fríggjadagur 18. juli 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 137 - 18. juli 2008
Meðan tiltiknu
viðhaldsfólkini úr
Bretlandi skikkaðu
sær fyrimyndarligt,
gjørdu fullir
føroyingar fortreð og
endaðu í geglinum
LøgregLutíðindi
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Nú friður aftur valdar aftaná
teir báðir stórdystirnar í
gjár, hevur onkur helst timb
urmenn. Hetta vita tey alt
um úti á politistøðini í
Havn, har ikki færri enn
tríggir
føroyskir
garpar
liggja avdotnir aftan á eina
rokaliga nátt í býnum.
Teir tríggir vórðu allir
tiknir við á støðina um
fýratíðina í nátt, tí teir vóru
farnir til hendurs og vóru til
ampa hjá býarfólkinum.
Menninir, sum eru mill
um 20 og 30 ár og kenn
ingar hjá politinum, verða
avhoyrdir tá teir fáa eygu
einaferð seinni í dag. Teir
verða skuldsettir fyri brot á
politiviðtøkurnar og kunnu
passaliga spáka sær oman á
posthúsið at rinda hvør sína
bót á einar 1000 krónur,
sum teir fáa við sær heim
av støðini.
Friðarligir hooligans
Harafturímóti kunnu til
tiknu viðhaldsfólkini hjá
Manchester City erpa sær
av, at ongir trupulleikar
vóru av teimum – hvørki
undan, undir ella eftir dystin
á Tórsvølli. Av politistøðini
verður sagt, at væl mannaðu
løgregluliðini helst eiga
part av æruni av, at alt gekk
so friðarliga fyri seg.
Tað hevur verið lív í,
sum á einari vanligari viku
skiftisnátt.
Men
kortini
hevur onki rok verið – burt
ursæð frá áðurnevndu føroy
ingum, sigur vakthavandi á
politistøðini við Sosialin.
Aftur um tvær vikur
Eini 25 jútskir politistar
vórðu sendir til Føroya at
hjálpa starvsfeløgunum her
heima
í
sambandi
við
fótbóltsdystin millum EB/
Streym og Manchester City
Øll, sum hava slíkt órudd standandi á almennum
øki, verða biðin um at beina tað burtur í seinasta
lagi 25. juli 2008. Órudd, sum ikki er burturbeint
innan henda dag, fer kommunan at beina
burtur. Kommunan tilskilar sær rætt at krevja
útreiðslurnar av burturbeiningini endurgoldnar
frá eigaranum.
Samstundis heitir kommunan vinarliga á øll,
sum hava bilvrak ella annað órudd standandi á
egnum øki, um at beina hetta burtur. Kommunan
vil fegin leiðbeina nærri um hetta.
Sunda kommuna fer nú at rudda allar almennar vegir og øki í kommununi.
Bilar, bátar, amboð og annað, sum ikki hevur frámerki, ið sigur, hvør eigarin
er, verður beint burtur.
Les meira á www.sunda.fo
Nú skal ruddast!
sansir.fo
sansir.fo
Hugnal
Jútsku politistarnir tóku sær
av løttum, og sjálvt um hetta
ikki er akkurát eftir bókini,
so er hetta eitt gott tekin um
góða stemningin, sum var í
býnum í gjár
Mynd: Uni Holm Johannesen