Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-17, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. juli 2008síða 41

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

41 [ Nr. 136 - 17. juli 2008 ] U17 í hálvfinaluni Føroyska U17 landsliðið vann seg seinnapartin í fjórðingsfinaluna í Aberdeen International Football Festival. Hetta gjørdist greitt, tá dreingirnir vunnu við einum máli móti ongum á Hetlandi. Einsamalla málið í dystinum stóð Jógvan Nolsøe úr HB fyri. Tá var seinni hálvleikur ein minutt gamal. Hálvfinalan verður leikt í morgin klokka 16.00 ímóti einum fronskum liði. Seinastu tvey árini hevur tað eydnaðst føroyingum at vinna seg í finaluna, og vónandi verður bragdið endurtikið í morgin. 12 City-fjepparar bjargaðir Fyri at koma í heilum líki til Føroya, leigaðu teir ein 72 føtur langan trolara. Hesin skuldi sigla teir úr Hetlandi til Føroya. Áðrenn komið var so langt koyrdu teir frá Manchester til Aberdeen, og sigldu hiðani til Hetlands. Men tá teir eftir longu ferðina, skuldu taka seinasta takið, sum skuldi føra teir til Føroya, sýtti skiparin fyri at leggja frá landi, tí aldurnar vóru ov stórar. So vóru góð ráð dýr, men enska blaðið The Sun tók stig til at flyta trúðføstu fjeppararnar til Føroya. Saman við Atlantsflog syrgdi blaðið fyri, at teir 12 sluppu til Føroya í øllum góðum. Við á ferðini til Føroya var Magni Arge, stjóri í Atlantsflog. Hann er sjálvur United-fjeppari, men vísir í The Sun á, at Mark Hughes hevur spælt við United. NSÍ tapti 3-0 á útivølli. Møguleikarnir NSÍ hevði undan dysti­ num móti Dynamo Tblisi vóru smáir, og nú fyrri dysturin lið­ anna millum er spæld­ ur, hevur NSÍ mist møguleikan at koma víðari FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Á ovurhondsstóra Boris Pai- chadze leikvøllinum í Tblisi spældu runavíkingar í gjár- kvøldi. Umstøðurnar vóru ikki tær, sum Óli Hansen, Jónhard Fredriksberg, Nenad Stankovic og hinir eru vanir við við Løkin. Á Boris Paichadze leikvølli- num var áskoðaratalið helst hægri, enn tað nakrantíð hevur verið við Løkin í Runavík, men 3000 áskoð- ararnir munaðu lítið, tá stad- ion rúmar 55.000 fólkum. Eisini var hitin meiri enn føroyingar eru vanir við – omanfyri 30 hitastig. Tað síðsta, sum eisini var óvanligt hjá NSÍ var, at ven- jarin Johan Nielsen ikki var við. Sambært Dimmalætting hevur hann brotið nøkur rivjabein, og tí setti hann seg ikki føran fyri at fara undir drúgvu ferðina. Keðiliga byrjan Um tað vóru óvændu umstøðurnar, sum gjørdu, at NSÍ fekk eina so keðiliga byrjan er ilt at siga, men lon- gu tá sjey minuttir vóru spældir, hevði heimaliðið lagt seg omaná. Og bara tríggjar minuttir seinni høv- du georgisku meistararnir staðfest, at NSÌ ikki skuldi vænta sær nakað sum helst burtur úr dystinum. Hálvan tíma inn í dystin fekk heimaliðið brotsspark, og so var 3-0. Í seinna hálv- leiki skifti Dynamo Tblisi eitt sindur av fólki út, og fleiri mál enn tað sama komu ikki. Móti dystarenda sá málverjin Tórður Thom- sen gult fyri aðru ferð, og noyddist sostatt av vølli- num. Tískil fór landsliðs- leikarin Einar Hansen í mál- ið, og helt tað reint minuttir- nar, ið eftir vóru. Harvið endaði dysturin 3-0, og NSÍ er at meta sum liðugt í altjóða fótbólti í ár. Men verður hugt at úrslit- um, ið onnur føroysk lið hava fingið í Georgia. Áður hevur HB tapt bæði 5-0 og 6-0 móti ávíkavist FC Wit í 2005 og Batumi B36 tapti 5-2 móti Torpedo Kutaisi í 2002. Seinni dysturin millum NSÍ og Dynamo Tblisi verð- ur á Ovara Vølli í Gundadali týskvøldið 22. juli kl 19.00. Hóast spenningurin um NSÍ fór at spæla seg víðari, má sigast at vera farin, so verð- ur annað áhugavert at eyð- gleiða. Millum annað verð- ur spennandi hvør skal ver- ja málið, nú Tórður Thom- sen er leikbannaður. Serbiski venjarin, sum í fleiri ár virkaði í Føroyum, hevur ongar ætlanir um at fara úr Ungarn, har hann skal leiða Kecskeméti TE í fyrstu royndini í ungversku Soproni­ liguni FÓTBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Í Uganda hevur hann seinas- tu vikuna verið settur í sam- band við leysa starvið sum landsliðsvenjari. Og í vik- uni ljóðaði slatur um, at Tomislav Sivic skuldi vera í Føroyum, og at samráðingar við okkurt føroyskt Formu- la-felag vóru á skránni. Men 40 ára gamli Tomis- lav Sivic sigur seg ikki ætla sær nakran veg. Hvørki suð- ur til Afrika ella norður til Føroyar, hóast hetta seinna tykist vera tað, sum hann hevur betra hugin til. - Tað er rætt, at fótbólts- sambandið í Uganda hevur tosað við meg, men eg vísti teimum alt fyri eitt aftur. Tann møguleikan hevði eg fyri tveimum árum síðani, men brádliga komu teir við einum heilt øðrum sáttmála enn tí, sum vit høvdu sam- ráðst okkum fram til, og so var álitið fokið. Og eg havi ongar ætlanir um at royna ta støðuna eina ferð afturat, sigur Tomislav Sivic. Søgulig uppflyting Umframt mista álitið á fót- bóltssambandið í Uganda, so eru tó eisini onnur viður- skifti, sum halda Tomislav frá at fara nakran veg her og nú. - Tá eg í fjør noyddist at takka nei til VB/Sumba, so hevði tað sínar persónligu orsøkir. Pápi mín er sjúkur, og her er ikki sama sosiala trygdarnet sum í Føroyum. Og tí vildi eg heldur vera um foreldur míni. Tann støð- an er einki broytt, men tein- urin frá heimi okkara í Ser- bia og til Kecskeméti í Ung- arn er bara 100 kilometrar, so har fái eg pendlað ímill- um. - Tí ivaðist eg ikki, tá tann møguleikin stakk seg upp, og eg má bara siga, at eg havi ikki angra tað allar minsta, sigur Tomislav Sivic. Og tað hevur hann sum so eisini alla orsøk til at siga. Seinasta kappingarár var nevnliga framúr. Kecskemé- ti hevur ongan tíð áður spælt í fremstu deildini, og øll roknaðu við, at stórfelag- ið, Ferencvaros, skuldi vin- na seg aftur millum tey fremstu. Men við 75 stigum og 74 málum í 30 dystum tóku Tomislav og hansara menn øll á bóli. - Tað var sjálvandi ein fantastisk uppliving. Ikki minst tí hetta altso var fyrs- ta ferðin í 97 ára søgu felagsins, at teir eru í bestu deildini. Fyri meg persón- liga hevur tað eisini borið við sær, at felagið beyð mær ein trý ára sáttmála, og hesin er undirskrivaður, so eg fari ongan veg her og nú. Í øllum førum ikki sum ven- jari. - Men vónandi komi eg tó aftur at vitja onkran dag- in. Sum skilst, so verða reg- lurnar við visum nú broyttar her hjá okkum, og so verður munandi meira ómaksleyst at ferðast. Og vit hava í øll- um førum nógv vinfólk í Føroyum, sum vit fegin vil- du hitt aftur, sigur Tomislav Sivic. Tomislav stórtrívist í Ungarn NSÍ misti møguleikan Einar Hansen mátti standa síðstu løtuna í málinum í dystinum móti Dynamo Tblisi í gjár, tí Tórður Thomsen varð vístur av vølli móti dystarenda Savnsmynd Tomislav Sivic sigur seg ikki ætla sær nakran veg. Hvørki suður til Afrika ella norður til Føroya Savnsmynd