hósdagur 17. juli 2008síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
[ Nr. 135 - 17. juli 2007 ]
Í mun til undanfarin
ár er kappingin
bara fýra dagar
hesa ferð, umframt
at hetta er seinastu
ferð, at kappingin er
fyri einstaklingar,
tí næsta ár verður
Statoil Kring
Føroyar skipað sum
liðkapping. Óivað
fara súkklararnir
at leggja nógv fyri,
so teir kunnu vinna
seinastu kappingina
eftir gamla leistinum.
SÚKKLING
Tíðindaskriv
Hetta er trettanda árið, at
súkklarar bjóða hvørjum
øðrum av í harðastu før
oysku súkklukappingini, ið
hesa ferð merkir, at súkklast
skulu umleið 325 kilometrar
í fýra dagar í Eysturoy,
Sandoy,
Suðuroy
og
Streymoy. Tann stóra fin
alan verður í Havnini sunnu
dagin, tá longsti teinurin
endar við nøkrum umførum
inni í Havnini.
Hesa ferð hava 20 súkkl
arar meldað seg til Statoil
Kring Føroyar, 18 mannfólk
og tvey konufólk. Umframt
sjálva
høvuðskappingina
eru eisini tvær kappingar í
kappingini, sum venda sær
til ávikavist unglingar og so
teir eldru súkklararnar. Lut
tøkan er heldur minni, enn
hon hevur verið tey seinnu
árini, men talan er um sterk
ar súkklarar, so helst verður
tað so mikið hendingarrík
ari.
At hetta er seinasta árið,
at kappingin er fyri einstak
lingar, ger tað bara uppaftur
meira spennandi, tí í fram
tíðini verður kappingin skip
að sum liðkapping, og tá
eru tað liðini, ið vinna, og
ikki einstaklingarnir. Sum
skilst, eru súkklararnir sera
spentir at kappast um, hvør
skal eiga heiðurin sum sein
asti einstaklingur at vinna
Statoil Kring Føroyar.
Fleiri eru um boðið
Síðstu árini hevur íslending
urin Hafsteinn Ægir Geirs
son vunnið kappingina, og
hann er eisini við hesa ferð.
Men hann kann vænta sær
harða kapping frá tí unga
Torkil Veyhe úr Havn, sum
í fjør gav Hafsteinni ein
skarpan gang, og spurning
urin er eisini, um eitt nú
Gunnar DahlOlsen ella
aðrir kunnu gera ein vørr.
Her eru fleiri, ið vilja nak
að, og so sæst, hvussu langt
tað røkkur hjá teimum.
Geyr
Gilsteinsson
er
kappingarleiðari, og bæði
hann og hjálparfólkini hava
hesa ferð fingið góðar bilar
at koyra í, tí Ford hevur
stuðlað kappingini við bil
um til allar fýra kappingar
dagarnar, so talan er um
nakað, ið minnir ikki sørt
um Tour de France, sum
somuleiðis er í gongd í
hesum døgum.
Somuleiðis er Statoil,
sum trúliga hevur verið við
í mong ár, enn eina ferð
høvuðsstuðul, umframt at
syrgja fyri bestu umstøðum,
tá teir troyttu og moyru
súkklararnir koma á mál
eftir lokna kapping hvønn
av hesum fýra døgunum.
Yvirhøvur hevur Statoil
Kring Føroyar hesi mongu
árini verið ein kapping, ið
hevur vakt ans, og hon er
uttan nakran sum helst iva
tann harðasta súkklukapp
ingin, sum er í Føroyum.
Súkklararnir
hava
bert
náttina og fyrrapartin til
hvíld, áðrenn tørnað verður
til hvønn dagin, so hetta er
hart og krevur, at súkklarar
nir eru væl fyri, skulu teir
megna at gjøgnumføra teir
umleið 325 kilometrarnar.
Fýra dagar hesa ferð
Upprunaliga var ætlanin, at
súkklarar skuldu koma úr
Hetlandi, men av tí at ein
onnur kapping kom í vegin
hjá teimum, varð tað av ong
um. Tá avboðið kom, var
longu gjørt av, at í ár skuldi
kappingin bert fevna um
fýra dagar, og hetta verður
so hildið fast við, og tí er
vanligi prologurin í Klaks
vík ikki við hesa ferð.
Í staðin verður lagt fyri
við Eysturoynni, har teinur
in er umleið 100 kilometrar.
Hesa ferð verður tó byrjað í
Hósvík og síðani súkklað
um Eiðisskarð, til Oyndar
fjarðar og víðari til Leir
víkar og síðani til Runavíkar,
har koyrt verður eina ferð
runt Agnið, áðrenn komið
verður á mál við Statoil
støðina á Glyvrum. Fjalla
spurtir eru um Eiðisskarð
og Gøtueiði, sum eisini eru
kappingar í kappingini.
Fríggjadagin
verður
hildið fram við einkultsstarti
á Sandi, har teinurin er 27
kilometrar,
sum
verður
súkklað millum bygdina og
Traðardal. Og síðani verður
leygardagin farið til Suð
oyar, har 77 kilometrar
skulu súkklast frá Tvøroyri
til Fámjins, síðani til Sum
biar og aftur til Vágs, har
málið er við Statoilstøðina.
Eisini í Suðuroynni eru
tveir fjallaspurtir, sum eru á
Fámjinsskarði
og
Hestinum.
At enda verða so súkkl
aðir
120
kilometrar
í
Streymoy, sum byrja í
Tjørnuvík og halda fram til
Saksun og so víðari til Havn
ar, har súklararnir fyrst
skulu til Gomlurætt, áðrenn
teir at enda koma til Havnar
aftur, koyra tríggjar ferðir
runt í býnum og síðani
koma á mál í Gundadali.
Fjallaspurtirnir
seinasta
dagin eru á Oyggjarvegnum
og Velbastaðhálsi.
Nú byrjar Statoil kring Føroyar
Hetta er trettanda árið, at súkklarar bjóða hvørjum øðrum av í harðastu føroysku súkklukappingini
Savnsmynd
Arsenal-leikari til
FC Barcelona
FC Barcelona hevur longu fingið avloysara fyri
Ronaldinho á miðvøllinum. Felagið skrivaði í kvøld undir
sáttmála við Alexander Hleb, sum seinastu trý árini hevur
spælt við Arsenal. Hleb hevur hvassliga funnist at leiðsluni
í Arsenal, og eftir at hava skotið við skørpum mótvegis
felagnum í miðlunum, hevur Hleb leitað sær eftir nýggjum
felag. Alexander Hleb kostaði FC Barcelona góðar 110
milliónir krónur.
Nýggj nøvn á Toftum
Landskappingin og flestu av føroysku feløgunum eru farin
í summarfrí. Á Toftum, har B68 í løtuni stríðist fyri lívin
um í Formuladeildini, verður tó arbeitt av øllum alvi at
fyrireika liðið til uppgávurnar, sum standa fyri framman.
Mánadagin fara toftamenn undir venjingarnar aftur, og tað
verður við nýggjum nøvnum í leikarahópinum. Felagið
kunngjørdið í farnu viku, at danin Brian Andresen skal
spæla við B68 i seinnu kappingarhálvu. Seinni í vikuni fer
felagið at kunnagera fleiri nøvn, skrivar heimasíðan hjá
toftamonnum. B68 liggur í løtuni undir niðurflytingar
strikuni í Formuladeildini – nummar níggju.