fríggjadagur 18. juli 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 137 - 18. juli 2008 ]
EB/Streymur
nærkaðist
Seinni hálvleikur byrjaði
munandi betur fyri EB/
Streym. Bárður Olsen sendi
eitt ávaringarskot avstað, tá
hann royndi seg við fríspark
úr 25 metrum, sum Joe Hart
í málinum ikki megnaði at
halda, men misti út til horna
spark.
Og satt at siga gingu fyrs
tu 20 minuttirnir av seinna
hálvleiki, uttan at Manchest
er City hevði nakað trýst á
EB/Streym sum so. Gaman
í, leiðslan var í tryggum
hondum, og tískil var eingin
grund til at pøsa seg óneyð
uga nógv.
Teir hildu tó EB/Streym
frá sínum málið. Eitt stutt
ligt dømi um, hvussu langt
burtur EB/Streymur var frá
veruligum málroyndum var,
tá Fróði Clementsen royndi
úr 35 metrum, og flennandi
mátti ásanna, at hann helst
var dekan ov bjartskygdur
við skotroyndini.
Hinvegin slapp Arnbjørn
heilt nær, tá hann hegnisliga
setti Richard Dunne av við
eini hælfintu, men orkan
var uppi, tá hann endiliga
slapp at skjóta.
City er víðari
At dysturin endaði við tvey
málasigri til gestirnar, kun
nu teir í EB/Streymi vera
glaðir um. Bæði tí, at tað er
eitt flott úrslit at hava við
sær, og eisini tí, at tapið
kundi verið størri. Hinvegin
er sigurin hjá Manchester
City so mikið stórur, at EB/
Streymur hevur spælt av
við allar kjansir – um teir
nakrantíð høvdu nakran –
um at koma víðar.
Størsta avbjóðingin, sum
nakað føroyskt lið hevur
verið úti í, stendur nú eftir
sum ein uppliving hjá leikar
unum. Ein positiv uppliv
ing!
rð ein uppliving
Arnbjørn Hansen slapp heilt nær, tá hann
hegnisliga setti Richard Dunne av og royndi
seg við skoti
Mynd: Jens Kristian Vang
- Ja, teir eru ikki
bara soleiðis at
flyta. Eg var eisini
rættiliga troyttur
til síðst, sigur Peter
Foldgast um tveir av
mótstøðumonnunum
á Tórsvølli í gjár
FÓTBÓLTUR
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Peter Foldgast stóð seg sera
væl millum ensku stjørnurn
ar í gjár. Tað sást týðiliga,
at hann hevur roynt seg á
hægri støði áður. Við mót
støðumonnum í rygginum
megnaði hann at varðveita
bóltin, og sleppa av við á
skilagóðan hátt.
Tað var tó ikki sítt egna
avrik, sum Foldgast frøddist
um eftir dystin – liðavrikið
var ótrúligt.
Hetta var frálíkt. Vit
spældu við í løtum, og hug
burðurin var fantastiskur.
Vit stóðu væl í verjupartin
um. Eg vil tó ikki ikki siga,
at úrslitið kemur óvart á
meg – men flott avrik. Nú
mugu vit bara syrgja fyri at
varðveita spælið til lands
kappingina.
Tú sá út til at trívast mill
um Richard Dunne og
Micah Richards?
Ja, teir eru ikki bara
soleiðis til at flyta. Men teir
eru nú ikki annað enn menn
iskju, sum spæla á væl hæg
ri støði. Eg var eisini rætti
liga troyttur til síðst, sum
eisini var orsøkin, at eg var
útskiftur, sigur Peter Fold
gast.
Vit vilja sjálvsagt
fegnir vinna tann
seinna dystin eisini,
men EB/Streymur
vísti í dag, at teir
kunnu skapa eina
sensasjón, um hepnið
er við teimum, sigur
Dietmar Hamann,
sum var annar av
málskjúttunum á
Tórsvølli í gjár
FÓTBÓLTUR
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Við flottum langskoti skor
aði Dietmar Hamann til
endaliga úrslitið á Tórsvølli
í gjár. Týski miðvallarin var
eisini væl nøgdur eftir dyst
arlok.
Hetta var fínasta slag.
Dysturin var ein samanrenn
ing av venjingardysti og
beinleiðis týdningarmiklum
dysti. Mótstøðan var ikki
tann størsta, men hetta er
frálík fyrireiking til eitt
langt kappingarár, sigur
Dietmar Hamann.
Hvør er tín meting av
EB/Streymi?
Teir stríddust væl, og í
seinna hálvleiki vóru teir
munandi meira við í dysti
num. Teir høvdu ymsar
deyðbóltsstøður, sum teir
kundu fingið meira burtur
úr. Vit tryggjaðu okkum eitt
gott útgangsstøði, men vit
mugu framvegis fara inn í
seinna dystin við røttum
hugburði. Vit vilja sjálvsagt
fegnir vinna tann dystin,
men EB/Streymur vísti í
dag, at teir kunnu skapa
eina sensasjón, um hepnið
er við teimum, sigur Diet
mar Hamann, annar av mál
skjúttunum hjá Manchester
City.
Taka einki fyri givið
Vit vilja sjálvsagt fegnir vinna tann dystin, men EB/Streymur
vísti í dag, at teir kunnu skapa eina sensasjón, um hepnið er við
teimum, sigur Dietmar Hamann
Mynd: Jens Kristian Vang
Treivst væl millum
Richards og Dunne
Peter Foldgast stóð seg sera
væl millum ensku stjørnurnar
í gjár
Mynd: Jens Kristian Vang
Stórsigur til FCK
FC Keypmannahavn vann ein tryggan 40 sigur á
Norðurírska liðnum Cliftonville. Hjalte Bo Nørregård
legði FCK á odda, áðrenn útlendsku leikararnir hjá
danska liðnum tóku yvir. Brasilumaðurin José Junior
gjørdi tvey mál meðan, Zdenek Pospech úr Kekkia gjørdi
eitt. FC Keypmannahavn spældi dystin á útivølli, og
sambært danska Ekstra Bladet, vóru 800 áskoðarar til
dystin.
Levi Hanssen fekk Johnson
EB/Streymaleikararnir spiltu ikki tíðina burtur eftir dystin í
gjár. Fleiri teirra býttu um leikbúna við Manchester City
leikararnar. Á myndini síggja vit Levi Hanssen koma úr
umklæðingarrúminum hjá Manchester City eftir dystin, og
hevur hann skift um troyggju við miðvallarleikaran Michael
Johnson. Tað tykist havnarmaðurin í EB/Streymi eftir øllum at
døma at vera glaður um.