hósdagur 17. juli 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 136 - 17. juli 2008
Síðani Roskilde Bank kom
í kreppu og mátti fáa hjálp
frá Tjóðbankanum, hava
danskir
fjølmiðlar
gjørt
nógv burturúr, at tað eru
serliga teir smáu bankarnir,
sum hava fingið eitt bak
kast. Men um hugt verður
at tølunum, sæst, at tað
gongur einki frægari hjá
størsta bankanum í Dan
mark, Danske Bank.
Ein uppgerð hjá danska
kringvarpinum vísir, at á
nýggjárinum var Danske
Bank 186 milliardir krónur
verdur, men hesar seks
mánaðirnar er virðið fallið
so nógv, at tað nú er komið
niður á 84 milliardir krónur.
Verður dagsins virði so
samanborið við virðið á
bankanum fyri einum ári
síðani, sæst, at virðið nú er
júst helvtin av tí, sum tað
var í juli í fjør. Tá var
Danske Bank 164 milliardir
krónur verdur.
Bankaserfrøðingurin hjá
Jyske bank, Christian Hede,
sigur við danska kringvarp
ið, at tað er ikki ov nógv
sagt, at tað seinasta hálva
árið hevur tað verið ein
vánalig íløga at eiga parta
brøv
í
Danske
Bank.
Hinvegin ber hann ikki ótta
fyri, at landsins størsti
banki fer at koma í kreppu,
tí ein stórur partur av útlán
unum, sum bankin hevur
veitt, eru realkredittlán, og
har hava tapini verið smá.
Tað er burturvið,
tá Børsen setir Eik
Banka í bás saman við
Roskilde Bank, sigur
Marner Jacobsen,
forstjóri
Eik Banki er tann peninga
stovnurin á danska virðis
brævamarknaðinum,
sum
er fallin næstmest í virði,
og tað fekk blaðið Børsen
at sammeta Eik Banka við
Roskilde Bank, sum mátti
fáa hjálp frá Tjóðbank
anum.
Men tað er púra burtur
við og óseriøst av Børsen,
segði Marner Jacobsen, for
stjóri í Eik Banka, við
útvarpið hjá Kringvarpin
um.
Marner Jacobsen segði
seg vera vónbrotnan av, at
bankin varð tikin burturúr
mongdini, uttan at viður
skiftini vóru lýst til fulnar.
Eik Banki er avgjørt
ikki í kreppu, og vit síggja
avgjørt ikki stór tap fyri
framman, segði forstjórin.
Landsbankastjórin
er ikki bangin
fyri, at fallið á
partabrøvunum
í Eik Banka fær
landsbúskaparligar
avleiðingar
Bankar
Árni Joensen:
arni@sosialurin.fo
Tá Eik Banki varð skrásett
ur á Virðisbrævamarknaðin
um tann 12. juli í fjør, segði
Sigurð Poulsen, landsbanka
stjóri og formaður í VMF,
at hóast tær skrásettu fyri
tøkurnar vóru bara tríggjar
í tali, umboðaðu tær eitt
ógvuliga stórt virði. Hann
legði afturat, at hetta vísti,
hvussu stóran týdning hesar
fyritøkur høvdu fyri før
oyska samfelagið.
Hetta var fyri júst einum
ári síðani. Men hóast virðið
á partabrøvunum í Eik
Banka er fallið nógv síðani,
heldur
landsbankastjórin,
at støða bankans í samfel
agnum er ikki broytt stór
vegis.
Eik Banki er líka sterkur
nú sum tá, og hann hevur
líka stóran týdning fyri sam
felagið í dag sum tá, sigur
Sigurð Poulsen. Spurdur,
hví partabrøvini í Føroya
Banka ikki hava verið fyri
sama falli sum tey í Eik
Banka, sigur landsbanka
stjórin, at tað er ilt at siga,
men ein frágreiðing kann
vera, at Eik Banki hevur
størri virksemi uttanlands
enn Føroya Banki.
Vanir við sveiggj
Stjórin í Landsbankanum
ásannar, at hetta er ikki ein
ynskilig støða, men hann
væntar ikki, at støðan verð
ur varandi. Og hann stúrir
ikki fyri Eik Banka, tí teir
føroysku
bankarnir
eru
sterkir, sigur hann.
Ein týðandi spurningur
er sambært landsbanka
stjóranum, hvørja ávirkan
tað stóra virðisfallið fær á
álitið á Eik Banka. Tað eru
íleggjararnir, sum eru teir
stóru tapararnir, men Sigurð
Poulsen væntar ikki, at tað,
sum er hent, fer at taka
íleggjararnar av fótum.
– Føroyingar eru vanir
við, at tað gongur upp og
niður, og vit burdu verið før
fyri at klára sveiggini í
heimsbúskapinum.
Sam
stundis skulu vít gleðast
um, at trupulleikarnir ikki
hava sín uppruna her hjá
okkum, men aðrastaðni, og
vit skulu vera glað fyri, at
vit eru sterk, nú tað hendi,
sigur landsbankastjórin.
Skulu vera glað fyri vit eru sterk
Sigurð
Poulsen:
– Spurning
urin er, um
virðisfallið
fer at ávirka
hugin at gera
íløgur í Eik
Banka
Ætlanin hjá Eiðis
kommunu at byggja
stadionøkið í
bygdini liggur still
kommunur
Árni Joensen:
arni@sosialurin.fo
Í fjør samtykti bygaráðið
á Eiði at fara undir at gera
stadionøki niðri í Hólman
um, men ein kæra frá
borgarum í bygdini steðg
aði fyrireikingunum. Mál
ið hevur verið á borðinum
á Umhvørvisstovuni, hjá
lokalu friðingarnevndini
og er nú hjá Yvirfriðingar
nevndini. Avgjørt varð, at
Umhvørvisstovan
skal
gera eina árinskanning í
sambandi við ta ætlaðu
verkætlanina.
Tordur J. Niclasen, borg
arstjóri, sigur, at einki
hendir í stadionmálinum,
fyrr enn árinskanningin er
liðug og frágreiðing skriv
að. Tað verður ætlandi í
septembur ella oktobur,
og tá fer Yvirfriðingar
nevndin so at taka støðu
til ætlanina hjá kommun
uni.
Árinskanningin kostar
180.000 krónur, og hana
rindar kommunan.
Stadionætlan bíðar
eftir árinskanning
Ætlanin hjá Eiðis kommunu er at gera stadionøki her niðri
í Hólmanum
(Mynd: Sofus D. Johannesen)
Danske Bank minkaður
eina helvt
Óseriøs skriving
Marner Jacobsen
Nýggj EP frá Peturi
Nú Bet You Are William skal framføra á Mini G!,
Ólavsøkukonsertini/Fut í býin, Summarfestivalinum og
Fjarðafestivalinum verður ein EP útgivin. EP útgávan verður einans
tøk talgild á heimasíðuni hjá www.rockpipitrecords. Á útgávuni eru
sangirnir, Dynasti, So long og Here we go, Stereo. Harumframt
verður eitt remix frá Baby av sanginum Here we go, Stereo.
Remiksið verður einans tøkt á EP útgávuni. Sagt verður í
tíðindaskrivi, at EP útgávan umboðar meginpartin av tí, ið vit
kunnu rokna við á endaligu útgávuni hjá bólkinum.
Norðfra í Irma
Tað hevur eydnast føroyska Norðfra, sum framleiðir
lidnar vørur úr fiski, at gera samstarv við stóru
handilsketuna, Irma. Samráðingarnar við Irma byrjaðu
fyri tveimum arum síðani, og seinasta árið hava vørur frá
Norðfra verið at finna í diskunum hjá fyritøkuni. Nú er
samstarvið víðkað, soleiðis at fiskasuppa, fiskafløk og
annað frá Norðrfra er at finna í øllum handlum hjá Irma.