fríggjadagur 18. juli 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 137 • 18. juli 2008
Vikuskifti 17
Úr øllum heiminum streyma
inn føðingardagsheilsanir til
Nelson Mandela, sum fyllur
90 ár í dag. Eisini úr Føroyum.
Jóannes Eidesgaard hevur vegna
landsstýrið og Føroya fólk sent
føðingardagsheilsan. Løgmaður
skrivar m.a.:
– Vit, sum búleikast her í
Norðuratlantshavi, eru vorðin
hugtikin av og hava fingið íblástur
frá tygara serstøku avrikum.
Við stórum persónligum offrum
stríddist tygum fyri rættvísi, tá alt
tóktist at vera vónleyst. Tygara
sigur var ein orsøk til, at vit
kundu styrkja okkum í trúnni á, at
rættvísi sigrar.
Løgmaður skrivar víðari, at
hesin stóri dagurin, gevur okkum
øllum eitt høvi til at vísa, hvussu
fegin vit eru um, at Mandela
er millum okkum. Hann rósar
eisini Mandela fyri tað arbeiði
hann hevur gjørt og framvegis
ger til frama fyri eitt nú HIV- og
Aidsraktum børnum.
Føroya løgmaður heilsar
Mandela á føðingardegnum
Mandela 90 ár
Jan Müller