fríggjadagur 18. juli 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti 21
Nr. 137 • 18. juli 2008
Í friðarliga og barnavinarliga umhvørvi
num úti á Argjum, við ein blindveg,
standa hesi sera hugnaligu og vælhildnu
húsini, sum eru høvuðsumvæld í 2000.
Her varnast tú beinanvegin, at tey,
sum búgva í húsinum ynskja, at alt er
vælhildið, snøgt og hugnaligt – bæði
innan og uttan.
Ein gongugøta er frá húsinum og út
á Hamaran har nýggjur skúli verður
bygdur. Eisini er stutt til vøggustovu og
barnagarð.
Framman fyri húsini er ein vakur og
sermerktur urtagarður við fleiri runnum,
vøkrum blómum og nógvum hugnaligum
krókum. Her eru góðir møguleikar hjá
teimum, sum hava hug at fáast við
urtagarðsarbeiði ella bara at nýta tær
góðu løturnar í urtagarðinum.
Útsýnið er framúrskarandi og sært tú
nærum alla Havnina, Nólsoynna og
fjørðin.
Høvuðsinngongin er frá niðaru hæddini.
Kenslan tú fært tá tú trínur inn í
húsini er at stílurin ber brá av heitum
suðurlendskum stíli. Fyrst kemur tú inn
í eina ljósa og góða gongd, síðani er
ein grovkøkur, eitt baðirúm við baðikar
og trý kømur. Í niðaru hæddini eru eisini
tvær smærri terassur – tann eina er út
frá kamarinum, sum vendir omaneftir og
hin er út frá kamarinum, sum er á ovaru
síðu á húsinum.
Í ovaru hæddini eru køkur og stova,
í einum rúmi, eitt baðirúm við brúsu,
tvey kømur og ein hjallur. Hvítvørurnar
í køkinum eru frá 2007. Frá stovuni er
eitt einastandandi útsýni. Ein stór og
góð terassa er út frá køkini við góðum
møguleikum fyri at grilla, gott pláss
til at hava havamøblar, krukkur o.a.
standandi á. Ein altan gongur út frá
stovuni.
Tú fært meira at vita um húsini við at
ringja til Skyn á tlf. 35 74 00.
Ia[#(*,)%%ÕIgh\³iV&+Õlll#h`nc#[d
<d\k²a]^aY^c]hk^
[gVbgh`VgVcY^ihc^
Fakta:
Adr.:
Hagagøta 6, Argir
Byggiár:
1973
Hæddir:
2
Stødd innan: 183 fermetrar
Grundøkið:
521 fermetrar
Prísuppskot: Kr. 3.000.000,