hósdagur 17. juli 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 136 - 17. juli 2008
13
Undir omanfyri nevnda
heiti hevur ein bólkur frá
Fíggjarmálaráðnum og
Landsbankanum latið eitt
álit úr hondum um al
mennu eftirlønarskipanir
hjá føroyingum.
Høvuðsniðurstøðan í
álitinum – sum heldur má
kallast ein skitsa – er, at
eldraútreiðslurnar fara at
økjast munandi, og at
vøksturin í hesum tí má
minkast. Sum grundarlag
undir ymiskum uppskotum
og forsøgnum eru gjørdar
útrokningar og forsagnir,
sum allar byggja á, at
demografiskar framskriv
ingar vísa, at talið av eldri
(yvir 65 ár) økist og harvið
“eldrabyrðan” eisini økist,
meðan talið av yngri fólki
bæði lutfallsliga og
absolutt minkar.
Út frá hesum kunngerð
arbeiðsbólkurin, at
1) eldraútreiðslurnar sum
prosentpartur av BTÚ
vaksa so nógv, at tað
førir til økt skattatrýst
og fíggingartrupulleikar
2) Landskassin fer ikki
longur at kunna røkja
sínar skyldur
3) Landskassin fer ikki
longur at kunna fíggja
pensiónir og og røktar
tænastur
4) tað tí er neyðugt at gera
stórar broytingar av
almennu og persónligu
pensiónsskipanunum
Um ein uttan víðari góðtek
ur framskrivingarnar og
útrokningarnar, so er
sjálvandi rætt, at framtíðar
útreiðslurnar verða ógvis
ligar. Men spurningurin er,
um fortreytirnar eru rættar.
Tað eru ongar alternativar
demografiskar framskriv
ingar gjørdar, og harafturat
fata tær um eitt tíðarskeið
frá 2007 til 2050. Tað er
eitt langt tíðarskeið við
stórum og vaksandi óviss
um tess longur fram í
tíðina ein roknar.
Tað mest vissa er helst,
at talið av eldri fólki økist,
tí meðallivialdurin økist.
Væntandi og vónandi
verður heilsustøðan hjá
teim eldru eisini betur, so
tey klára seg longur upp í
árini, eisini á arbeiðs
marknaðinum. Men hví
skal talið av yngri fólkum
minkað? Eru ikki allar
politiskar ætlanir og visión
ir grundaðar á, at tað skal
gerast betur og betur at liva
í Føroyum, og harvið
skuldi fráflytingin minka
og helst tvørturímóti til
flytingin aftur økjast.
Demografisku útrokning
arnar eru tí óvuliga iva
samar.
Er neyðugt við stórum
broytingum í pensións
viðurskiftunum?
Spurningurin stingur seg
sjálvandi upp, tá arbeiðs
bólkurin leggur upp til so
ógvisligar broytingar, sum
her verður gjørt. Eisini fær
ein fatan av, at viðurskiftini
eru nógv annarsleiðis og
betur í øðrum londum.
Men er hetta nú so? Eg
skal koma aftur til hetta,
men haldi ikki, at viður
skiftini eru nógv betur,
burtursæð frá, at privatu
pensiónsskipanirnar helst
eru meiri framkomnar í
fleiri øðrum londum.
Føroyska eftirlønarum
ráðið byggir á, og eigur at
byggja á, triggjar súlur,
nevniliga fólkapensiónina,
arbeiðsmarknaðar eftir
lønargrunnin, nú nevndur
AMEG, (mær dámar betur
orðalagið samhaldsfasti)
og persónligar pensións
skipanir.
Fólkapensiónin
Fólkapensiónin er skipað
við eini grundupphædd til
allar borgarar, sum hava
fylt 67 ár. Grundupphædd
in er hægri fyri støk enn
fyri gift. Eini hjún fáa um
leið 150 % av tí, sum ein
stakur fær. Nakað serstakt
fyri hesa veiting er, at hon
er skattafrí. Harafturat er
møguleiki fyri serligari
viðbót til fólkapensiónina,
um viðkomandi onga aðra
ella bert lítla aðra inntøku
hevur. Kjakast kann um
fólkapensiónsveitingin,
serliga grundupphæddin,
er nóg høg. Sjálvandi vilja
øll, serliga pensionistarnir
sjálvir, halda, at hon átti at
veri hægri. Hon er, so vítt
eg veit, ikki regulerað nú í
mong ár. Eftir míni uppfat
an átti hon at veri nakað
hægri og við eini meiri
innbygdari regulering. Har
afturat átti munurin á
grundupphæddini til ein
stakan og giftan at veri
minni. Eini hjún áttu at
fingið eini 175 % av tí ein
stakur fær.
Grundupphæddin er til
øll yvir 67 ár. Hetta er ein
samhaldsfast veiting, sum
øll hava rætt til, og øll hava
goldið skatt til gjøgnum
eitt langt lív. Tá tey ikki
hava kunnað drigið tann
goldna skattin frá, er tað
eisini rætt og rímiligt, at
tey heldur ikki gjalda skatt
av veitingini, tá hon verður
útgoldin. Hon skal heldur
ikki ávirkast av, um við
komandi hevur aðra inn
tøku, tvørturímóti skal
pensionisturin uttan ótta
fyri at missa fólkapensión
ina kunna útvega sær aðrar
inntøkur, tað verið seg
arbeiðsinntøkur, aðrar pen
siónsskipanir, rentuinn
tøkur ella hvørt av sínum.
Samhaldsfasti arbeiðs
marknaðar eftirlønar
grunnurin
Hendan skipanin er rætti
liga nýggj, men hevur
longu víst seg, at vera eitt
sera gott – fyri ikki at siga
genialt – tiltak. Persónliga
gleðist eg um, at eg sjálvur,
hóast ivasamur, læt meg
yvirbevísa um rættleikan
av hesi skipan. Skipanin er
bygd á samhaldsfesti, og
grundarlagið er gjald frá
arbeiðsmarknaðinum, bæði
arbeiðsgevara og løntakara.
Arbeiðsgevarin rindar av
allari útgoldnari løn, með
an løntakarin rindar til
hann fyllir 67 ár. Aftaná
fyltan 67 ára aldur fær ein
og hvør borgari búsitandi í
landinum útgoldið tað
ásettu veitingina. Sam
haldsfesti liggur í, at hvør
borgari, líka mikið um
hann hevur búð í Føroyum
alla sína tíð ella bert stutta
tíð, fær veitingina. Hin
vegin fær ein einki aftaná
fráflyting úr Føroyum.
Hetta er ein røtt, góð og
einføld skipan, og eigur
ikki at verða broytt, sum
røddir hava verið frammi
um í samband við norður
lendskar skipanir. Hendan
skipanin er sum sagt gold
in av arbeiðsmarknaðinum
og kostar ikki landskass
anum nakað, og økir tí ikki
um tað sokallaðu “eldra
byrðina”. Tvørturímóti,
hon økir um kapitalvøkst
urin í samfelagnum, og
eftirsum borgarin kann
draga loypandi gjaldið frá í
skatti, skal útgjaldingin
skattast, samstundis sum
upphæddin tá fer í vanliga
búskaparliga rensli.
Tað gleðiliga er hent, at
hendan skipanin hóast
lutfallsliga nýggj, longu
kann gjalda stívliga 2.000
kr. um mánaðan til hvønn
borgara yvir 67 ár. Møgu
liga átti hendan upphædd
at veri nakað hægri, sum
til dømis Henrik Old hevur
borið uppá mál. Men
grunnurin skal stýrast skyn
samiliga og grundfestast,
so hann altíð hevur ráð til
síni útgjøld, og hesi skulu
økjast sum frálíður. Rokn
ast kann við, at um eini 34
ár verður mánaðarliga
veitingin eini 4.000 kr.
Persónligar eftir
lønarskipanir
Tað sum partvís longu nú,
men uppaftur meira í fram
tíðini, fer at muna mest í
inntøkunum hjá eldri fólki,
er persónligu eftirlønar
skipanir. Tað finnast longu
nú nógvar slíkar skipanir,
sum fólk hava, partvíst
gjøgnum sín arbeiðsgevara
og partvíst heilt persónliga.
Her snýr tað seg um, at tað
ein rindar inn á slíkar
skipanir, eigur ein sjálvur
og fær útgoldið, tá aldurin
kemur, eftir teim reglum
og treytum, sum uppsettar
eru. Slíkar skipanir røkka
sostatt ikki til næstan, tað
vil siga, tær eru ikki sam
haldsfastar. Fyri kortini at
tryggja, at so mong sum
møguligt fáa lut í hægri
pensiónsveitingum á
gamalsaldrinum, uttan at
tað kemur at kosta lands
kassanum ella tí almenna
ov nógv, er hugsanin tann,
at øll so tíðliga sum
møguligt á lívsleiðini og
inntil t.d. 67 ár, sum hava
inntøku frá arbeiði ella
øðrum veitingum, skulu
hava skyldu at gjalda
ávísan prosentpart av hesi
inntøku til eina persónliga
skipan. Tá pensiónsaldurin
er náddur kann veitingin
útgjaldast. Tað mest
rímuliga er, at slíkar lóg
ásettar skipanir vera skip
aðar sum ratu gjaldingar.
Harumframt hava fólk
sjálvandi loyvi til at gera
sær sínar egnu frívilligu
skipanir, sum tey hava hug
ella møguleika til.
Hvussu skal ein pen
siónsreformur skipast?
Tað hastar at gera nakað, tí
pensiónsuppsparing tekur
sína tíð. Men broytingar
skulu gerast í rættari rað
fylgju og ikki oyðileggja
nakað av tí, sum er gott.
1. Í fólkapensiónsskipan
ini eiga ikki at verða
gjørdar tær stóru broyt
ingar. Møguligar broyt
ingar eiga at snúgva seg
um tillagingar av veit
ingarupphæddunum.
Harafturímóti eigur
aldursmarkið ikki at
hækkast, í hvussu so er
ikki fyrrenn um nøkur
ár. Eg vil eisini absolutt
ráða frá at gera grund
upphæddina skattskyld
uga. Tað vil oyðileggja
stóran part av skipanini
og minka um ræðis
inntøkuna hjá pensionist
inum, sjálvt um veiting
in verður hækkað. Tað,
at skattskyldan hjá ein
um føroyskum pension
isti ikki byrjar fyrrenn
aftaná grundupphædd
ina, ger at eisini stórur
partur av aðrari inntøku,
serliga gjald frá sam
haldsfasta, eisini verður
uttan skatt vegna botn
frádráttin. Um grund
upphæddin verður skatt
að, fer fyrst nakað av
skatti av her, samstundis
sum aðrar veitingar
verða skattaðar frá
fyrstu krónu.
2. Veitingarnar frá sam
haldsfasta byggja sum
sagt á eina sera góða
skipan og hava stóran
týdning fyri pensionist
arnar í dag. Tær koma
so frá líður at hava
uppaftur størri týdning.
Hendan skipan eigur tí
ikki at broytast, men
mennast nátúrliga við
vanliga vøkstrinum í
samfelagnum.
3. Har, sum broytingar og
nýggj lóggáva eigur at
gerast, er innan persón
ligu eftirlønarskipanir
nar. Tað eigur at vera
lógskyldugt at ávísur
partur inntøkuni (tó
haldi eg 15 % vera
nakað nógv) í virkisfør
um aldri verður spardur
saman til pensiónsskip
an. Jú fyrr hetta byrjar,
tess meira er at fáa, tá
fólk náða eftirlønar
aldur. Tað er á hesum
øki nýggj lóggáva skal
gerast. Tá hendan lóg
gáva er komin uppá
pláss hava føroyingar
fingið eina haldgóða
loysn á inntøkumøgu
leikunum hjá eldra
fólkinum.
Tað sum er sett upp undir
punktunum 2 og 3 framm
anfyri kostar ikki lands
kassanum nakað, men
fíggjar seg sjálvt. Hetta fer
eisini at vera størri parturin
av inntøkunum hjá tí eldra
fólkinum. Landskassin fer
at hava útreiðslurnar av
sjálvari fólkapensiónini og
av nøkrum viðbótum, sum
skulu veitast til teirra, sum
ikki hava havt nóg góðar
møguleikar til samanspar
ing til persónligar skipanir.
Men sum heild verður
hetta lutfallsliga minni
parturin av samlaðu inn
tøkunum hjá fólki yvir 67
ár.
Hvussu eru pensións
skipanir í øðrum
londum?
Hesar eru ymiskar frá
einum landi til annað. Men
í høvuðsheitum er ein ella
onnur samskipan millum
persónligar skipanir og
almennar skipanir sum t.d.
fólkapensión. Almennu
skipanirnar eru mær
vitandi eisini ymiskar í
teim ymisku londunum.
Tað landið vit samanlíkna
okkum mest við er Dan
mark, og tað kenni eg
eisini frægast, nú eg búgvi
har. Stórur partur av døn
um hava sínar persónligu
frívilligu pensiónsskipanir,
í mongum førum gjøgnum
arbeiðsgevara. Men enn
finnast rættiliga mong,
sum bert hava fólkapen
siónina at liva av. Hesi fáa
umframt grundupphæddina
eisini eina ávísa viðbót. Í
Danmark er øll pensións
útgjalding, eisini fólka
pensiónin, skattskyldug.
Hetta hevur við sær, at
ræðisupphæddin er minni
enn veitingin. Tá vit fluttu
úr Føroyum til Danmarkar
fingu vit brutto nakað
meira í fólkapensión, men
tá skatturin var frádrigin
var upphæddin heldur
lægri enn í Føroyum, tí har
fingu vit eisini eina
upphædd uppá stívliga 600
kr. um mánaðin frá sam
haldsfasta. Generelt kann tí
sigast, at fólkapensionistar
í Danmark fáa ikki meira
enn í Føroyum. Og nú
veitingin frá samhaldsfasta
er hækkað í Føroyum meti
eg, at veitingin í Føroyum
er heldur hægri enn í
Danmark. Veitingin frá
donsku ATP skipanini er
sera lítul, og geldur bert
fyri tey, sum hava goldið
til skipanina. Hon kann tí
ikki samanberast við
føroyska samhaldsfasta.
Eisini skal viðmerkjast,
at fleiri skattir og gjøld eru
fyri eugarar av egnum
bústaði í Danmark, sum
ikki eru í Føroyum.
Millum annað kunnu
nevnast: ejendomsskat,
ejendomsværdiskat,
vatngjøld og renova
tiónsgjøld. Hetta kemur
lættliga uppá eini 20.000
kr. árliga fyri eini minni
hús ella íbúð.
Samanlagt kann tí sigast,
at um ein persónlig pen
siónsskipan við saman
sparing fæst í lag, so verð
ur við tíðini fíggjarliga
hampuligt at vera pension
istur í Føroyum.
Framtíðar eftirlønarskipan fyri Føroyar
Jógvan
SundStein