fríggjadagur 18. juli 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 137 - 18. juli 2008
15
Heindrikkur Hansen,
ættaður úr Svínoy, and
aðist sunnudagin 6. juli
í Lemvig, 63 ára gamal.
Jarðarferðin verður lýst
seinni.
Bergtóra
Vágsheyg
Niclasen úr Klaksvík,
vanliga nevnd Begga
hjá Jógvan Segl, and
aðist
á
Klaksvíkar
sjúkrahúsi týsdagin, 90
ára gomul. Kistan fer úr
kapellinum fríggjadagin
klokkan 18:00. Jarðar
ferðin verður úr Christ
ianskirkjuni leygardagin
klokkan 14:00.
Andlát og jarðarferðir
Tann 19. juli verður ein væl
kendur porkeningur, Hilmar
Bech, 75 ár. Mamman Jo
hanna F Jensen var av Dul
á Strondum og pápin Jacob
M Bech var úr Porkeri. Tær
vóru tvær systrar, Johanna
og Malena, sum fóru ungar
til Suðuroyar, har tær gift
ust. Tá var hetta nærum
heimsins endi. Suðuroyggin
var tá so langt burtur, at
beiggi teirra Jógvan, pápi
tey á Dul, kallaði tær upp,
nú hann ikki roknaði við at
síggja tær aftur! Dóttirin
varð
kallað
Johanna
Malena. Tað var hon, sum
seinni giftist við Hans Sund
stein. Jacob og Johanna
fingu 10 børn. Systirin
Malena giftist við Zacharias
á Hólunum, sum var beiggi
Jacob. Tey fingu fimm
børn. Tískil vóru teirra
børn dupult systkinabørn.
Hilmar tók preliminer
prógv frá Vágs skúla í 1951.
Hann róði út og var eisini
onkran túr til skips. Á sumri
1951 var hann í handlinum
hjá Grønlandsfelagnum í
Føroyingahavnini,
sum
flýggjaði út skipsútgerð.
Har kundu fiskimenn eisini
keypa útgerð.
Í august 1953 fór Hilmar
á Haslev Seminarium, har
hann tók læraraprógv í
1958. Skúlaárið 1958/59
var hann vikarur í Vági.
Restina av sínum arbeiðslívi
hevur hann virkað sum lær
ari í Porkeri, og frá 1. august
1967 varð hann fyrstilærari.
Sum lærari var Hilmar væl
umtóktur. Sagt verður, at
hann var strangur. Tað er nú
ikki nøkur ódygd. Hann
dugdi væl við børnunum,
og hann dugdi eisini væl at
læra frá sær. Ein nú tilkom
in porkeningur greiðir frá,
hvussu Hilmar einaferð gav
honum eitt sjálvsálit, sum
honum og øðrum kanska
tørvaði. Hilmar sendi hann
eitt ørindi við orðunum:
“Tú er jú so skilagóður.”
Ikki skuldi meira til, at
hann føldi hetta sum eitt
herðaklapp.
Eitt eyðkenni fyri Hilmar
var eisini, at hann framvegis
var áhugaður fyri næming
unum eftir, at teir vóru farn
ir úr skúlanum.
Hilmar
er
søgufróður
maður. Hann hevur savnað
nógv tilfar um Porkeris
søgu, og hann var heimildar
maður hjá Páll Nolsøe í
samband við skrivingina av
skipasøguni hjá Porkeri í
Føroya Siglingarsøgu. Hes
in partur av okkara skipa
søgu og fiskimannasøgu er
nú heldur ikki so lítil.
Virðiligur tingmaður
Hilmar varð valdur inn á
ting fyri javnaðarflokkin í
1970, og hann var tingmaður
fram til 1984. Hann var ting
skrivari 197478 og løg
tingsformaður 197980.
Sum løgtingsmaður kom
Hilmar at taka arvin upp
eftir Johan Danbjørg, sum
hevði myndað javnaðarflokk
in í ártíggir. Hetta var ikki
minst í Porkeri, har javn
aðarflokkurin
var
nógv
størstur uppá seg og hevði
meira
enn
helvtina
av
atkvøðunum. Hilmar var nú
øðrvísi persónur enn Dan
bjørg. Men porkeningar
høvdu eisini álit á honum.
Flokkurin helt tørn aftaná
Danbjørg, hóast tað ikki var
nøkur sjálvfylgja. Hilmar
gavst í politikki, men fram
vegis er tað javnaðarflokk
urin, sum er fremsti flokk
urin hjá porkeningum.
Hilmar var við til at
mynda flokkin frá fyrst í
70unum saman við politik
arum sum Atla Dam, Jákup
Frederik Øregaard, Haldor
Hansen, Jákup Lindenskov,
Jonu Hendriksen og Tórálv
Mohr Olsen. Hann umboð
aði javnaðarflokkin í løg
tingsnevndum sum skatta
nevndini, fíggjarnevndini,
skúlanevndini, vega og
havnanevndini,
sosialu
nevnd og kirkjunevndini.
Hilmar var ein virðiligur
tingmaður. Tað var lurtað
eftir honum, tá ið hann tók
orðið. Hann var altíð væl
fyrireikaður, og tað var skil
í tí hann segði. Tað var
kent, at Hilmar var virkin
missiónsmaður. Hetta sást
eisini aftur í hansara hug
burð og siðiligu medferð.
Hilmar hevur havt fleiri
týðandi nevndarsessir uttan
fyri tingið. Hann var í stýri
num fyri ALV 19722000.
Hetta samsvaraði væl við
hansara áhuga fyri teimum,
sum vóru minni væl fyri í
samfelagnum. Her kom
hann at samstarva við Karo
linu Petersen, stríðskvinn
una á hesum øki. Hilmar
var í nevndini fyri Trygg
ingarsambandið 198595.
Hann var eisini í stýrinum
fyri Húsalánsgrunnin í seks
ár frá seinast í 70unum og
inn í 80ini. Eisini hevur
hann verið nevndarlimur í
Íleggingargrunninum
fyri
Føroyar.
Hilmar hevur verið virkin
í bygdalívinum. Í november
1967 gjørdist hann deknur í
Porkeri, og hann hevur ver
ið limur í kirkjuráðnum.
Eitt skeið, 19631966, var
hann limur í sóknarstýrinum
í Porkeri.
Hann verið formaður í
minnisvarðanevndini í Por
keri, og hann hevur verið í
valstýrinum í 30 ár. Hilmar
fylgir væl við tí sum hendir.
Honum dámar eisini væl at
fara á flot. Hilmar er eisini
beinasamur hjá bygdafólki
at heita á, um okkurt er sum
skal greiðast. Eisini dugur
hann væl at yrkja, sum eis
ini sæst aftur í brúdleypum
og líknandi í bygdini.
Hilmar giftist 15. februar
1958 við Kristinu f. Samuel
sen, ættað úr Haldarsvík og
uppvaksin í Tjørnuvík. Tey
eiga børnini Johanna, gift
við Mannbjørn Olsen og
Dan giftur Elken. Bæði
børnini búgva í Porkeri.
Hvørt av børnunum eiga
trý børn, so barnabørnini
eru seks í tali.
Kristina hevur arbeitt á
flakavirkinum í Vági og
roykivirkinum í Porkeri, ta
tíð tað var.
Sigast kann um tey bæði,
at tey eru sera dámlig og
fyrikomandi. Vit hava upp
runaliga kenst frá politikki
num, men framvegis er tað
stuttligt at hitta tey og
hvørja ferð at fáa eitt huga
ligt prát.
Hilmar er burturstaddur
føðingardagin.
Honum
verður ynskt hjartaliga til
lukku við føðingardegnum,
og hóast tað er nakað seint
verður eisini ynskt teimum
báðum tillukku við gull
brúðleypinum sum var fyrr
í ár.
ó.
Hilmar Bech 75 ár
Tríatiundi fyrsti
partur
Vit sóu seinast, hvussu
judamenn komu heimaftur
til landið. Hetta var lyfti
Guds til fólkið. Juda var tó
ikki eitt kongaríki nú, men
ein landspartur undir heid
num kongum. Teit byrjaðu
at byggja templið uppaftur,
vóru steðgaðir, men eftir at
Haggai eggjaði fólkið, eftir
boði frá Harranum,at fara
undir byggingina aftur,
fóru teir í gongd aftur og
fullførdu arbeiðið eftir fýra
árum.
Hin ríki kongurin,
Sálomo, brúkti sjey ár um
at byggja hitt fyrra templ
ið, og hóast at hetta seinra
templið ikki kundi metast
við hitt fyrra, so var hetta
helst eitt bragd teir gjørdu.
Tey vóru einans 42000
fátæk fólk, komin heim
aftur úr trælabandi í Bábel.
Hóast at tempul Sålomos
var ein príðuligari bygn
ingur enn hetta templið, so
sigur Haggai hetta:
Hetta seinna húsið skal
hava størri dýrd enn hitt
fyrra sigur HARRIN Gud
herskaranna og á hesum
staði skal Eg geva frið
sigur HARRIN Gud
herskaranna. 2,9.
Hetta er sláandi. Tá ið
vit hugsa um, ta dýrd ið
fylti hitt fyrra templið og
eisini tabernaklið í oyði
mørkini, vit hava verið inni
á tí, hvussu Harrin sat uppi
yvir kerúbunum, og dýrd
hansara fylti templið, so
gevur hetta versið her hjá
Haggai okkum rúm til
eftirtanka.
Uttan at gera nakrar
útleggingar av hesum,
kunnu vit lata hugan reika
eitt sindur. Tað var í hesum
templinum Jesus varð
borin fram, og offur varð
borið fram fyri hann.
Himmalsins kongasonur
hevði stigið so lágt, at
hann varð menniskja, og
offur mátti berast fram fyri
hann. Foreldur hansara
vóru so fátæk, at tey
høvdu bert tvær turtildúvur
ella tveir dúvuungar at
bera fram. Tað var í hesum
templinum, hann sæt í
millum lærararnar, bert
tólv ára gamal, og bæði
lurtaði eftir teimum og
spurdi teir, so at øll
undraðust yvir vit og svar
hansara. Her var tað hann
stóð og lærdi, og her var
tað hann, aftaná at hava
gjørt sær ein koyril, rak
kríatúrini út, koyrdi umkoll
borð teirra, sum seldu, og
steðgaði øllum handil
skapinum, sum teir høvdu
drigið inn í templið. Mest
av øllum, her var tað, at
forhangið skrædnaði frá
erva og niður í gjøgnum í
somu løtu, Jesus doyði og
opnaði vegin inn til Gud.
Á hesum staði skal eg
geva frið, profeteraði
Haggai, sum vit lósu beint
nú. Harrin hevur gjørt frið
millum seg og hvønn
syndara. Eisini teg, tak
hetta upp til eftirtanka,
bíða ikki, vend tær til
Harran Jesus nú beinanveg,
tak í móti tí friði hann
bíður tær.
Enn er náðihurðin opin,
hvussu leingi verður tað,
Eingin veit frá tí at siga,
tak mót Jesusi í dag.
Bíblian innblást av Gudi – ikki mannaorð um Gud
RichaRd
danielsen.
Viðmerking: