Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juli 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 142 - 27. juli 2001 Nr. 142 - 27. juli 2001 3 Hví hevur eingin hugsað um hetta áður? Soleiðis verður sagt um frálík hugskot og soleiðis kunnu vit siga um nýggjastu føroysku fløguna TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen Midnáttarsangurin á Vaglinum á ólavsøku er vorðin siður. Seinnu árini er rættuligt lív aftur blást í henda sið og mong eru tey, ið meta, at ólavsøkan kemur í hæddina við songløtuni á Vaglinum. Mong hava rík minnir frá songløtum á Vaglin- um, tá føroyingar í hópatali eru felags um sangin og syngja, so eingin ivast í, at vit eiga okkurt heilt serstakt í okkara sangskatti. Ein livandi partur av ment- anini og ikki gamlir og dustfjaldir fornlutir, ið tiknir verða fram og gjørdir til eitthvørt, ið ikki heldur í veruleikan- um. Føroyingar syngja og hava sangin sum part av gerandislívinum, meira enn so mangar aðrar tjóðir. Nú er nýggj fløga á marknaðinum við upp- tøkum av bestu løtunum frá midnáttarsanginum á ólavsøku í fjør. Jóhannus á Rógvu Joensen, stigtakari, sig- ur, at árliga songløtan á Vaglinum er komin í rímuliga legu. - Tað er neyvan nakað fólk í heiminum, ið syngur so nógv og sum hevur slíka sangtradi- tión, sum føroyingar, metir Jóhannus á Rógvu Joensen. - Tað er veru- liga ein sangskattur, ið vit eiga, metir stigtak- arin. Teir góðu og kendu Á fløguni eru upptøkur frá midnáttarsanginum á ólavsøku í fjør. Hóast gott hugskot, so verður ikki mett, at henda fløga verður givin út fleiri ferðir ella ár eftir ár. Sangskráin er nevniliga sera lík ár eftir ár. Tað eru teir góðu, gomlu og kendu sangirnir, ið eru á skránni, men eisini eru nakrir nýggjari, ið vinna sær pláss. Nevnast kunnu Aldan og Føroyar. Í fløguhúsanum verð- ur hegnisliga greitt frá ólavsøkuni og sangin- um, við søguligum bak- sýni og leitað verður heilt aftur í landnáms- tíðina. Sagt verður eisini frá sjálvum siðinum at syngja á midnátt ólav- søkukvøld. At syngja á Ólavsøku er ikki nýtt, men tiltakið, ið vit nú kenna, byrjaði tíðliga í sjeytiárunum. Óli Breckmann hevur skrivað tekstin, ið lætt, men gjølla, greiðir frá sanginum og ólavsøkuni fyrr og nú. Teksturin er á føroyskum og á enskum, so eisini ferðamaðurin kann ogna sær eitt ríkt og sigandi minni. Nú á døgum man ólavsøkan í Føroyalands miðstøðu, Tórshavn, vera eindømi sum savn- ingarmiðdepil í londum á okkara leiðum. Kanska ongantíðð sum júst sangløtuna á mið- nátt á ólavsøku kenna føroyingar sín samleika sum mentað fólk og tjóð, verður m.a. sagt í fløguhúsanum. Útvarp Føroya og Jó- hannus á Rógvu Joensen hava tikð upp og tað er Joka 2001, ið gevur út. Fløgan Midnáttarsangur á Ólavsøku 2000 fæst kring landið. Midnáttar- sangurin á fløgu Á ólavsøku verður víkingastevna hildin á Glaðsheyggi í Havn. Tað eru nútíðar víkingar úr fleiri londum, sum koma at seta eitt sindur av fortíðar dámi á hesa ólavsøkuna VÍKINGASTEVNA Heri á Rógvi Í morgin byrjar ólavsøkan alment, og tað merkist eisini runt í høvuðsstað- num. Á Glaðsheyggi er eisini ófør stákan, tí menn og kvinnur stríðast við at seta upp eina víkinga- stevnu. Víkingastevnan skal minna um ein víkinga- marknað, har víkingar hittast. Tað eru fólk úr alskyns londum, sum fara at luttaka á stevnuni. Flestu fólkini eru úr Norðurlond- um, men eisini onkur rætti- liga forkunnugur gestur er við. Tað er Siðsam, sum stendur á odda fyri Vík- ingastevnuni. Siðsam er ein felagskapur, sum arbeiðir við siðsøgu, og skipa tey fyri tiltøkum sum hesum. Tey hava áður skipað fyri líknandi tiltøkum bæði í Føroyum og uttanlands. Føroyski fyriskiparin av tiltakinum er Anna Louisa Joensen. Hon hevur staðið á odda fyri fyrireiking- unum saman við Jóannesi Vidar Bjarnason, sum er úr Íslandi. Stórt tiltak Hóast Glaðsheyggur kanska ikki er størsta pláss í Tórshavnar Kommunu, so verður eitt sindur av hvørj- um á Víkingastevnuni. Tá Sosialurin vitjaði, vóru menn í holt við at gera alt klárt, og arbeitt var av lívsins kreftum. - Vit hava lagt okkum eftir, at gera stevnuna fjøll- broytta og spennandi, og tað skal helst henda okkurt alla tíðina, sigur Anna Louisa Joensen. Sjálv stevnan verður sett í dag kl. 20, og verður ym- iskt spennandi á skránni. Eisini stendur føroyskur á skránni.. Leygardagin verð- ur opið frá kl. 15. til 02, og sunnudagin verður opið frá kl. 15 til 23. Hesir báðir dagarnir eru býttir upp í tveir partar, har seinni parturin verður eitt sindur øðrvísi. Frá kl. 22 verður m.a. farið upp á gólv. Á skránni er nógv ym- iskt. Hóast fyrireikarnir ikki heilt hava funnið útav, hvat fyri heitið teir vilja geva tiltakinum, so hava teir tó eina rættiliga fjøll- broytta skrá. Víkingar fara at sýna fram handverk, vápnaleik og glíming. Møguleiki verður eisini at keypa okk- urt handverk. Á døgum víkinga var tað at siga frá søgum mett sum ein ítrótt, og á stevnuni á Glaðs- heyggi verður eisini frá- søgn og sangur á skránni. Hesir samtíðarvíkingarnir fara at sýna ymiskt fram, og sum heild er talan um nógv spennandi tiltøk, siga fyrireikarnir. Kostnaðurin verður 30 kr. fyri vaksin, og børnini skulu gjalda 10 kr. fyri at síggja eitt sindur til hesa seinastu víkingainn- rásina í Havn. At skipa fyri einum so stórum tiltaki krevur sjálv- andi ikki lítið av tíð. Tað er sum áður nevnt Siðsam, sum stendur aftanfyri til- takið, og fyrireikingarnar hava verið í gongd í longri tíð nú. - Endamálið við einum tiltaki sum hesum er at siga frá søgum á ein livandi hátt, sigur Anna Louisa Joensen, fyrireikari. Indiáni við Tann mest atypiski víking- urin á stevnuni er uttan iva Gary “Tódíkwozzíí”, sum er indiáni. Hvussu ættar- navn hansara skal úttalast er heldur torført, men tíbetur dugur hann væl enskt. - Eg kom í sambandi við hesar víkingarnar, tá ið eg gekk ein túr í “Rocky Mountains “fyri nøkrum árum síðani. Eg møtti einum íslendingi, sum beyð mær at koma til Íslands at arbeiða á einari matstovu, sigur Gary. Tað er gjøgnum Jóannes Vidar Bjarnason, at hann er komin upp í hetta. Gary er hestavenjari, men fæst eisini nógv við handverk av ymsum slag. -Hetta er fyrstu ferð, at eg eri í Føroyum, og eg hevði so at siga einki hoyrt um Føroyar áðrenn tað kom mær fyri oyrað, at vit skuldu higar. Síðan havi eg roynt at lisið eitt sindur um Føroyar, og eg má siga, at hetta er eitt vakurt land, sigur Gary. Fyribils verður Gary í Føroyum hetta vikuskiftið, men hann vónar kanska at kunna vera eitt sindur longri. Fyribils hava fólk møguleika at hitta henda rætta indiána á Glaðs- heyggi á ólavsøku. Tiltak fyri børn Í morgun (fríggjamorgun- in) verður eitt tiltak í Gomlu Hoyvíkini fyri børnum. Her verður mangt og hvat á skránni, og børn- ini fáa m.a. møguleikan at skjóta boga og píl og at sigla við seglum. Fyrireik- arnir vilja á henda hátt gera okkurt spennandi fyri børn- ini, tá ið hesir góður vík- ingarnir nú eru her. Fyrireikarnir siga, at tey vóna at síggja nógv fólk. Hetta hevur sjálvandi heldur ikki verið ókeypis, og tey vilja fegin takka teimum mongu stuðlunum: Norðurlandaráðið, Tórs- havnar Kommuna, FITUR, SMS, Smyril Line, Atlantic Airways og Eimskip. Glaðsheyggur er nú víkingamarknaður Anna Louisa Joensen hevur staðið fyri fyrireikingunum í Føroyum. Endamálið er at siga fáa søgu á ein livandi hátt, sigur hon C M Y K 3 2