fríggjadagur 18. juli 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 137 • 18. juli 2008
Vikuskifti
14
Í dag tann 18. juli verður heimsins
mætasti núlivandi statsmaður,
mannarættindastríðsmaður,
humanistur og frælsishetja,
Nelson Rholihlalha Mandela, níti
ár. Mandela er av høvdingakyni
úr Xhosamæltu Tembu ættini
í Transkei í Suðurafrika. Hann
er útbúgvin løgfrøðingur og fór
sum ungur undir at stríðast móti
apartheidstýrinum í Suðurafrika.
Sum advokatur hjá teimum
mongu, sum vóru kúgað ella
illa viðfarin av harðrendu
apartheidyvirvøldini, gjørdist
hann alt meira politiskt tilvit
andi og fór í 1944 upp í frælsis
rørsluna, African National
Congress, ANC, og í 1949 gjørdist
hann ein av oddamonnunum í
rørsluni.
Tey fyrstu mongu árini var
Mandela hugtikin av politisku
heimspeki Gandhis og var sostatt
ímóti at nýta vald og harðskap
í stríðnum móti apartheid.
Men so í 1960 hendi nakað,
sum avgerandi broytti politisku
hugsjón hansara. Hetta árið
hevði apartheidstýrið framt eina
lóg, sum álegði øllum litaðum
og svørtum suðurafrikanum
at bera pass. Henda avgerð
kendist eins eyðmýkjandi og
hon gjørdi mannamun, og hon
elvdi til ein stóran men friðar
ligan mótmælisfund í býnum
Sharpville, har fundarfólkið
brendi passini. Løgreglan, sum
var á staðnum, fór knappliga at
skjóta við skørpum eftir manna
múgvuni, og fólk í hundrað tali,
herímillum kvinnur og børn, lógu
eftir á – tey flestu skotin í bakið.
Henda ræðuliga hending,
sum skelkaði heimin, sannførdi
Mandela um, at tann friðarliga
leiðin ikki longur var gongd
leið til tess at beina burtur
apartheidstýrið í Suðurafrika.
Henda hending gekk ongantíð frá
Mandela. Sorgarleikurin merkti
hann fyri lívið og hevði so stóran
týdning fyri hann, at tá hann
mong ár seinni sum forseti skuldi
undirrita fyrstu frælsu grundlóg
Suðurafrikas, gjørdi av at gera
hetta á staðnum í Sharpville, har
sorgarleikurin var farin fram.
Bakstøðið
Bakstøðið fyri politiska virksemi
Mandelas var eitt samfelag
við rasuskilnaði av serstakliga
grovum slag, nevnt apartheid.
Tað hevur altíð verið skilnaður
millum svørt og hvít í Suðurafrika,
men hesin skilnaður var ikki
so tilvitandi skipaður fyrr enn
Tjóðskaparflokkurin hjá Dr.
Malan kom til valdið í 1948.
Hesin flokkur, ið hevði sínar røtur
í hollendsku koloniseringini,
fór alt fyri eitt undir at fyrireika
apartheid, t.v.s skipaðan og
lógásettan skilnað, millum svørt,
litað og hvít.
Í fimti og sekstiárunum var
sett í gildi ein víðfevnd apartheid
lóggáva við endamálinum at
skipa samfelagið soleiðis, at
als einki samband var millum
tey hvítu øðrumegin og fólk
av asiatiskum og afrikanskum
uppruna hinumegin. Tó skuldu
hesi nýtast sum arbeiðsmegi og
varð útbúgvingarskipanin sostatt
løgd til rættis soleiðis, at tað
var torført hjá svørtum at fáa
hægri útbúgvingar. Tey skuldu,
uttan politisk rættindi, útbúgvast
til arbeiðsmegi hjá hvíta sam
felagnum. Hendan skipan var
ikki fullførd, tá Mandela tók
løgfrøðiligt embætitsprógv á
Witwaterstrand universitetinum,
ið enn virkaði við støði í bretskari
liberalari siðmenning.
Apartheidpolitikkurin og
apartheidlóggávan vóru grundað
á fýra principp ella meginreglur:
hvítt valdsmonopol, rasuskilnað,
socialt eftirlit og politiska
kúgan. Eftir at afrikanski tjóð
skaparflokkurin var komin til
valdið myndaðu hesar fýra megin
reglurnar ideologiska støðið
undir suðurafrikansku stjórnini
at kalla heilt fram til Mandela
varð latin leysur 11. februar í
1990. Tá varð vorðið greitt fyri
de Klerck, forsætisráðharra, at
nú stóð valið millum at strika
allar apartheidlógirnar og lata
Mandela leysan ella borgarkríggj,
kaos í landinum og totala altjóða
avbyrging.
Tann samtíðarmynd, sum
Mandela soleiðis sá fyri sær,
tá hann ungur fór undir sítt
advokatvirksemi saman við sínum
ungdómsvini, Oliver Tambo, var
eitt samfelag, grundað á lógfest
skipað órættvísi og ranglæti,
har tann stóri meirilutin av
folkinum, fólk av asiatiskum ella
afrikanskum uppruna, vanliga
nevnd litað og svørt, vóru
uttan tey mest grundleggjandi
borgararættindini. Hann sá eitt
samfelag, har ein ómetaliga
stórur órættur var skipaður við
lóg, har eingin leið var burtur
úr órættvísinum og har sosiala
flytiførið við apartheidlógunum
varð blokerað fyri litaðu og
svørtu tjóðirnar. Fólk hansara
var niðurbundið politiskt, sosialt
og mentanarliga. Ikki nóg mikið
við tí – tað stóð Mandela og
hansara partamonnum greitt,
at apartheidstjórnin stútt og
støðugt virkaði fyri uppaftur størri
skilnaði og at endamálið var
fullkomuliga at býta Suðurafrika
upp í eitt hvítt og eitt svart
samfelag, har tey hvítu høvdu alt,
meðan tey svørtu vóru heilt uttan
grundleggjandi mannarættindi.
Henda sannkenning og henda
samfelagsliga og politiska
støðan elvdi til eitt nógv meira
stríðshugað og eitt væl betri
skipað ANC, ið, sum nevnt eftir
Sharpville, gjørdist meira radikalt.
Í 1964 varð Mandela saman við
fleiri partamonnum handtikin og í
illa gitna Rivionia rættarmálinum
dømdur lívlangt fongsul fyri sítt
politiska virksemi, ið varð mett
sum landasvik. Ætlanin var at
døma hann til deyða og at taka
hann av døgum, men stjórnin
bakkaði fyri altjóða trýsti og
aftraði seg tí við hesum. Undir
sakarmálinum legði Mandela
øll kortini á borið, samstundis
sum hann fasthelt og prógvaði,
at ANC ongantíð hevði framt
tiltøk við tí endamáli at drepa
nakran, hvørki sivilfólk ella
umboð fyri apartheidstýrið. Hann
prógvaði, at ANC var ikki ein
yvirgangsfelagsskapur og at ANC
bert hevði hildið seg til sabotasju
móti útbúnaði og bygningum.
Robben Island 1964
Mandela varð settur í varðhald á
illa gitnu fongsulsoynni Robben
Island, og ætlaði stjórnin honum
at sita har, so leingi hann livdi.
Har skuldu Mandela og felagar
hansara verða verandi, avbyrgdir
frá politiskum virksemi og
gloymdir av heiminum. Men
stríðið móti apartheid helt fram
og Mandela var framvegis
fyrimyndin og tann ímyndaligi
oddamaðurin í frælsisstríðnum,
sum nú varð rikið undir leiðslu av
vinmanninum Oliver Tambo, sum
var í útlegd.
Mandela varð ikki gloymdur
hvørki av landsmonnum ella
umheiminum. Norðurlond gjørdu
støðugt vart við órættvísu
samfelagsskipanina og løgdu
diplomatiskt trýst á stórveldini
til tess at fáa tey í sínum lagi
at leggja trýst á Suðurafrika.
Heimurin fór so smátt at gerast
varugur við versnandi støðuna
í Suðurafrika og Mandela var
vorðin víðagitna ímyndin uppá
mótstøðuna. Hann var vorðin
moralsk og politisk fyrimynd hjá
stórum pørtum av mannaættini.
Krøv vórðu frá ymsum síðum sett
apartheidstjórnini um at broyta
politikk og sleppa Mandela úr
fongsli. Suðurafrika og Mandela
vóru ofta á dagsskrá hjá ST og
handils og samstarvsboykott
móti Suðurafrika varð samtykt
í ST til tess at noyða apartheid
stjórnina at broyta politikk. Men
hetta var sum at sletta vatn
á gás. Hvíta nationalistiska
stjórnin, sum bert umboðaði ein
minniluta av fólkinum í Suður
afrika, tvíhelt um apartheid.
Landið gjørdist alt meira avbyrgt
og sosialur og politiskur ófriður
gjørdist alt meiri vanligur og
elvdi til stórar trupulleikar hjá
apartheidstjórnini.
Á Robben Island komu dámligu
og sermerktu lyndiseyðkenni
Mandelas av álvara til sjóndar.
Hann læt seg ikki kúga, hann fall
ikki í fátt. Hann legði stóran dent
á at vera likamliga og sálarliga
væl fyri. Hann styrkisvandi tí
hvønn dag, gjørdist góður boksari
og var tikin úr leikum sum fim
leikari. Hann helt mótinum uppi
hjá sínum medfangum, hann
undirvísti sínum medfangum,
skúlaði teir politiskt, kendi
teimum løgfrøði og skaldamál
og søgu, hóast útlitini til, at
teir nakrantíð komu út aftur í
samfelagið, vóru smá.
Politiskt umskifti
Árini meðan Mandela sat í
varðhaldi á Robben Island
broyttist politiska støðan í
Suðurafrika. ST tiltøkini elvdu til
stórar búskaparligar trupulleikar,
nýggir politiskir felagsskapir
komu fram og partar av ANC fóru
sínar egnu leiðir og blóðugur
ófriður eyðkendi gerandisdagin í
Suðurafrika. Teir partar av ANC,
sum gingu egnar leiðir, fóru
harðliga fram ikki minst móti
sínum egnu, um hesi vóru undir
illgruna fyri svik ella fyri at ganga
ørindi fyri apartheidstjórnina.
Støðan versnaði alsamt í
Suðurafrika. Ófriður og unda
ntakstøða, búskaparboykott hjá
ST, stóru altjóða fyritøkurnar
fluttu virksemið til onnur lond
og útlendsku íløgurnar mink
aðu støðugt. Demokratiski
umheimurin øtaðist yvir støðuna
og suðurafrikanska stjórnin fór
so smátt at ásanna, at broytingar
vóru neyðugar, og stjórnin
ásannaði, at skuldi hon bjarga
tí, sum bjargast kundi, so var
neyðgut at koma á tal við ANC og
við Mandela.
Stjórnin flutti Mandela til
fongslið Polsmoor inni á megin
landinum og læt hann skilja, at
hon var sinnað at samráðast.
Stjórnin vildi sleppa Mandela úr
Polsmoor fongslinum, har hann
nú sat, um hann vildi medvirka
til einahvørja politiska loysn
í ófriðarliga og kreppurakta
landinum. Hann skuldi geva lyfti
um, at ANC gavst við mótstøðuni
og skuldi lova at gera sítt til at
skapa frið í landinum.
Men Mandela var óvikiligur.
Hann kravdi allar eftirverandi
apartheidlógir avtiknar, og
Mandela – hugtak og ímy
Mandela er vorðin hugtak og ímynd. Hann hevur fingið eina
einastandandi støðu í heimlandinum eins væl og í heiminum sum
heild. Mandela er vorðin ímyndin um demokrati, tolsemi, fyrigeving,
humanismu og víðskygni - ein fyrimynd hjá ungum sum eldri
Mandela 90 ár
Jan Müller og
Jóannes Dalsgaard