Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-18, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juli 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Nr. 137 • 18. juli 2008 Vikuskifti fangarnar á Robben Island og í øðrum fongslum leysar og ANC skuldi gerast lógligt, áðrenn hann so mikið sum vildi umhugsa samráðingar. Hetta sigst hann hava gjørt við orðunum: »Bert frælsur maður kann geva lyfti og bert frælsur maður kann samráðast. Eg seti frælsið hjá fólki mínum hægri enn mítt egna persónliga frælsi.« Hann metti seg eins ófrælsan, so leingi partar av apartheid vóru í gildi og ANC var forboðið. Tað var eingin ivi um, at Man­ dela, sum altíð, meinti tað, hann segði, og F.W de Klerck stjórnin hevði tí einki val. Hon noyddist um enn treyðug at ásanna, at tíðin hjá apartheid var úti, og Nelson Mandela kundi sum frælsur og fríur maður undir miklum fagnaði ganga út úr fangahúsinum tann 11. februar 1990. Ein nýggj tíð Eftir hetta byrjaðu samráðingarnar um ein nýggja politiska skipan fyri Suðurafrika. (Vit skulu ikki fara í smálutir við hesum samráðingum og við politisku skipanni her, tað venda vit aftur til seinni, tá Sosialurin fer at viðgera Mandelamál nærri). Fyrsta frælsa valið í Suðurafrika var tann 27. apríl 1994, og stóri vinnarin var ANC við 62% av atkvøðunum. Mandela varð valdur til forseta og myndaði eina tjóðskaparliga savningarstjórn við ANC, Tjóðskaparflokkinum og Inkhatha. Eftir eitt forsetaskeið fór Mandela úr politikki. Hann varð kosin forseti 77 ára gamal og boðaði frá, at hann nú fór at taka sær av familjuni: »Míni børn vuksu til uttan faðir orsakað av mínum politiska arbeiði, og tá eg so endiliga kom úr fongsli, gjørdist eg faðir at heilari tjóð.« Nú var sostatt tíð til frið at venda, men hvussu var og ikki, áðrenn langt um leingi var Mandela farin undir eitt miðvíst arbeiði at útvega fíggjarligan stuðul til stríð móti AIDS og fátækdømi. Í hesum virki er hann ofta á ferð uttanlanda, og hann sparir seg ikki nú heldur enn áður, tá hann gongur inn fyri einari søk. Mandela – menniskja og týdningur Mandela er vorðin hugtak og ímynd. Hann hevur fingið eina einastandandi støðu í heimlandinum eins væl og í heiminum sum heild. Mandela er vorðin ímyndin um demokrati, tolsemi, fyrigeving, humanismu og víðskygni ­ ein fyrimynd hjá ungum sum eldri. Mandela er framúr karismatiskur, ein sera klókur politikkari og eitt menniskja við sera høgum persónligum morali og einum persónligum og politiskum dirvi, sum neyvan hevur sín líka millum heimsins statsmenn. Hóast Mandela langt síðan er vorðin ikon og kult, er hann enn sum áður lítillátin og eins við øll. Tað er fyrst og fremst Mandela fyri at takka, at skiftið frá apartheideinaræði til fólkaræði í Suðurafrika gekk so friðarliga til. Mandela hugsaði øll árini á Robben Island um, hvussu skiftið skuldi greiðast á friðarligan hátt og hvussu samfelagið skuldi skipast eftir, at apartheidskipanin ein dag var burtur. Hann kom til ta niðurstøðu, at ein ælabogatjóð umboðandi allar rasur og ættar­ bólkar, ymisk politisk sjónarmið og ymsar átrúnaðir átti at mynda Suðurafrikansku tjóðina. Fortíðin skuldi liggja og her skuldi eingin hevnd vera. Her skuldu øll kenna seg heima – talvan skuldi turkast rein. Henda hugsjón leiddi eitt nú til Truth and Reconciliation Commission (TRC), Sannleika- og sáttarnevndina, sum hevði til endamáls at lekja sárini frá fortíðini, nakað, sum Mandela metti avgerandi neyðugt, um tjóðarbyggingin skal eydnast. Mandela hevur havt og hevur framvegis ómetaliga stóran týdning fyri fólk um allan heim, eisini her í Føroyum. Vit fegnast eins og øll onnur um, at honum untist at røkka tey níti árini, og vit gleðast saman við mongum yvir, at hann framvegis nýtir sína sjarmu, sína orku og framúrskarandi evni, sítt politiska gløggskygni, sína karismu og sítt heimsfevnandi netverk til gagns fyri mannaættina. ynd Tað er fyrst og fremst Mandela fyri at takka, at skiftið frá apartheideinaræði til fólkaræði í Suðurafrika gekk so friðarliga til