Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-17, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. juli 2008síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 136 - 17. juli 2008 33 lýsingar Sóknast eftir starvsfólki til handil okkara í miðbýnum at arbeiða um kvøldið. Send eina umsókn til PE, Heykavegur 2, 110 Tórshavn tí tað lønar seg Summarfrí Skrivstovan er stongd vegna summarfrí frá 21. juli 2008. Opið verður aftur 11. august 2008. Bryggjubakki 22 · Postsmoga 106 · 110 Tórshavn tel: (+) 298 359595 · fax: (+) 298 359596 advokat@advokat.fo · www.advokat.fo Annfinn V. Hansen, adv. (H) annfinn@advokat.fo Rannvá Ragnarsdóttir, adv. mediator rannva@advokat.fo Djóni Thomassen, adv. LL.M. djoni@advokat.fo Jens Andrias Vinther, adv. jav@advokat.fo Tú er ein kreativur leiðari, sum dámar at skapa, fyrisita, samskifta og samskipa, og tú hevur tev fyri markn- aðarføring. Í sambandi við at Skráseting Føroya og Føroyska Altjóða Skipaskrásetingin verða løgd saman í ein nýggjan vinnustovn, søkir Vinnumálaráðið stjóra til nýggja stovnin. Dámar tær avbjóðingar, átti tú at søkt sera spennandi starvið sum stjóri á nýggjum stovni undir Vinnumála- ráðnum. Starvið Stjórin skal uppbyggja nýggja stovnin og vera við til at skapa karmar fyri vinnuna á økinum, hava ábyrgd fyri umsitingini av vinnulógunum og fremjanini av eftir- litinum og av marknaðarføringini av Føroysku Altjóða Skipaskránni. Nýggi stovnurin fer at virka sambært tí til eina og hvørja tíð galdandi lóggávu og vinnupolitikki landsins á økinum, og høvuðsuppgávurnar sambært hesum verða: • At umsita vinnulógirnar ‒ vinnufelagalógirnar og ársroknskaparlógina • At umsita lógina fyri Føroysku Altjóða Skipaskránna • At marknaðarføra Føroysku Altjóða Skipaskránna Førleikar Tú hevur hóskandi útbúgving á kandidatstøði, og tað er ein fyrimunur, um tú hevur loyst líknandi uppgávur í verki annaðhvørt í privata vinnulívinum ella í almennu umsitingini; men tað er eingin treyt. Vit vænta, at tú hevur sterkar persónligar eginleikar, so sum arbeiðssemi, dynamikk, leiðaraevni og skapan- arlyndi, og tú kennir til føroyska vinnu sum heild. Tú dugir væl við fólki, samskiftir skilliga bæði á føroyskum, skandinaviskum og enskum máli og hevur evni og vilja at skapa eitt stimbrandi umhvørvi. Vit bjóða Starvið sum stjóri á nýggja stovninum er sera spennandi og avbjóðandi. Starvið verður lønt ájavnt 37. lønarflokki í sáttmálanum millum Tænastumanna- felag Landsins og Fíggjarmálaráðið. Umsókn Send okkum eina umsókn við prógvum og viðmælum í seinasta lagi 4. august 2008. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Umsóknir skulu sendast til: Vinnumálaráðið Postsmoga 377 Tinganes 110 Tórshavn Áhugað eru vælkomin at ringja til Arna Poulsen á telefon 556070. VINNUMÁLARÁÐIÐ Stjóri fyri Føroya Altjóða Skipaskrá og Skráseting Føroya Námsfrøðingur søkist Av tí at ov fáar umsóknir vóru, til starvið í Frítíðarskúlanum »Kambur«, at byrja 11. august 2008, endurlýsa vit starvið. Eftir summarsteðgin fer frítíðarskúlin at økja um virksemi sítt, við at taka nøkur 6 ára gomul børn inn og veita teimum eitt serligt tilboð. Vit fara tí at hava brúk fyri tær. Vit sóknast einum námsfrøðingi, ið hevur dirvið at seta dagsskránna, bæði fyri tey 6 ára gomlu og frítíðarskúlabørnini. Vit vænta tí at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt, ert ja-lig/ur, dugir at samstarva, tekur ábyrgd og dugir at seta tær mál. Vit bjóða eitt spennandi starv, ið støðugt er í menning, har tú kanst verða við at mynda og seta tín dám á stovnin. “Kambur” liggur í einum náttúruríkum umhvørvið, har ið náttúran náttúrliga setur sín dám á gerandisdagin. Setanarviðurskifti Starvið er 40 tímar um vikuna, við møguleik- anum fyri niðursettari arbeiðstíð. Starvið verður sett frá 11. august 2008. Løn sambært sáttmála millum Føroya Peda- gogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Lønarstig 11-18. Arbeiðstíð, mánadag til fríggjadag 07.30 – 17.15. Um eingin námsfrøðingur søkir verður hjálp- arfólk sett fyribils. Skrivlig umsókn skal verða Fuglafjarðar kom- munu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 01. august 2008 kl. 12. Fuglafjarðar kommuna Norður í Gerði 10b FO-530 Fuglafjørður Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jógvan Philbrow, leiðari, telefon 73 77 91. Fuglafjarðar Kommuna