hósdagur 17. juli 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 135 - 17. juli 2007
17
ara Elspu Kristinu. Niels er
helst farin hagar nokk so
skjótt. Tey plagdu at hýsa
Gamla Sloan, tá ið hann var
har á leiðini. Hetta merkir,
at tey hava verið frísinnað
fólk.
Í 1880 er Niels aftur í
Havn. Tá býr hann hjá systr
ini Onnu Elisabeth, kallað
Betti, gift við Djóna í Geil.
Niels giftist í Havnar
kirkju í 1883 við Ellen
Cathrine Nicolajsen. Tey
fingu einki barn. Hon doyr
í 1909, 56 ára gomul, og
hon er jarðað 5. mai.
Men Niels giftist nakað
skjótt upp aftur við Christ
ine
Juline
Hansen,
f.
26.12.1880, og var hon tískil
25 ár yngri enn hann. Hon
var dóttur Peter Jacob Han
sen, tann sokallaði Glyvra
snikkarin. Kona hansara var
Anna Christina Hansen av
Selatrað.
Glyvrasnikkarin var ein
úrmælingur. Hann búði í
Danmark eina tíð. Tá ið
hann kom heim aftur mundu
teir ikki borið boð í bý. Skip
arin skuldi hava sagt, at var
Glyvrasnikkarin ikki við,
hevði staðið illa til. Tað
brotnaði av skipinum og
Glyvrasnikkarin hekk utt
anborðs í eini línu og gjørdi
skaðan aftur. Eingin skuldi
hava kunnað gjørt honum
tað eftir.
Eitt minni um hann er
Heinesens Hús við Tinghús
vegin, sum hann bygdi.
Glyvrasnikkaranum
doyði sjálvur í 1890, 41 ára
gamal. Konan doyði í 1896.
Av fleiri børnum doyðu tey
flestu sum smá. Ein sonur
Peter Jacob endaði í New
Zealandi, og fekk eftirkom
arar.
Gjørdist pápi
59 ára gamal
Niels og Christina fáa 30.
mai 1915 eina dóttir, sum
verður kallað Anna Cathrina.
Seinna navnið er givið eftir
fyrru konuni. Tá er Niels 59
ár gamal, og hetta mann hava
verið toppur av eydnu hjá
honum. Men ikki vardi
lukkan leingi. Í 1917 doyði
Christina
á
barsilssong
saman við einum deyðfødd
um barni. Tey verða jarðað í
somu grøv 11. februar.
Longu tann 22. mai 1922
doyr dóttir Niels, Anna Cathr
ine, knapt 7 ára gomul. Nú
situr Niels einsamallur eftir.
Sum eldri fólk minnast hevði
hann eina kvinnu at halda
hús hjá sær. Niels doyði í
1933, 77 ára gamal, og
verður jarðaður 5. januar.
Noktaði at smíða
dópskar
Niels Holm kom at spæla
ein týðandi leiklut í Brøðra
samkomuni.
Ein
systir
Djóna, svágin hjá honum,
var Elspa, sum giftist við
gamla Sloan. Ein beiggi
hennara var Dia, sum varð
tann fyrsti, sum varð “doypt
ur baptist” í 1880. Dia
hevði tað brek, at hann var
kúlutur, og so var hann
eisini sera snarsintur.
Niels arbeiddi viðhvørt
saman við Dia á verkstað
num, har hann bant bøkur
inn. Hann greiddi frá, at tað
víst sást, at Dia var illa sintur,
men hetta fekk ikki vald á
honum sum fyrr. Gekk
rættuliga hart á, kundi Dia
stundum fara á knøini, har
hann var staddur, og søkja
hjálp frá Gudi. Hetta hevði
stórt árin á Niels Holm.
Niels, ið var timburmaður,
hevur helst kent Gamla Slo
an frá tíð síni á Selatrað.
Hann varð einaferð av Sloan
biðin um at “lave en stor
trækasse” til hansara. Niels
hevði smíðað eitt og annað
fyri Sloan fyrr, men nú hann
grunaði, hvat kassin skuldi
nýtast til, spurdi hann: “Tað
er væl ikki til at doypa í?”
Jú. tað var ætlanin. “Nei,”
segði Niels, “bið meg um alt
annað, men hetta kann eg
ikki gera fyri tygum.” Niels
var
jú
abbasonur
og
bróðursonur tveir prestar!
Lítið grunaði Niels Holm
tá, at hann fá ár eftir hetta
sjálvur skuldi fara í karið!
Hann gjørdist eisini sunnu
dagsskúlalærari í nýggja
Ebenezeser, sum varð bygt
í 1905. Hann var virkin í
Ebenezer til tað seinasta.
Bjargaði Siloa
Niels man hava dugað við
pengum, tí hann dugnaði
samkomuarbeiðinum
hjá
Brøðrasamkomuni sera væl.
Í 1928 var hann við at
bjarga Siloa, salinum í Fugla
firði, frá at verða stongdur.
Hjúnini Oluffa og Petur
Bærentsen høvdu umleið
1924 bygt húsini, sum hýstu
gamla Siloa í Fuglafirði. Tey
vóru nýtt sum sethús og til at
halda møti í. Oluffa var úr
Fuglafirði, meðan Petur var
suðuroyingur, og førdi hann
skip har suðuri. Í 1928 fluttu
Oluffa og Petur Bærentsen
suður á Tvøroyri at búgva,
og tey seldu húsini í Fugla
firði. Tá keypti Niels Lassen
Holm gamla Siloa og spurdi
Victor Danielsen, um hann
ikki vildi flyta til Fuglafjarðar
at búgva og føra arbeiðið í
Siloa víðari. Victor flutti tá
úr Søldarfirði til Fuglafjarðar.
Victor og kona hansara Hen
rikka búsettust í 1928 við
fýra teimum elstu børnunum
í gamla Siloa í Fuglafirði,
har trý tey næstu børn teirra
seinni vórðu fødd. Tá ið Vict
or byrjaði at halda møti í
Fuglafirði í 1928, vóru tey
seks tilkomin fólk, íð savnað
ust regluliga í Siloa íroknað
hjúnini Rikka og Victor Dani
elsen. Í 1933 bygdi Victor
nýggj sethús í Fuglafirði, har
tvey tey yngstu børn teirra
vórðu fødd.
Aftaná tað varð Gamla
Siloa brúkt burturav til at
halda møti í. Í 1950 varð
Siloa nógv útbygt, og í 1992
bygdi samkoman í Siloa
nýggjan sal. Gamli salurin
varð seldur til kommununa,
og nøkur ár seinni varð hann
tikin niður. Nú hevur komm
unan hampað og prýtt grund
stykkið, og um nakrar vikur
er ætlanin at reisa minnis
varða á hesum staði av Vict
ori Danielsen. Kanska fara
tey at minnast Niels í hesum
sambandi!
Í 1932 varð Ebenezer
útbygt. Sagt varð tá, at tað
var Niels, sum dugnaði
hesa útbygging við eini sera
stórari upphædd.
Fekk sær handil
Sum sagt var Niels timbur
maður, men hann fekk sær
seinni málingahandil. Í Fær
øernes Næringsveje, sum
kom út í 1918, er henda lýs
ing av handlinum:
Joen Jensen
Niels Holms Eft.
Lenoelums & Farvehandel
I aaret 1890 begyndte
Niels Holm sin forretning
under ganske beskedne
forhold med maling, tapet
er og pap. I flere aar blev
der kun leveret færdigt
arbejde i disse ting og ikke
solgt fra butik, men det
viste sig snart hensigtmæs
sigt ogsaa at aabne et salg
over disk af disse varer, og
efter at dette var gjort, tog
forretningen et stort op
sving.
Nogle aar senere udvid
edes forretningen til ogsaa
at omfatte glas (vinduesglas,
spejlgals etc) rammelister
og indramming af billeder,
og igjen lidt senere gik man
ogsaa over til at føre rulle
gardiner, bordvoksdug og
linoleum, hvilken sidste
artikel viste sig at blive en
meget efterspurgt vare paa
grund af, at man fra først
af holdt det bekjendte Kirc
caldy lenoleum, som ingen
andre mærker kan staa
ved siden af. Dette blev og
så snart kendt over hele
øerne som det bedste lenole
um. I 1916 overdrog N
Holm forretningen til sin
mangeaarige medarbejder
Joen Jensen (beiggi Jens av
Reyni), som sikkert vil
være i stand til at føre for
retningen frem i samme
spor som forgjængeren.
Verdur at minnast
Hetta sigur so eisini nakað
um hansara dygdir. Niels
fekk neyvan nøkur minning
arorð. Hjá fólki uttan børn
verður søga teirra eisini ofta
nakað endaleys. Men hervið
er so reist eitt minni um
Niels Holm, nú 75 ár eru
liðin síðan hann andaðist,
og hann kom at liggja undir
liðuni á dóttir síni. Uttan iva
liggur í hvussu er seinna
kona hansara eisini her.
Keldur:
..men Gud gav vøkst
Færøernes Næringsveje
Sjúrður Skála
Viggo Christiansen
Max Weihe
Bjarki Ziska
Hans Petur Hansen
Óli Jákup Jacobsen
Zacharias Zachariassen
Hjørdis Háberg
Sverri Egholm
Niels J Arge
Birgar Johannesen
Johan Norðfoss
Næstu ferð
Komandi frásøgn verður
um Petur í Mattalág, abbi
eina sera viðkomandi
havnarmann beint nú
Birgar Johannesen
Niels Lassen Holm, abbi
Niels. Hansara eftirkomarar
hava havt stóran týdning fyri
Føroya land
Kristineminde við Bauer Kirkju. Kirkjan er burtur men húsini
eru enn
Ebenezer varð útbygt í 1932. Hetta gjørdi Niels Holm fíggjar
liga møguligt
Samkoman í Ebenezer eftir aldarskiftið. Menninir eru frá vinstru: Ludvig Poulsen, Hans David
Niclasen, Eliesar Arge, HestJóannes, Mitchell, ungur skoti, Hans Joensen, Niels Holm, Jens
í Dali, Sophus Christiansen og frammanfyri situr Sloan. Kvinnurnar eru Hanna Jacobsen,
Maria Poulsen, Inga Jacobsen, Dea Arge, Kristina Jacobsen, Elsebeth Sloan og Elsba Frederikka
Henriksen úr Gásadali
Handilin
hjá Niels
Holm í Niels
Finsensgøtu
Húsið í miðjuni er gamla Siloa í Fuglafirði, sum Niels L. Holm
keypti til Victor Danielsen at búgva og virka í