Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-17, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. juli 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 136 - 17. juli 2008 15 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Jógvan Olsen frá Skála andaðist mánadagin, 86 ára gamal. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Bergtóra Vágsheyg Niclasen úr Klaksvík, vanliga nevnd Begga hjá Jógvan Segl, andað­ ist á Klaksvíkar sjúkra­ húsi týsdagin, 90 ára gomul. Kistan fer úr kapellinum fríggja­ dagin klokkan 18.00. Jarðarferðin verður úr Christianskirkjuni leygardagin klokkan 14.00. Andlát og jarðarferðir Hósdagin 17. juli verður Hans Erik Djurhuus í Søld­ arfirði 80 ár. Hans Erik er føddur í Byrgi í Søldarfirði, sonur Hansinu, f. Solmunde, og Sámal Erik Djurhuus, sum sjeynda barn av tólv. Hann giftist í 1951 við Klaru, dóttir Miu og Petur Weihe í Søldarfirði. Tey eiga trý børn: Marita, Petur Eirik og Kára. Í 1959 fluttu tey í egin hús í Søldarfirði. Sum heilt ungur var hann húskallur hjá Wilhelm Rein­ ert í Havn. Tá ið hann var seytjan ára gamal fór hann til skips. Vetrarnar 1954/55 og 1955/56 var hann á sjó­ mansskúlanum, har hann tók skiparaprógv og longd­ ina. Eftir hetta var hann sjó­ maður í nøkur ár, mest sum stýrimaður. Saman við sváginum Hans Alberg yvirtók í 1959 hann handilsvirkið hjá ver­ faðirinum, og hevur handils­ yrkið verið lívsstarv hans­ ara. Handilin hevði opið til 1994. Hóast hann ikki hevur starvast á sjónum síðani seinast í fimmti­árunum, er ein partur av frítíðini farin umborð á báti. Til fyri nøkrum árum síðani hevur hann havt bát, og hevur hon­ um dámt væl bæði at vera á floti og at royna eftir sild við gørnum. Kristnitrúgvin liggur hon­ um nær, og hevur hann í nógv ár, saman við Klaru, verið millum berandi kreftir­ nar í missiónshúsinum, seinni bønhúsinum, í Søldar­ firði, bæði til lestur, møti og sunnudagsskúla. Í nógv ár hevur hann eisini verið við í blákrossarbeiði, og var hann eisini formaður í stað­ bundna blákrossfelagnum í nógv ár. Nú hann gerst áttati ára gamal eigur hann, umframt trý børn, tíggju abbabørn og átta langabbabørn. Hans Erik Djurhuus 80 ár Sunnudagin 13. juli var kirkjan í Miðvági fullsett á Vestanstevnu eins og á jólum, tá Lena, Niclas og Flóin undirhildu. Henda konsertin var tann fyrsta kirkjukonsertin hjá Lenu, og sigast skal, at tey komu sera væl frá henni. Væl kenda altartalvan við Jesusi á krossinum riggaði serstakliga væl sum bak­ grund til teir lívsjáttandi og jaligu sangirnar hjá Lenu. Okkurt tárið mundi renna úr eygnakrókunum, tá hon við síni mildu rødd sang um at síggja tað góða, sum lívið, hvønn dag lærir menn­ iskju, sjálvt um onkrir dagar miseydnast. Lena streyk gittarstreingjunum so var­ liga, at hjartastreingirnir hjá áhoyrarunum fylgdu við. Áhoyrararnir fingu eina ógloymandi uppliving. Miðvágs kirkja vísti seg eis­ ini at verða sera væl egnaður karmur. Framførslan hjá Lenu var ein blandingur av nýggjum og væl kendum løgum. Lena sang eisini á føroysk­ um, og sang hon tá »Tú og eg, vit klára tað«, sum mað­ ur hennara Niclas hevur yrkt. Orð og mynd: Mikkjal N. J. Olsen Fyrsta kirkju-konsertin hjá Lenu Andersen Leygardagin 19. juli hava hjúnini Morid og Gunnleivur Mouritsen, í Havn, gullbrúdleyp. Tey eru burturstødd gullbrúdleypsdagin. Lena og Niclas bergtóku áhoyrararnar í Miðvágs kirkju