Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. juli 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 136 - 17. juli 2008 Klaksvíkar Býráð 100-ára standmynd Hans Pauli Olsen hevur nógv at gera. Júst liðugur við avdúking at stásiligu standmyndini av Trónda í Gøtu, er Hans Pauli farin undir næsta stóra verk sítt, sum skal reisast í Klaksvík. Avdúkingin av 100-ára standmyndini, sum er ein frí standmynd, verður á sjómannadegnum 16. august 2008 og kemur at standa niðan fyri Gamla Kirkjugarð, sunnarlaga á økinum. Saksaberg á sildaveiði Øll tey føroysku nótaskipini hava ligið tann seinasta mánaðan, sildin hevur verið ov rak, tí hevur prísurin eisini verið so vánaligur, at øll tey føroysku nótaskipini heldur hava valt at liggja við kaj, meðan sildin hevur etið seg feita. Um midnáttarleitið í gjárkvøldið loysti Saksaberg, og skiparin, Virgar Fagraklett, sigur, at ætlanin er at fara á Sandoyarbankan at leita, tí okkurt ár hevur sild verið at fingið á Sandoyarbankanum um hesa tíðina. Skiparin sigur, at teir eiga um 3000 tons eftir at fiska av sildakvotuni, og at roknað verður við, at prísurin fer at batna, sum summarið líður. Manningin á Saksaberg telur 11 mans. Javnaðarflokkurin leggur nú Gerhard Lognberg á pínubonk­ in og krevur eitt greitt svar frá honum um hann svølgir kamelin ella um hann fer úr tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum og sostatt eisini úr samgonguni UndirsjóvartUnlar Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Skal Gerhard Lognberg framvegis roknast sum ein partur av tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum og sostatt eisini ein partur av samgonguni, ella stendur hann uttanfyri? Tað vil Javnaðarflokkurin nú hava eitt endaligt og ófrá- víkiligt svar upp á frá Ger- hard Lognberg longu í næs- tu viku. Tingbólkurin hjá Javnað- arflokkinum almannakunn- gjørdi í gjár, at hann tekur undir við tilmælinum hjá tunnilsbólkinum hjá sam- gonguni um undirsjóvar- tunnilin í Eysturoy og í Sandoy. Men tann eini tinglimurin hjá flokkinum, Gerhard Lognberg, hevur ikki verið til at vika. Hann vil ikki taka undir við tilmælinum av tí at hann heldur, at tað veitir alt ov lítla trygd fyri, at farið verður undir arbeið- ið at bora Sandoyartunnilin í hesum valskeiðnum og tað er eitt ófrávíkiligt krav frá honum. Troyttast av Gerhard Men nú er restin av Javn- aðarflokkinum væl og virði- liga farin at troyttast av sjálvdráttinum hjá tinglim- inum úr Sandoynni. Tingbólkurin vil sostatt hava eitt greitt svar frá Ger- hard Lognberg um hann svølgir kamelin og góðtekur tunnilssemjuna. Ger hann ikki tað, er hann ikki longur ein partur av tingmanningini hjá Javnað- arflokkinum og sostatt held- ur ikki limur í samgonguni longur. - Tað er ógvuliga umráð- andi fyri meg, at eg veit við fullari vissu, hvussu nógv eg skal telja uppí, tá ið ting- bólkurin hjá Javnaðarflokki- num verður taldur upp, sig- ur John Johannessen, for- maður fyri Javnaðarflokkin á tingi. Tað hevur eisini týdning fyri at vita um samgongan hevur ein meiriluta aftanfyri seg, leggur hann afturat. Tí fer Javnaðarflokkurin á fundi í næstu viku at krev- ja av Gerhard Lognberg, at hann gevur eitt greitt og endaligt svar um at fram- vegis skal vera ein partur í Javnaðarflokkinum á Løg- tingi og sostatt eisini ein partur í samgonguni, ella um hann setir seg uttanfyri. Men treytin fyri at hann kann verða verandi í ting- bólkinum hjá Javnaðar- flokkinum og í samgonguni, er, at hann tekur undir við tilmælinum hjá tunnils- bólkinum hjá samgonguni? - Ja, sjálvnandi er tað tað, staðfestir John Johannessen Havt ómetaliga gott tol Hann vil ikki hugsa um, hvørjar avleiðingar tað fer at fáa, skuldi tað hent, at Gerhard Lognberg heldur fast um sína støðu og ikki vil taka undir við tunnils- semjuni og sostatt í veru- leikanum meldar seg úr samgonguni. - Tað er ein spurningur, sum vit taka støðu til, tá ið støðan er komin hartil og fyrrenn tá fari eg ikki at hugsa so nógv um tað, sigur John Johannessen. Men er tað ikki at stinga tykkara egna tingmann í Gerhard Lognberg lagdur á - Vit hava havt ómetaliga stórt tol við Gerhard Lognberg, men nú skal hann út við einum greiðum svari um hann framvegis er ein partur í Javnaðarflokkinum á Løgtingi og samgonguni, ella um hann er uttanfyri, sigur John Johannessen, formaður í Javnaðarflokkinum á tingi