fríggjadagur 18. juli 2008síða 5
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
5
Nr. 134 • 18. juli 2008
í Miðlahúsinum
tær kunnu vera til gagn fyri
søgufrøðingar, tíðindafólk og ikki
at gloyma komandi ættarlið av
føroyingum.
Hetta umfatandi arbeiði at
varðveita mentanina hevur
einans verið gjørligt orsakað
av áhuganum og fíggjarliga
stuðlinum frá Eik Grunninum.
– Eik er ikki bara til fyri at vinna
pening. Eitt av endamálum hjá
Eik er eisini at vera samfelagnum
at gagni, staðfestir Per Højgaard,
samskiftisráðgevi hjá Eik Banka,
tá hann verður spurdur, hví Eik
hevur valt at stuðla »Føroyskar
Søgur«.
– Øll fáa gagn av »Føroyskum
Søgum«, tí samlaði føroyski
mentanararvurin á filmi verður
í sambandi við hesa verkætlan
latin upp fyri øllum, og tað fer
uttan iva at hava kolosalan
týdning fyri søgufatanina
hjá komandi ættarliðum av
føroyingum, sigur Per Højgaard.
Gloppa dyr
Per Højgaard viðgongur eisini,
at hann er sera hugtikin av
úrslitinum, ið er komið burtur úr
verkætlanini.
– Nú havi eg sæð rættiliga
fitt av tilfarinum, ið verður at
finna á »Føroyskar Søgur«, og
eg má viðganga, at tað, ið eg
havi sæð, hevur bergtikið meg.
Tað er heilt fantastiskt at síggja
livandi myndir úr Føroyum heilt
frá 1907, tá Fríðrikur kongur
áttandi kemur á vitjan, til dagin
í dag. Onkursvegna, so gloppa
»Føroyskar Søgur« einar dyr inn í
nýggjari føroyska søgu, ið higartil
hava verið afturlatnar, heldur Per
Højgaard.
Tað ber illa til at siga annað,
enn at Miðlahúsið í Vágsbotni, er
ein hóskandi pallur at geva fólki
ein forsmakk upp á »Føroyskar
Søgur«. Miðlahúsið húsast
í gomlu handilshølunum hjá
Valdemar Lützen í Vágsbotni,
ið eru søgulig í orðsins
sanna týdningi. Á trappuni í
Miðlahúsinum stendur eisini ein
gomul leyva úr træi, ið stavar
frá karrusellini hjá Christian
Martini Rubeksen, ið koyrdi so
lystiliga hvønn sunnudag klokkan
16 á Ingutrøð við Lucas Debesar
gøtu í 1920unum og 30unum.
Karrusellin hjá Christian Martini
verður eisini vakt til lívs á
»Føroyskum Søgum«.
Brot úr filminum »Føroyskar Søgur« verða sýnd fyrstu
ferð í Miðlahúsinum sunnudagin 27. juli klokkan 15
og annars restina av ólavsøkudøgunum.
»Føroyskar Søgur« kemur út sum DVD 19. september
Fakta
Per Højgaard, miðlaráðgevi hjá EIK banka og Uni Leitistein Hansen, samskipari
hjá Substanz, ið hava arbeitt við at fáa filmsverkætlanina »Føroyska søgur« av
bakkastokki
Mynd: Jan Müller