Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-17, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. juli 2008síða 44

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 Eingin klárar seg í Árið er 1991. Tað er mánakvøldið 15. juli. 5.500 áskoðarar eru savnaðir kring ovara vøllin í Gundadali. Á harða graslíkinum hendan frálíka summardagin roynir Turkaland seg í venjingardysti ímóti føroyska fótbóltslandsliðnum. Seinni hálvleikur er fáar minuttir gamal, tá Føroyar fær fríspark áraka miðlinjuna. Kári Reynheim ger skjótt av og prikar bóltin fyri føturnir á einum klaksvíkingi. Hetta er fyrstu ferð, at hann roynir seg í landsliðshøpi. Men tað sæst ikki. Hann smæðist ikki burtur. Hann er komin í ferð, tá hann hegnisliga sneiðir fyrsta mótstøðumannin. Hesin framsýnti og dugnaligi framherjin hevur kós móti brotsteiginum, eitt sindur í vinstra borði. Óvæntað og við eitt smekkar hann til við vinstra beini. Bólturin fer eftir jørð og í síðunetið handan hjálparleysa turkiska málverjan. 1-0 til Føroyar, og ein nýggj føroysk stjørna hevur sæð dagsins ljós. Navnið er Todi Adam Jónsson, sum seinni av álvara skaraði fram um øll onnur í føroyskum fótbóltshøpi. Á landsliðnum stóð hann seg væl millum fleiri av heimskendu verjuleikarunum, í FC Keypmannahavn var hann við til at lyfta stóru verkætlanina, og er framvegis mest skorandi leikarin í felagnum. Nú nýtir hann orkuna at fáa FC Amager upp á danska fótbóltstindin. Naivir Todi Jónsson var í níti-árunum serstakliga góður stuðul á føroyska landsliðnum. Serliga í mótálopum royndist hann væl, har hann við skjótleika og fram úr bóltførleika var mentur at bjóða øllum mótleikarum av. Verjuleikararnir høvdu altíð eitt vakið eyga við størsta einstaklingin á føroyska liðnum. Framherjin loysti væl sína uppgávu sum drívandi megin í skjótálopunum, sum stríðshugaðu og snarsintu føroyingarnir dúvaðu uppá. Seinastu mongu árini hevur ein tílíkur stórliga vantað á landsliðnum. Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari, hevur ikki viljað fast í hesum upplegginum. Heldur verður miðað eftir, at føroyingar skulu mynda dystin. Men tað heldur Todi er púra burturvið. – Altso, føroyingar eru naivir, um teir halda, at teir kunnu skapa ein fótbóltsdyst ímóti Fraklandi. Tí skuldu vit vent aftur til tað gamla. Eg haldi tað vera stuttligari at síggja føroyingar kempa og verja og royna at vinna 1-0 , enn at vit royna at skapa ein dyst og tapa 5-0. Tess longri vit halda nullið, meira sjálvsálit fáa leikararnir. So er at vera tolin eftir málmøguleikanum – tí hann kemur altíð. Føroyar eru seinastu árini farið raplandi eftir styrkislistanum hjá FIFA. Todi Jónsson hevur eina loysn, sum kann fáa føroyskan fótbólt á rætta kós. – Eg meini, at vit skulu fara »back to basic« og arbeiða okkum uppaftur. Tí tað duga vit, sigur Todi Jónsson og minnir á, at vit missa virðing uttanlands, tá ið vit ikki skapa úrslit. – Og tað eru jú úrslitini sum telja, staðfestir hann. Pengar ov stórt vald Jógvan Martin Olsen staðfesti í blaðnum týsdagin, at vinnararnir á føroyska fótbóltslandsliðnum. Viljin hjá eitt nú Allan Mørkøre og Julian Johnsson eru ikki at finna á liðnum longur. Fyrrverandi málrevurin í FC Keypmannahavn heldur tó ikki, at tað er heildartrupulleikin. Todi Jónsson, hvat slag av fótbóltsleikara manglar á landsliðnum í dag? – Klárar tú at bjóða av við skjótleika, og hevur viljan, so ert tú komin væl áleiðis. Men tað er ikki heildartrupulleikin. Eg dugi ikki at meta um tað eru ov nógvir pengar í føroyskum fótbólti. Men eg kann staðfesta, at pengarnir eru nóg nógvir til at spælararnir heldur velja at verða í Føroyum, enn at fara uttanlands til eina minni løn, men við møguleika til at gera yrkisleikarar. Pengarnir hava ov stórt vald. Liðini eru trýst: B36, HB og KÍ mugu hava teir bestu leikararnar, um stuðlar og viðhaldsfólk skulu vera nøgd. Føroyskir fótbóltsleikarar hugsa ikki longur enn um dagin í morgin. Fert tú eitt nú til Danmarkar og spennir teg av álvara út í eitt ár, so hevur tú vunnið nógv fleiri pengar um trý ár, enn hvat tú hevur í Føroyum. Tað er sanniliga torført at spæla ímóti heimsstjørnum, tá tú tríggjar dagar framman undan – Føroyingar eru naivir, um teir halda, at teir kunnu skapa ein fótbóltsdyst ímóti Fraklandi. Vit eiga at venda aftur til gamla mátan, sum vit spældu uppá. Og trúgv mær, tað er eingin føroyskur fótbóltspælari, sum hevði komið beinleiðis frá Formuladeildini á eitt lið í Superliguni í dag – ikki ein. Og tá er torført at dystast við eitt nú franskar heimsstjørnur, sigur Todi Jónsson Úr telefonini úr Amager sigur Todi Jónsson at føroyingar skulu fara “back to basic” og arbeiða seg uppaftur. – Tí tað duga vit, sigur Todi Jónsson [ Nr. 136 - 17. juli 2008 ]