Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-17, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. juli 2008síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 135 - 17. juli 2007 tíðindi Áhugin fyri EB/ Streymi var lítil á tíðindafundinum, sum var í FSF- húsinum í gjár. Ensku miðlarnir spurdu mest um Ronaldinho, sum í gjár skifti til AC Milan FÓTBÓLTUR Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Myndir: Sofus D. Johannesen Nógv hevur verið skrivað og tosað í ensku miðlunum seinastu tíðina um eitt møgu­ ligt skifti hjá Ronaldinho til Manchester City. Á tíðindafundinum í FSF­hús­ inum var tað eisini brasilisku stjørnuna, sum í gjár skrivaði sáttmála við AC Milan, prátið snúði seg um. Áhugin var lítil fyri dystinum ímóti EB/Streymi, og fingu Mark Hughes og Richard Dunne, venjari og liðformaður, ikki høvið at tosa um føroyska liðið, áðrenn føroysk blað­ fólk varpaði ljós á dystin á Tórsvølli í kvøld. Sigfríður Clementsen og Levi Hanssen, sum umboð­ aðu EB/Streym, fingu ong­ an spurning, og sluppu ikki til orðanna ta løtuna, tíð­ indafundurin var. Hava alt at vinna Mark Hughes setti seg fyrr í summar í venjarasessin hjá Manchester City. Hann staðfesti, at fyrireikingarnar hava gingið væl, og at hann somuleiðis sær bjart upp á komandi kappingarár. Um dystin í kvøld gjørdi hann greitt, at EB/Streymur hevur alt at vinna. ­ Hetta er mín fyrsti dyst­ urin av týdningi sum venjari í Manchester City. Í farna kappingarári spældu vit eisini Intertoto Cup við Blackburn, og tað var frálík fyrireiking. Trupulleiki hjá okkum er kanska, at vit hava alt at tapa. EB/Streymur, hin­ vegin, hevur alt at vinna, og tað kann verða ein fyrimunur hjá teimum, segði Mark Hug­ hes á tíðindafundinum. Hann legði aftrat, at onglendingar­ nir eru fullmannaðir á ferðini til Føroya. Lisið um EB/Streym Richard Dunne, liðformaður hjá Manchester City, segði seg ikki hava stórvegis kunnleika til mótstøðuliðið á Tórsvølli í kvøld. Hann hevur lisið eitt sindur um EB/Streym, men tað var fyri so vítt tað heila. ­ Teir eru oddalið í før­ oysku kappingini, og vit kunnu vænta okkum ein tor­ føran dyst. Sum liður í fyri­ reikingunum fara vit at hyggja at sjónbandaupptøku av teimum undan dystinum, og vónandi verða vit klókari. Tað er sjálvandi eitt ómeta­ liga stórt vónbrot, um vit ikki vinna okkum víðari. Vit skulu verða glaðir fyri møgu­ leikan at luttaka í UEFA CUP, og hetta er frálík upp­ takt til Premier League, segði Richard Dunne, sum sipaði til, at Manchester City vann sær pláss í kappingini vegna fair­play. SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur – Teir eru oddalið í føroysku kappingini, og vit kunnu vænta okkum ein torføran dyst Richard Dunne, liðformaður hjá Manchester City Lítil áhugi fyri EB/Streymi Levi Hanssen og Sigfríður Clementsen, sum umboðaðu EB/Streym, fingu ongan spurning, meðan Mark Hughes og Richard Dunne einamest vórðu spurdir um Ronaldinho Manchester City hevur allar mans við í hópinum við á Føroya ferðini. Einasta undantakið er italiumaðurin Bernado Corradi, sum fekk ein skaða undir venjingarlegu í Týsklandi herfyri Benjani telist millum heilt stóru stjørnur í Manchester City, og honum skulu teir í EB/Streymi halda eitt vakið eyga við í kvøld