv, eg skal telja upp í, tá
ið tingmanning Javnaðar-
floksins skal teljast saman
og vit skulu finna útav
grundarlagnum undir sam-
gonguni, sigur John Johan-
nessen.
John Johannessen stað-
festir, at tað hevur avgerandi
týdning, at tunnilsmálið
fæst aftur um og endaliga
avgreitt so at samgongan
kann fara í holt við onnur
stórmál, sum ríða samfelag-
num, eitt nú hækkandi ren-
ta, dýrkandi olja og matur,
minni fiskur og so víðari.
Sandoyartunnilin
nærri enn nakrantíð
Annars váttar John Johanne-
ssen, at javnaðarflokkurin á
tingi tekur undir við tilmæli-
num hjá tunnilsbólkinum
hjá samgonguni.
- Við hesi semjuni í
tunnilsbólkinum er Sand-
oyartunnilin komin nærri
enn nakrantíð, men sam-
stundis verður atlit tikið at
búskaparligu støðuni.
- Eftir avtaluni skal parta-
felagið
Sandoyartunnilin
stovnast longu í næstu ting-
setu. Samstundis er avtalan
at skjóta 50 milliónir í parta-
felagið um árið tað er eitt
stórt og avgerandi stig fram
ímóti at fremja ætlanina.
Men beint nú vil ikki
hongja seg í, hvør tunnil
skal gerast fyrst, tann í
Eysturoy ella tann í Sand-
oy.
Annars staðfestir hann, at
endamálið er, at farast skal
undir Sandoyartunnilin, tá
ið fíggjarlógin í 2011 er
samtykt.
- Men sjálvandi mugu vit
eisini taka øll teknisk og
búskaparlig fyrilit. Talan er
um heimsins longsta undir-
sjóvartunnil og tí ber ikki
til at rista eina loysn úr erm-
uni og tí
skilji eg landsstýriskvinn-
una í vinnumálum væl, tá
ið hon ikki treytaleyst vil
binda seg til eina dagseting
fyri, nær farast skal undir
Sandoyartunnilin,
sigur
John Johannessen.
Hann vil heldur ikki í eitt
kjak um, hvør tunnil skal
gerast fyrst, tann í Eysturoy
ella tann í Sandoy.
Eg eri bæði til
reiðar at fara úr
tingbólkinum og
úr samgonguni, tí
fráboðanin frá Javn
aðarflokkinum í dag
er ein knívur í ryggin,
sigur Gerhard Logn
berg
UndirsjóvartUnlar
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Hetta er ein knívur í rygg-
in á mær.
Gerhard
Lognberg
er
bæði vónbrotin og fortør-
naður um, at formaðurin í
tingbólkinum hjá Javnaðar-
flokkinum nú alment hevur
boðað frá, at Javnaðarflokk-
urin á tingi tekur undir við
tilmælinum
hjá
tunnils-
bólkinum hjá samgonguni.
- Eg skilji ikki, hvussu
tingbólkurin kann koma við
eini fráboðan sum hesari, tí
vit hava ongantíð havt fund
um málið, staðfestir Ger-
hard Lognberg.
-
Sjálvur
eri
eg
í
tingbólkinum, men ongin í
Javnaðarflokkinum
hevur
so mikið sum tosað við meg
um tilmælið hjá tunnilsbólk-
inum, uttan Mikkjal Søren-
sen, sum sat í bólkinum og
sum ringdi at boða mær frá,
at hann hevði góðtikið til-
mælið.
Skal fegin
gjalda prísin
Gerhard Lognberg endur-
tekur enn einaferð, at hann
tekur ikki undir við tilmæli-
num fyrrenn ein beinleiðis
dagur er ásettur fyri, nær
farast skal undir Sandoyar-
tunnilin.
Og hann staðfestir, at
hann fer ikki at lata seg
kroysta til at taka undir við
tilmælinum, tí tað ger hann
ikki.
- Takið eg undir við hes-
um, stingi eg bæði Sandoyn-
na og Skúvoynna í ryggin,
bara fyri ein tingsess og tað
havi eg ikki samvitsku til ,
sigur Gerhard Lognberg.
Sum tað sæst í greinini á
síðu átta, fer javnaðarflokk-
urin at hava fund við teg í
næstu viku, har tey krevja
greitt svar um tú tekur undir
við tilmælinum. Hin møgu-
leikin er, at tú framvegis
heldur fast um at vraka til-
mælið og sostatt setur teg
sjálvan uttanfyri bæði ting-
bólkin hjá Javnaðarflokki-
num og samgonguna.
- Tey skulu sanniliga fáa
eitt greitt svar frá mær og
tað er, at eg taki ikki undir
við tilmælinum.
- Er hetta treytin fyri at
vera við í tingbólkinum og í
samgonguni, skal eg fegin
offra bæði tingbólkin hjá
Javnaðarflokkinum og sam-
gonguna fyri Sandoyar-
tunnilin.
- Eg taki ikki undir við til-
mælinum, so skal eg heldur
koyrast úr bæði tingbólki
og samgongu.
Hinvegin leggur hann
dent á, at hann fer ikki at
melda seg úr Javnaðarflokk-
inum, tí tað eru mong javn-
aðarfólk, sum stuðla mær.
Men ert tú ikki bangin
fyri, at treytaleysa støða tín
fer at hava tað avleiðing, at
alt dettur niðurfyri?
Nei, tað eri eg ikki, tí vit
hava framvegis eina lóg í
gildi sum sigur, at farast
skal undir Sandoyartunnilin
1. november næsta ár.
- Var nakar vilji at fara
undir
Sandoyartunnilin,
kundi samgongan sum einki
sett eina dagseting á, um
tað so ikki var fyrrenn síðst
í 2010 ella fyrst í 2011, tí
tað hevði eg kunnað góðtik-
ið.
- Skal eg taka undir við
tunnilssemjuni, er avgjørda
treytin, at dagur verður
ásettur, so at tað verður í
valskeiðnum hjá hesari sam-
gonguni, at farið verður
undir Sandoyartunnilin og
tann støðan vikast ikki, stað-
festir Gerhard Lognberg.
Míni egnu stinga meg í ryggin
Javnaðarflokkurin og samgongan skulu sanniliga fáa eitt greitt svar frá mærog tað er, at eg taki
ikki undir við tilmælinum. So skal eg fegin betala prísin, sigur Gerhard Lognberg
Við hesi sjáldsama stuttu, men eisini sjáldsama greiðu
fráboðan í gjár, ger Javnaðarflokkurin sína støðu greiða í
spurninginum um undirsjóvartunlarnar.
Fráboðanin er soljóðandi:
Góðu fjølmiðlar!
Tingbólkur Javnaðarfloksins tekur undir við tunnilssemjuni.
Vinarliga
John Johannessen,
Form.
FAKTA