fríggjadagur 18. juli 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 137 - 18. juli 2008
tíðindi
List
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Heitið á ólavsøkuframsýn
ingini í ár, “Skitsan”, skal
skiljast heilt bókstavliga
sum kladdur, útkast, kann
ingar og leys hugskot, sum
bara vóru ætlað sum fyri
reiking til eitt listaverk.
Á framsýningni verður
høvi at síggja fleiri hundrað
slíkar skitsur og á tann hátt
fáa innlit í, hvussu út við 30
føroysk listafólk arbeiða
við síni list.
Listarligir
loynidómar
Kladdur
til
málningar,
útkast til bygningar, upp
skriftir til litblandingar, lýs
ingar av søgugongd í video
filmum. Hetta er bara nakað
av tí, sum er at finna millum
mongu skitsurnar, sum lista
kvinnan og kurator, Kirsten
Justesen hevur fingið tey
30 listafólkini at lata frá
sær – sumt bert fyribils til
sjálva
framsýningina,
tí
ikki allar skitsurnar eru til
sølu. Ikki so løgið, tí sum
Kirsten Justesen sigur
Fyri nógv av listafólkun
um eru hetta jú persónligar
skattakistur, sum tey ongan
tíð fara at skilja seg av við.
Tess meir forkunnugt má
tað sigast at vera, at áskoð
ararnir nú fáa innlit í hesar
listarligu loynidómar, sum
ofta eisini eru støði undir
heims og listafatanini hjá
listafólkunum, meðan tey
granska lívið.
Sambært Kirsten Justesen
fara áskoðararnir ivaleyst at
kenna okkurt verk aftur í
onkrum av skitsunum. Sam
stundis eru tað uttan iva aðr
ar, sum ongantíð verða liðug
verk, men verða liggjandi
sum ein støðug avbjóðing
og áminning um at loysa tey
formligu krøv, sum listin
setur.
Nýggjar leiðir
Sum kladda umboðar skits
an altíð eina ætlan av onkr
um slag. Í so máta hóskar
hugskotið hjá Kirsten Juste
sen sera væl til endamálið
við ólavsøkuframsýiningini
í ár, ið er at vísa samtíðarlist,
sum peikar frameftir. Hetta
hevur eisini verið endamálið
við ólavsøkuframsýningini,
síðani Listafelag Føroya
skipaði hana fyrstu ferð fyri
60 árum síðani.
Í mong ár var hon ein sen
surerað framsýning, sum
øll kundu senda inn til. Hesi
seinnu árini eru nógv onnur
framsýningartiltøk komin,
millum annað Várframsýn
ingin, har fólk kunnu sýna
fram á fyrsta sinni og sam
stundis søkja um upptøku í
felagnum Føroysk mynd
listafólk. Áhugin fyri at
senda inn til Ólavsøkufram
sýningina broyttist, og tí
gjørdi Listafelagið av at
endurnýggja ólavsøkutradi
tiónina.
Í fjør gjørdi Listafelagið
so av at royna nýggjar leiðir
við Ólavsøkuframsýningini
og heitti tá á tveir ungar lista
menn, Jóannes Lamhauge
og Heiðrik á Heygum, at
skipa hana. Úrslitið gjørdist
framsýningin “Slóarblóð”,
har ungu luttakararnir og
øðrvísi verkini uttan iva
hava verið við til at spræna
enn meir nýhugsan inn í
ólavsøkuframsýningina.
Kønar kvinnur
Hugskotið til ólavsøkufram
sýningina í ár er neyvan
sæð fyrr í Føroyum. Og tað
er heldur ikki hvør sum
helst, ið stendur aftanfyri.
Kirsten Justesen er sera
høgt í metum bæði sum
listakvinna og kurator, og
hevur skipað framsýningar
víða hvar, eitt nú í Århus og
New York. Sum listakvinna
er hon millum annað kend
fyri eina røð av verkum við
heitinum
“Melting
in
Time”, har hon kannar møt
ið millum heita kroppin og
kalda ísin, sæð í ljósinum
av hugtøkum sum tíð, broyt
ing og umstøður.
Afturat sær sum kurator
hevur Kirsten Justesen hesu
ferð fingið Brynhild Næs,
sum eisini setti framsýn
ingina “Natúrligvís” saman
fyri Norðurlandahúsið í fjør
og í løtuni lesur visuella
mentan.
Ólavsøkuframsýningin
letur upp ólavsøkuaftan í
Listaskálanum. Klokkan 17
fer Kirsten Justesen at greiða
frá
arbeiðinum
við
framsýningni og síðani fara
Ranvá Káradóttir og MAR
MAR at framføra koreograf
isku skitsuna “Memotekið”.
Avdúkingar
á ólavsøku
framsýningini
Les longri prát við
Kirsten Justesen um hug
skotið til Ólavsøkufram
sýningina í Ólavsøku
blaðnum hjá Sosialin
um, sum kemur á
gøtuna 22. juli
Skitsan
Ólavsøkuframsýningin »Skitsan« letur upp
ólavsøkuaftan, 28. juli, kl. 14.
opið er: ólavsøkuaftan og ólavsøkudag kl. 1420
Ólavsøkuframsýningin er opin til og við sunnudagin
17. august:
týsdagfríggjadag kl. 1116
leygar og sunnudag kl. 1417
Tað er kenda listakvinnan Kirsten Justesen, sum hevur fingið hugskotið at sýna fram fleiri hundrað skitsur hjá
føroyskum listafólkum á ólavsøkuframsýningini í ár
Á ólavsøkuframsýningini í ár fara 30 listafólk at
avdúka sínar skitsur, sum tey annars ongantíð
ætlaðu, skuldu sýnast fram
Brævbjálvi við skitsu hjá Sigrun Gunnarsdóttir
Skitsa til videofilm hjá MARMAR, ið eru Marianna Mørkøre og Maria Arnell