hósdagur 17. juli 2008síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14 VÍKINGADAGAR Sosialurin 17. juli 2008
Í góðum gonguveðri
varð skipað fyri
áhugaverdum, forn
frøðiligum gongutúri
av Toftanesi umvegis
Bønhústoft í Leirvík
um Leirvíksfjall til
Blásastovu í Norðra
gøtu
Tróndadagar
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Fornfrøðiligi túrurin, ið varð
fyriskipaður í samband við
Tróndadagar, byrjaði við Tofta
nes, har Kristian Martin
Eliasen, sum var ferðaleiðari á
túrinum, greiddi frá um toftir
nar og útgrevsturin. Greitt varð
frá, hvussu fólkini har helst
hava búleikast, og hvussu
húsini tá hava verið uppbygd.
Gott og væl 30 fólk vóru møtt
upp til túrin, ung sum gomul,
mest gøtufólk og leirvíkingar.
Eftir at Kristian Martin
Eliasen hevði greitt frá leivdu
num á Toftanesi, gekk leiðin
niðan til Bønhústoft, har hann
greiddi frá toftunum, útgrevstri
num har, sagnum og søgu
kring Bønhústoftirnar og
hvussu meint Leirvík varð rakt
av sóttini svørtu.
Nógv søguligt tilfar
Tann nógv umtalaða vegafør
ingin í Leirvík var, ikki óvænt
að, havd á máli tá ferðalagið
fór til gongu eftir gamla
farveginum millum Leirvík og
Norðragøtu. Hesin farvegur
varð nýttur langt áðrenn nøkur
vegaføring var uppá tal, og
flest øll søgdu við ein munn, at
øðrvísi var tá bert hesin far
vegurin var millum Leirvík og
Norðragøtu.
Komin nakað niðan, greiddi
Kristian Martin Eliasen frá um
skalvalopini á Blankskála, og
hvussu tað gekst fólkunum har,
frá tí at skalvarnir oyddu nógv
av bygdini, og til tey byrjaðu at
seta seg niður í Syðradali.
Haðani steðgað varð, er gott
útsýni yvir á Kalsoynna og
Blankskála. Eisini greiddi hann
frá um háskúlan í Føgrulíð, og
hvussu Símun av Skarði á sinni
hevði yrkt tjóðsangin við
góðum útsýni yvir á Leirvíkina.
Síðani varð gingið niðaná,
og leiðin er væl merkt upp av
varðum, sum enn eru í góðum
standi. Har varð aftur steðgað
eina løtu, og meðan Kristian
Martin Eliasen gjølla greiddi frá
søguni um seinastu fólkini,
sum búðu í húsunum á Tofta
nesi, nýttu fleiri av fólkunum
høvið til at fáa sær ein bita og
ein vatnsopa.
Í fótasporunum Tróndar
Eftir at frásøgan um seinastu
hjúnini á Toftanesi varð liðug,
varð hildið áfram í fórasporu
num á Tróndi í Gøtu. Toftirnar í
Leirvík sigast at stava úr eldru
víkingatíðini, og hava hesar
helst verið til í samtíð Tróndar.
Gingið verður um Dvørgja
skarð, og hóast har er bratt
oman til Norðragøtu, er hetta
ikki ein torførur gongutúrur.
Har illgongt er, er jarnverk at
styðja seg til.
Nú Tróndadagar eru í Gøtu,
er tað hóskandi at fara á henda
forvitnisliga gongutúrin í fóta
sporum Tróndar, har ein sam
stundis kann gera sær sínar
tankar um Føroyar í víkinga
tíðini. Summi vilja vera við, at
Tróndur gekk í sunnudagsskúla
í Leirvík. Um tað er eftirfarandi,
so hevur Tróndur gingið henda
túrin mangar ferðir.
Hesin hugnaligi gongutúrurin
endaði við einum kaffimunni
og køkum í Jákupsstovu í
Norðragøtu.
Í fótasporum Tróndar
Áhugin var
stórur fyri
fornfrøðiliga
gongutúrinum
Myndir: Rógvi Nybo