hósdagur 17. juli 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14 tíðindi
Nr. 135 - 17. juli 2007
Fekk risastóran laks
Russland er vorðið eitt av teimum væl umtóktu ferðamálunum hjá stuttleika
fiskimonnum í fleiri londum. At tað kann loysa seg at royna eydnuna í
teimum russisku áunum fekk íslendingurin Þórarinn Sigþórsson at sanna
fyri stuttum. Saman við øðrum var hann farin at veiða í ánni Yokanga, har
tað eydnaðist honum at fáa ein risastóran laks. Tá laksurin, sum bleiv
fiskaður við flugu, var fingin upp á turt og upp á vektina, vísti tað seg, at
hann vigaði heili 40 pund, skriva íslendsk bløð. Annars royndist ferðin væl.
tí sambært Morgunblaðnum Þórarinn 64 laksar á Russlandsferðini.
Tann risastóri laksurin vigaði 40 pund
Mynd: Morgunblaðið
Tann 1. juli búðu
4.899 fólk í Suðuroy,
og so fáir hava
suðuropyingar ikki
verið í tali síðani 1922
Fólkatal
Árni Joensen:
arni@sosialurin.fo
Suðuroyingarnir,
sum
búgva í Suðuroy, gerast alt
samt færri. Seinasta mánað
arskiftið búðu 4.899 fólk í
teimum sjey kommununum
í oynni, og tað eru 16 færri,
enn tá árið byrjaði og sam
stundis tað minsta fólkatal
ið, sum hevur verið í Suð
uroy líka síðani 1922.
Tað er kortini ikki alla
staðni í oynni, at fólkatalið
minkar. Tølini hjá Hagstov
uni vísa, at síðani á nýggjár
inum er fólkatalið minkað í
Hvalbiar kommunu, Fámj
ins kommunu og í Tvøroyrar
kommunu ella øllum komm
ununum í norðaru helvt.
Harafturímóti er fólkatalið
vaksið ella óbroytt í komm
ununum í teimum syðru
kommununum við undantak
av Hovs kommunu, har tað
er minkað.
Í teimum báðum størstu
kommununum
í
oynni,
Tvøroyrar kommunu og
Vágs kommunu, búgva nú
ávikavist 1.784 og 1.1419
fólk.
Altsamt færri suðuroyingar
åFólkatalið á Tvøroyi minkar
støðugt
»Nær fara tykur at
geva út okkurt av tí,
sum Palli í Tøðuni
skrivaði?«. Soleiðis
ljóðaði spurningurin
til familjuna hjá hes
um merkismanni. Í
morgin verður svarað
uppá henda spurn
ingin suðuri í heim
bygd hansara, Vági
Bøkur
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Vágur: Fríggjadagin, 18.
juli eru liðin júst 100 ár síð
ani Joen Pauli Thomasen
varð borin í heim.
Eitt av tí, sum honum
dámdi sera væl, vóru bók
mentir og søga. Sagt verður,
at longu á ungum árum las
hann og keypti hann alt tað
sum kom út á føroyskum
ella hevði við Føroyar at
gera.
Her var talan um vísur,
sangir, tættir og kvæðir í
hópatali, sum vórðu skrivað
upp í vísu og kvæðabøkur,
serliga um talan var um
Vágsbygd og fólk úr bygd
ini og Suðuroy.
Ikki nóg mikið við tað,
hevur hann eisini savnað
saman fólkateljingar, yvirlit
yvir nær fólk eru fødd,
deyð,
gift
og
annað,
umframt ættargreiningar og
bygdarsøgu. Haraftrat hev
ur hann sjálvir skrivað og
yrkt ein hóp í bundnum og
óbundnum máli.
Nógv av hesum hevur inn
til dags dato ikki verið
alment tilgeingiligt, men
tað er tað nú vorðið í bókini
»Eg lítil sat á móður knæ«,
sum verður útgivin í sam
bandi við 100 ára dagin í
morgin.
Hetta fer fram í Stóra
Pakkhúsi í Vági, tá bókin,
sum Arnfinnur Thomassen
og Jógvan Páll Hansen hava
greitt til prentingar, verður
løgd fram.
Søga og upplestur
Í fororðinum sigur Arnfinn
ur Thomassen, at tað var
ikki nøkur løtt uppgáva at
fara undir hesa útgávuna.
Eftirkomarar
hansara
komu einaferð fram á eina
eskju við ymiskum skrivlig
um tilfari eftir Palla, og hil
du tey vera spell, um alt het
ta bara fór í gloymibókina.
Tann stóri spurningurin
var, hvat skuldi takast við.
Teir hava valt at lýsa mannin
Palla í Tøðuni í skrift og
talu, soleiðis at lesarin fær
eitt innlit í lív hansara og
tað virksemið, hann var
uppií.
Fólk og hendingar, Vágs
søga og siðsøga eru tí sjálv
sagt ein natúrligur partur av
bókini, sigur Arnfinnur og
leggur aftrat, at dentur er
lagdur á tilfar við almennum
áhuga.
Umframt sjálva bókina er
eisini ein fløga við nøkrum
av teimum kendastu yrking
unum, sum eftirkomarar
hansara hava sett løg til,
sungið og spælt. Her ber
eisini til at hoyra Palla sjálv
an siga frá, lesa upp og
kvøða.
Nú er enn ein partur av Vágs søgu skrivaðu,
hesaferð av eftirkomarum hjá Palla í Tøðuni
Handrit undan vaðingini í Vági