Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-17, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. juli 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 135 - 17. juli 2007 Tað eru nakrir grav­steinar í gamla kirkjugarði, har tað ikki er møguligt at lesa áskriftina. Men tíbetur er tað ein, sum framv­egis minnist nakrar av­ teimum, nev­niliga tann 96 ára gamli Sjúrður Skála. Hann er granni til kirkjugarðin og kennir hann sum fáur. Spurdi hann ein dagin um ein slíkan stein, og hann v­isti, at hetta v­ar Niels Holm. Beint v­ið er ein barnagrøv­ v­ið innskriftini Anna Cathrine Holm. Hetta v­ar so fyrsta slóðin til áhugav­erda lagnu Fyrst fara vit til abba Niels, sum hevur eina sera áhuga­ verda søgu. Niels Lassen Holm var føddur í Lind­ holm við Ålborg 15.10.1769. Hann doyði á Stykkinum 7.07.1839, har hann og seinna kona hans­ ara, Jóhanna Joensen (1787­1831), búsettu seg í 1816/17. Niels Lassen Holm var sóknarprestur í Norður­ streymoy frá 1.05.1807 til deyðadag sín. Holm prestur var tvær ferðir giftur. Fyrra giftan var við teirri donsku Maren Høyer (1765­1815), ið hann gjørdi við barn, áðrenn tey vóru gift. Tað sigst, at tey vórðu vígd, meðan hon lá á song við tí fyrsta barninum. Fyri hetta átti Niels Lassen Holm at missa kragan, men hann bað um náði hjá kongi. Náði fekk hann og varð sett­ ur í starv sum sóknarprestur í Kvívík frá 1. mai 1807. At hann fór til Føroyar hevur kanska ikki verið heilt sjálvboðið! Í Kvívík fingu Marin og Niels tvey børn afturat. Men so gjørdi prestur eina av arbeiðsgentunum á Kirkjuteigi uppá vegin. Tá hongdi Marin seg í royk­ stovuni á Kirkjuteigi. Summi siga í hjallinum. Tað sigst, at Marin á bitan, sum hon hongdi seg í, hevði skrivað hesi orðini: „Når jeg lukker mine øjne, åbnes verdens øjne“. Hetta var beint fyri jól, hin 19.12.1815. Stutt aftaná fingu arbeiðsgentan Jóhanna og Holm prestur sonin Chris­ ten Severin Holm (1816­ 1872). Tann 26.04.1818 gifti prestur seg við Jóhonnu, sum aftur var við barn. Hann ætt­ leiddi samstundis son henn­ ara, Kristin, íð øll vistu, at prestur var faðir at. Hann hevði eisini uppkallað hann eftir pápa sínum, Christen Sørensen. Prestur fekk nú aftur brúk fyri náði frá kongi og tað fekk hann! Jóhanna var ættað av Eystaru Hellu í Kvívík. Við Jóhonnu fekk Holm prestur sjey børn. Hann fekk sostatt tilsamans 10 børn. Aftaná at fyrra konan hevði hongt seg í prestagarðinum, unn­ aðist prestur so illani á Kirkjuteigi, at hann flutti og bygdi sær hús úti í óbygd­ um millum Kvívík og Leyn­ ar. Húsini kallaði hann Soli­ tude, sum merkir einsemi. Húsini vóru stór eftir tátíðar mátistokki, og standa tey uppi enn. Tey bæði vóru tískil fyrstu niðursetufólk á Stykkinum. Kristin var buldrasligur Kristin Severin Holm lærdi til snikkara í Danmark, har hann hevði tilhald hjá tí elsta bróðrinum, Poul Chr. Holm (1804­1882). Hann tók sær av yngra bróðrinum Kristini ­ og „hjálpti honum í mangari kreppu“, sum Sverri Egholm, sáli, tekur til í Birting. Kristin kom heimaftur til Føroya, og bygdi hann tey kendu og vøkru húsini við Rættará, sum gjøgnum tíðirnar hava verið rópt: Elisabeths Minde, Christines Minde og Bauers Hús. Kristin var tríggjar ferðir giftur. Tvær tær fyrstu kon­ urnar itu Elisabeth og Christine, og kallaði hann hús síni upp eftir teimum. Seinni seldi hann húsini til katólska prestin, Bauer, sum bygdi kirkju uppí hús­ ini. Kirkjan er langt síðani niðuraftur tikin, meðan upp­ runahúsini hjá Kristini Holm standa enn í Sigmund­ argøtu við einum stórhvala­ kjafti sum grind til urta­ garðin. Hesin stavar tó frá tíðini, tá ið Grønlands Joh­ an seinni búði í húsinum. Kristin livdi eitt sera buldrasligt lív. Hann var vátt­ ligur og dugdi illa at húsast við pengum. Tískil endaði familja hansara í størstu armóð. Hetta førdi millum annað við sær, at fleiri av børnunum vuksu upp uttan­ fyri heimið. Sonurin Niels vaks upp sum fostursonur í heiminum hjá systkinabarni sínum, Lassin bónda á Selatrað. Hinvegin gekk væl hjá fleiri av systkjunum hjá Kristin, ið endaðu á toppin­ um í táverandi samfelagnum. Poul Christian Holm gjørd­ ist sakførari og justitsráð. Peter Alberg Holm gjørdist prestur. Teir búðu í Dan­ mark. Maria Emilie giftist til Lamba við Hans Peter Weihe, bóndi í Lamba. Frá henni kemur millum annað Weihe­ættin í Lamba, Søld­ arfirði og Selatrað. Ein eftir­ komari er Max Weihe, sum hevur givið eitt munandi íkast til hesa grein. Metta Manuella giftist við Johan Hendrik Jacob­ sen, bónda í Leynum. Frá henni kemur ættin Holm Jacobsen, har ein tann kendasti er Christian Holm Jacobsen, ein av fremstu vinnuligu slóðbrótarum í síni tíð. Seinasta kona Kristin var Maren Sybille Joensdatter f. 1830, sum var mamma Niels og Peter Alberg Emilius, sum fór til Nólsoy­ ar og upprunin til Holm­ navnið har. Millum eftirkomararnar hjá Kristin eru teir kendu brøðurnir Kristin í Geil, blaðstjóri og listamálari, uppkallaður eftir abbanum, og Petur Alberg, sum mill­ um annað gjørdi lagið til okkara tjóðsang. Skulu vit leypa til nútíðina er talvúr­ mælingurin Helgi Dam Ziska ein oldurabbasonur Kristin Severin Holm. Noktaði at gera “egið” dópskar Niels, hvørs grøv vit um­ røða í hesi grein, var føddur 2.09.1855. Hann var hjá pápanum í 1860. Tá eru foreldrini fráskild. Niels er á Selatrað í 1870. Tá er hann skrásettur sum “plejsøn” hjá systkinabarn­ inum Lassen, bónda, Weihe í Niðristovu og konu hans­ Niels Holm: Noktaði at gera dópskarið, hann seinni sjálvur fór í Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo GRAVSTEINURIN HJÁ NIELS HOLM HER HVILER STØVET AF ANNA CATHRINE HOLM F. 30. MAI 1915 D. 22. MAI 1922 Hendan myndin er frá eini ferð við bátinum hjá Tom Nicolajsen at halda møti á bygd. Fólkini í bátinum eru: f.v. Eli Christiansen, Victor Danielsen, Andrew Sloan, Niels Holm, Bina Lervig Maria Lervig, Jákup á Dul, Thala f. Isaksen, g. á Dul, Petur Háberg, Jonhild f. Dam, g. Thomsen, vermamma Jan Müller. Hon stendur aftanfyri, kvinnan frammanfyri ókend, síðan møguliga Jógvan á Dul. Aftast er Hilmar Dam