Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-17, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. juli 2008síða 45

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

45 Superliguni hevur spælt í Formuladeildini. Men hendan hugburðin kunnu hvørki eg ella tú broyta. Tað kann bara tann einstaki fótbóltsspælarin, sigur Todi Jónsson, sum ikki hevur sæð nakran landsdyst hjá Føroyum seinastu árini. Sum búðsitandi í Danmark hevur hann ikki møguleikan til tess. Fjølmiðlar ávirka Todi Jónsson er altíð fúsur at samstarva við fjølmiðlar, um okkurt er á vási. Greiðuliga, blíður og beinrakin svarar hann altíð spurningum á skilagóðan hátt. Soleiðis hevur ikki altíð verið. Tá fyrrverandi landsliðsleikarin skifti til Lyngby vóru føroyingar sera forvitnir, hvussu ungi klaksvíkingurin stóð seg í donskum fótbólti. Men hann vildi ikki gerast til meira, enn hann í veruleikanum var. – Eg vildi ikki práta við føroysku fjølmiðlarnar. Eg hevði jú einki prógvað. Eg minnist, at Sosialurin og Útvarp Føroya ringdu til mín, men eg hevði einki at siga teimum. Og tað meti eg vera ein stórur veikleiki hjá miðlunum. Bara onkur føroyingur fer uttanlands at royndarvenja, so kanst tú lesa um tað á Portalinum, Vikublaðnum ella aðrastaðni. Tað gevur teimum beinanvegin eitt status, sum leggur óneyðugt trýst á leikaran. Ikki tí, sjálvandi skulu teir gera sítt arbeiði. Tað er rættiliga langur vegur frá royndarvenjing til succes. Ómetaliga langur. Eg góðtaki umrøðu, um leikarin hevur uppiborið tað. Men fert tú sum føroyingur til eitt nú Liverpool í dag at royndarvenja, so vita øll, hvør tú ert, tá tú kemur heim. Og tá kemur trýstið uttanfrá, sigur Todi Jónsson. Hann heldur tað hevði verið betri, um leikararnir fóru til minni feløg at royndarvenja. Har er møguleikin størri fyri succes, enn við at fara til tey stóru feløgini. Harða vegin Í 1994 flutti 21 ára gamli Todi Jónsson til Danmarkar. Tað skuldi eitast at verða í lestrarørindum, men eftir trimum mánaðum gavst hann á skúlanum. Fótbóltur vigaði væl hægri enn skúli. Ístaðin arbeiddi hann á gistingarhúsi um næturnar. Soleiðis kundi hann geva seg fult út fyri Lyngby, sum hann var knýttur at. Óteljandi sveittadropar, tol og gott mót skuldu fyrst og fremst til, áðrenn Todi Jónsson fekk prógva seg. Og tá gekk væl. Longu árið eftir var hann toppskjútti hjá Lyngby. – Ár framman undan var eg partur av unglingaliðnum hjá AGF í eitt ár, men sum flestu aðrir føroyingar, so fór eg heimaftur. Innast inni var eg sannførdur um, at fótbóltur var mítt. Fyrstu mánaðirnar í Lyngby spældi eg við eykaliðnum, men eg strembaði sjálvandi eftir at sleppa á besta liðið. Og hvønn dag mátti eg prógva meg. Eg visti, at fyrr ella seinni fór tað eisini at eydnast, tí eg vildi veruliga. Eg eri serstakliga glaður fyri ta avgerðina í dag. Eg vil ikki siga, at tað er tann rætti vegurin. Men eg var trýstur, og gjørdist bara betri av at byrja á berum í einum donskum felag. Eg vandi meg við umhvørvið, og við toli og vilja megnaði eg av bjóða teimum bestu í felagnum av, greiðir føroyingurin í Amager frá. Men Todi Jónsson, eru Føroyar ikki ov lítlar til at fostrað tílíkar fótbóltsstjørnur? Ert tú ikki eitt eindømi, í so máta? – Nei. Hugsa vit um tíðina seinast í nítiárunum, tá landsliðið var gott, so høvdu flestu landsliðsleikararnir staðið seg í Superliguni. Í dag høvdu teir klárað seg í næstbestu deildini. Jákup Mikkelsen hevur somu søgu sum eg. Føroyskir spælarar hava ikki tol. Í eitt hálvt ár, í øllum førum, verður tú noyddur at troyta møguleikan. Trúgv mær, tað er eingin føroyskur fótbóltspælari, sum hevði komið beinleiðis frá Formuladeildini á eitt lið í Superliguni í dag – ikki ein, sigur fyrrverandi stórskjúttin hjá FC Keypmannahavn. – Jú, kanska Jákup Mikkelsen, sigur Todi Jónsson at enda. Uni Holm Johannesen Rólant Waag Dam Føroyar eru næst vánaligasta landslið í Evropa. Vit hava ikki fingið nakað stig í hvørki EM- ella HM undankapping síðan 2004. Seinastu árini hava vit raplað niður eftir styrkislistanum hjá FIFA. Í løtuni liggja vit nummar 195 – bara 12 lond eru aftan fyri okkum. Sosialurin varpar komandi vikurnar ljós á keðiligu gongdina. Vit leita eftir orsøkunum til, hví tað gongur so illa í hond og spyrja hvat skal til fyri at venda óhepnu gongdini? Í blaðnum týsdagin verður prátað við Tomislav Sivic um sama evni Myndir: Símun J. Hansen [ Nr. 136 - 17. juli 2008 ]