hósdagur 17. juli 2008síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 17. juli 2008 VÍKINGADAGAR 13
Mánakvøldið 14.
juli varð skipað
fyri áhugaverdum
evnislestri í
tónleiki í Valhøll í
Syðrugøtu. Norski
Odd Sylvarnes Lund,
ið er professari
við tilknýti til
tónleikaháskúla
Noregs, greiddi
frá ljóðførum úr
víkingatíðini
Tróndadagar
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
myndir: Rógvi Nybo
»Tónleikur í 1000 ár« var heitið
á áhugaverdum evnislestri í
tónleiki, ið varð hildin í Valhøll í
Syðrugøtu mánakvøldið 14 juli.
Norski professarin, Odd Sylvar
nes Lund, greiddi frá ljóð
førum, ið hava verið til í samtíð
Tróndar. Hann greiddi gjølla frá
lúðurinum, hvat hann uppruna
liga varð nýttur til, og hvussu
hann við tíðini gjørdist tónleika
ljóðfar. Harumframt greiddi
hann frá hvussu longdin og
skapið avgera tónarnar. Síðani
framførdi hann eisini við tveim
um ymiskum lúðrum, fyrst
okkurt traditionelt, og síðani
vísti hann hvussu lúðurin eisini
kundi nýtast til dansitónleik.
Odd Sylvarnes Lund vísti
eisini onnur tól, ið verða nýtt til
at geva serstøk ljóð við, millum
annað eina tunna fjøl, ið hann
mól runt í luftini. Henda fjølin
gav eitt gandakent ljóð frá sær,
ein lágan bass, sum gav eitt
serligt ljóðlag til stykkið, ið
hann samstundiðs spældi á
lúðrinum.
Fjøltáttað og øðrvísi
Umframt lúðurtónleik var eisini
nógv annað á skránni. Odd
Sylvarnes Lund sýnti fram
floytur av ymiskum slag,
millum annað eina beinfloytu,
ið var gjørd av reindýrabeini.
Hetta var eitt sera gamalt
ljóðføri, ið varð nýtt fyri meira
enn 1000 árum síðani. Tað er
ein lítil floyta, á stødd við ein
lógva, og spælir ein høgan og
kláran tóna. Harumframt sýnti
hann fram og spældi á selju
floytu bukkahorn og munn
harpu.
Tað serliga við øllum hesum
ljóðførunum er, at tey øll søgu
liga eru eldri enn 1000 ár, og
vóru til áðrenn streingjaljóð
førini. Harumframt eru tey
eisini virkaði úr tilfari, ið er at
finna í Noregi, og hava sostatt
øll verið til í Noregi um ár
1000, tá Tróndur í Gøtu eftir
øllum at siga livdi.
– Tey eru gomul, primitiv,
Norsk blásturljóðføri. Bukka
hornini havi eg sjálvur fingið til
høldar og gjørt, og øll hesi
ljóðførini eru sera gomul. Elsta
munnharpan er umleið 1000 ár,
og øll hini eru eldri.
Spælir øll ljóðførini sjálvur
Odd Sylvarnes Lund greiddi
eisini frá sínum egna tónleiki,
ið er serstakur. Hann spælir
sjálvur øll tey ljóðførini, ið
hann sýnti fram og greiddi frá,
og hann hevði tvær fløgur við,
ið hann lat ljóða.
– Eg spæli klassiskan fólka
tónleik, tó onkuntíð er tað
blandingstónleikur, har
elektriskur gittari er við.
Eina fløgan, ið hann sýnti
fram, eitur Lur & Bukkehorn,
og er hon serstak á tann hátt,
at bert lúrur og bukkahorn
verða nýtt.
– Hetta er einasa fløga í
heiminum, har bara lúrur og
bukkahorn eru við, greiðir Odd
Sylvarnes Lund frá.
Samanumtikið var hetta eitt
øðrvísi og áhugavert tiltak, ið
gav innlit í tónleikaheimin á
døgum Tróndar.
Tónleikur
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Til áhugaverda tónleikaseminarið í Valhøll í Syðrugøtu
mánakvøldið, vóru eisini fólk, ið serliga fáast við tónleik.
Millum áhoyrarnar var eisini Hanus G. Johansen. Hann hevði
gittaran við í bilinum, og tá fyrireikarnir spurdu, um hann
kundi spæla nøkur løg, játtaði hann.
Tá Odd Sylvarnes Lund var liðugur við fyrilesturin, fekk
Hanus G. Johansen orðið. Hann helt sama stílin, og spældi
fleiri av hansara norsku sangum, sum Jacob Sande hevur
skrivað, eitt nú “Eg ser inn i augo dine” og “Ikaros”.
Framførslan hjá Hanusi G. Johansen var somikið berg
takandi, at tá hann var liðugur, reistist Odd Sylvarnes Lund og
spældi eitt lítið lag á reindjórafloytu og las einastu yrkingina,
sum hann sjálvur hevur skrivað, upp.
Sostatt fingu áhoyraranir eina ókeypis konsert omaná tann
áhugaverda fyrilesturin.
Tónleikur í 1000 ár
Spontan konsert
við Hanus G.
Johansen
Hanus G. Johansen spælir norskar vísur
Mynd: Rógvi Nybo
Odd Sylvarnes Lund greiðir frá ljóðførunum