fríggjadagur 18. juli 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 137 - 18. juli 2008
17
Stutt Sagt
Flogfeløg
hava tað
trupult
Alt bendir á, at tey stóru
amerikonsku flogfeløgini
hava ilt við at fáa endarnar
at røkka saman. Í gjár
kunngjørdi American Air
lines, at tað hevði 1,4
milliard dollarar í halli í
apríl ársfjórðingi. Sagt
varð, at tað nógv dýrkaða
brennievnið er høvuðsor
søkin til tað vánaliga
úrslitið. Løtu seinni boð
aði Delta Air frá, at tað
hevði havt eina milliard
dollarar í halli í øðrum
ársfjórðingi.
Í juni kunngjørdi Delta
Air, at tað hevði sagt
4.000 fólk úr starvi. Sagt
varð,
at
uppsagnirnar
vóru ein neyðugur liður í
ætlanini at leggja Delta
Air og Northwestern sam
an um ársskiftið.
Leysur ímóti
trygd
Andstøðuleiðarin í Mala
ysia, Anwar Ibrahim, er
sloppin úr varðhaldinum
ímóti
veðhaldi.
Hasnn
bleiv tikin fyrradagin og
lagdur undir at hava havt
kynsligt samband við ein
annan mann. Sjálvur vísir
hann skuldsetingini aftur.
Hann vil vera við, at hans
ara politisku mótstøðu
menn royna at spilla seg út
fyri at forða fyri, at hann
skal fáa politiska ávirkan
aftur. Eygleiðarar í Mala
ysia siga, at avgerðin hjá
myndugleikunum at hand
taka Anwar Ibrahim fer
uttan iva at elva til politisk
an spenning í landinum.
Hetta er aðru ferð, at
Anwar
Ibrahim
verður
skuldsettur fyri at hava havt
kynsligt samband við annan
mann. Malaysisk lóg bann
ar tveimum av sama kyni av
hava kynsligt samband.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Tað er álvarssamt at lata fangarnar halda, at teir verða
druknaðir, men eg haldi ikki, at tað er píning
John Ashcroft
útlond
Teir eru dømdir
til deyða fyri at
hava skipað fyri
bumbuatsóknini á
Bali í 2002, og teir
sleppa ikki undan
deyðadóminum
Imam Samuda, Ali Ghufron
og Amrizi vórðu í 2003
dømdir til deyða fyri at
hava verið við til at skipa
fyri og fullføra ta blóðu
bumbuatsóknina á indones
isku frítíðaroynni Bali í
2002. Allir tríggir eru limir
tí islamistiska uppreistrarfe
lagsskapinum Jemaaj Isla
miah, og síðani dómin hava
teir sitið í einum fongsli á
suðurstrondini á indones
isku oynni Java.
Herfyri bóðu teir dóms
valdið broyta deyðadómar
nar til fongsulsrevsing, men
í gjár avgjørdi rætturin, at
deyðadómarnir verða ikki
broyttir, men standa við.
Teir tríggir hava ikki fleiri
møguleikar at royna málið í
rættarverkinum. Teirra ein
asti møguleiki at sleppas und
an deyðarevsing er at biðja
indonesiska
forsetan
um
grið, men teir hava sagt, at
tað fara teir ikki at gera. Teir
vilja heldur doyggja sum
pínslarváttar, hava teir sagt.
Bumbuatsóknin á Bali er
ein tann ringasta yvirgangs
atsóknin. 202 fólk doyðu,
teirra millum nógv útlendsk
ferðafólk.
Tað er næstan ikki
mark fyri, hvat
rúsevnahandilsmenn
kunnu finna uppá,
tá tað ræður um
at smugla rúsevni
millum lond
Átøk hjá amerikonsku og
meksikonsku myndugleik
unum gera, at tað er vorðið
trupult hjá rúsevnahandils
monnunum at smugla rús
evni úr Meksiko til USA.
Trýstið á hesa flutnings
leiðina er eisini vaksið, tí
alt meiri rúsevni úr Kolom
bia verður nú flutt til Meks
iko, haðani tað so eftir ætl
anini skal til USA.
Nú um dagarnar fekk eitt
eftirlitsflogfar hjá meks
ikanska flogvápninum ein
kavbát úti fyri meksikonsku
kyrrahavsstrondini. Tað var
týðiligt, at hetta var ikki ein
vanligur kavbátur. Sjóverjan
sendi skip á staðið, og tá
kavbáturin kom upp í vatns
skorpuna, tóku herflota
menn seg umborð á hann og
tóku teir fýra menninar, sum
mannaðu hann.
Tað vísti seg, at kavbáturin
bleiv brúktur til at smugla
rúsevni við. Meksikonsku
myndugleikarnir siga, at rús
evnahandilsmenninir
leita
støðugt eftir nýggjum flutn
ingshættum fyri at sleppa
undan um myndugleikarnar,
men hetta er fyrsta dømið
um, at eisini kavbátar verða
brúktir
sum
smuglifør,
skrivar AP.
Bumbumenninir á Bali sleppa
ikki undan deyðadóminum
Imam Samuda, Ali Ghufron og Amrizi vilja heldur doyggja sum pínslarváttar enn at biðja um grið
Mynd: Polfoto
Brúktu kavbát at smugla
rúsevni við
Meksikanskir herflotamenn
eru settir umborð á
smuglarakavbátin
Mynd: AP
Delta Airlines hevur stórt
hall
Mynd: Polfoto
Anwar Ibrahim
Mynd: AP