fríggjadagur 27. juli 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 142 - 27. juli 2001
Nr. 142 - 27. juli 2001
5
Útlit eru nú endiliga
fyri, at hvalbiar-
prestur kemur aftur í
Leirar at búgva.
Væntandi verður
prestagarðurin klárur
at flyta inn í fyrst í
komandi ári, sigur
biskupur
BÚSTAÐARVIÐUR-
SKIFTI
Edvard Joensen
Gongur tað, sum biskupur
vónar og væntar, verður
aftur ljós í prestagarðinum í
Leirum í februar mánaða
komandi ár. Men tá gongur
eisini á triðja ári, síðan
prestur flutti út.
Tað hevur tikið sína tíð at
umvæla
prestagarðin
í
Hvalba. Arbeiðið upp á
prestagarðin
er
vorðið
rættiliga nógv meira umfat-
andi, enn nakar hevði hugs-
að sær til. Og pengarnir eru
smáir, sigur Hans Jacob
Joensen, biskupur.
Ætlanin var ikki frá byrj-
an, sigur biskupur, at ar-
beiðið í Leirum skuldi ger-
ast so umfatandi, sum tað
nú er vorðið. Nú er tað
vorðið til eina fullkomuliga
renovering av prestagarð-
inum. Frá kjallara til loft.
Men húsini vóru í rætti-
liga ringum standi. Í fyrsta
lagi eru tey ongantíð gjørd
liðug. Eitt nú loftið hevur
staðið óinnrættað, síðan
garðurin varð bygdur.
Fyri skjótt nógvum árum
síðan varð kortini nógv
gjørt við húsini, men tað
var í ávísum førum ikki nóg
væl úr hondum greitt, so alt
mátti gerast umaftur nú.
Eitt nú vóru gólvini ikki
bjálvað, sum tey skuldu, og
máttu tí takast upp aftur og
gerast av nýggjum.
Til fyri heilt stutt síðani
hevur eftirlitið við føroysku
prestagørðunum ligið í
Danmark, og tí ikki verið
so nøktandi, sum ynskiligt
er, vísir biskupur á. Tað
kann eisini vera ein grund
til, at okkurt er sloppið
undan viðmerkingum, sum
átti at verðið átalað.
Tað stórarbeiðið, sum nú
verður gjørt, kostar eisini
hareftir, sigur hann. Higar-
til man tað liggja rættiliga
nær eini millión krónum,
sum brúktar eru til um-
vælingina í Leirum.
Av hesum eru einar
300.000,- krónur brúktar
bara til drening rundan um
husini. Har var so vátt, at
tað rann inn í kjallaran, og
fyri at fáa hann turran, var
neyðugt við stórarbeiði
rundan um húsini.
At tað hevur tikið langa
tíð, kemst fyri ein part av
fíggjarligu umstøðunum,
sigur Hans Jacob Joensen,
biskupur. Hann greiðir frá,
at Stiftið fær 1,2 milliónir
krónur árliga til viðlíkahald
av føroysku prestagørð-
unum. Av hesum skulu
25% aftur í landskassan
sum meirvirðisgjald. So tað
sigur seg sjálvt, at ikki
verður nógv í part til 17
prestagarðar.
At fleiri teirra so eisini
eru gamlir og partvís ikki í
serliga
góðum
standi,
hjálpir ikki upp á støðuna.
Biskupur ásannar, at tað
saktans hevði verið møgu-
ligt at gjørt prestagarðin í
Hvalba lidnan beinanveg.
Men so var einki - avgjørt
einki - oyra eftir til allar
hinar prestagarðarnar. Og
tað ber stutt og greitt ikki
til. Tí má vera sum er.
Sum er eiga danir presta-
garðarnar,
og
føroysku
prestarnir búgva so til
leigu. Peningurin til við-
líkahaldið av prestagørðun-
um kemur úr Danmark, og
okkurt er, sum bendir á, at
ávís viðurskifti í Føroyum
gera, at danir ikki eru so
øgiliga altráir eftir at sleppa
av við pengar til presta-
garðarnar í Føroyum í løt-
uni.
Eitt dømi er tann vant-
andi
prestagarðurin
á
Glyvrum. Tann trupulleikin
verður helst loystur við, at
Føroya Landsstýri keypir
eini hús, sum so verða
leigað aftur til prestagarð.
– Tí kunnu vit saktans
liva við, sigur biskupur. Tí
tað ger væl tað sama, hvørj-
um vit leiga frá, tá vit skulu
leiga kortini.
Men nú er tað kortini
komið so mikið áleiðis,
sigur hann, at endi fer at
sígjast á arbeiðinum nakað
skjótt. Fíggingin er av-
greidd fram til nýggjárs.
Og so verður sett av tað,
sum brúk er fyri, soleiðis at
klárt kann vera at flyta inn í
prestagarðin í Leirum aftur
ikki seinni enn í februar
komandi ár, væntar biskup-
ur.
Petur Martin
Rasmussen leggur
frá sær fyri aldur,
og Jónsvein Bech
flytir aftur til
Tvøroyarar í heyst
PRESTASTØRV
Edvard Joensen
Tvørafólk fáa nýggjan
prest um allahalguna. Tá
kemur Jónsvein Bech
suður aftur at loysa Petur
Martin Rasmussen av.
Petur Martin Rasmussen
leggur frá sær fyri aldur.
Petur Martin Rasmus-
sen fyllir 70 ár í sep-
tember, og skal tí úr
starvinum. Hann gevst
alment tann 30. sep-
tember, men fer úr starv-
inum um hálvan august,
tá hann fer í summarfrí.
Tann 1. november tek-
ur avloysarin so við. Tað
er Jónsvein Bech, sum
ikki er ókendur í presta-
garðinum á Tvøroyri.
Har var hann prestur,
áðrenn hann fór inn á
Nes. Nú kemur hann so
»heimaftur«.
At Jónsvein Bech ikki
kemur suður fyrr enn ein
mánaða eftir, at Petur
Martin Rasmussen er
farin, kemst av, at hann
skal hava konfirmatión í
Nes Prestagjaldi í oktob-
er.
Eisini í Vági skal
nýggjur prestur setast.
Erland Beder, sum hevur
virkað sum avloysara-
prestur í Vági í umleið
eitt ár, gevst allahalg-
unadag.
Starvið er lýst leyst,
og umsóknarfreistin er
úti nú um mánaðarskift-
ið. Enn er eingin um-
sókn komin, sigur Hans
Jacob Joensen, biskupur.
Men hann hevur tó tosað
við einar tríggjar prestar,
sum hava spurt seg fyri,
sigur hann.
Tá Jónsvein Bech fer
av Nesi, verður tað
starvið eisini leyst at
søkja. Enn er ikki lýst,
sigur biskupur, men
væntar hann, at tað verð-
ur fyrsta dagin.
Tað er rættiliga nógv, sum verður tikið niður og sett upp aftur í prestagarðinum í Leirum í
Hvalba
Mynd: Edvard Joensen
Prestur flytir inn í februar
Prestaskifti
í Suðuroy
Prestaskifti verður á Tvøroyri í heyst. Petur Martin
Rasmussen gevst, og Jónsvein Bech kemur aftur
Mynd: Edvard Joensen
Bjarti Mohr fer ikki
at halda nakra
politiska røðu, tá
hann fer at seta
ólavsøkuna. Eina
vanliga ólavsøku-
røðu, kallar hann
hana
ÓLAVSØKA
Edvard Joensen
Tað verður ein røða um
mentan, søgu og fólkið,
sum her býr, sum Bjarti
Mohr fer at halda, tá hann
fer at seta ólavøskuna í ár.
Bjarti Mohr sigur við
Sosialin, at hann er ikki
rættiliga liðugur við røðuna
enn. Men politikkur verður
als ikki blandaður uppí,
sigur hann.
Hann
ætlar
at
gera
hampiliga skjótt av. Tað er
sjálvdan, at fólk tíma at
lurta eftir longum røðum,
og verður veðrið vánaligt,
sum veðurmenninir hesa-
ferð hótta við, er skilagott
at gera skjótt av, sigur
Bjarti Mohr.
Bjarti Mohr sigur, at
hann hevur onga grundgev-
ing fingið fyri, hví hann er
biðin um at halda setanar-
røðuna. Og tað kann eisini
vera tað sama. Men hann
tekur tað sum eina sera
stóra æru at sleppa at seta
ólavsøkuna, sigur hann.
Annars ætlar Bjarti Mohr
sær at halda eina heilt
vanliga ólavsøku. Sum
hann plagar, og sum so
mong onnur fólk gera.
Kappróðurin fer hann at
síggja. So er tað steypa-
finalan í Gundadali. Og
sum trúgvur B36’ari er
eingin ivi um hvørjum
hildið verður við. Og til
eydnuhjólið í KFUM verð-
ur farið hvørt einasta ár,
sigur Bjarti Mohr, sum
samstundis nevnir, at hann
framvegis kennir seg líka-
sum eitt sindur heima í
KFUM, síðan hann sum
smádrongur plagdi at koma
til dreingjafundirnar hjá
Álvheygg.
Bjarti Mohr
Ein røða um land og fólk
Fíggjarmálastýrið
ætlar at broyta inn-
krevjingina av
pengum til Barsils-
skipanina, so arbeiðs-
gevarar fáa longri
freist at gjalda og ikki
verða kravdir eftir
teimum minstu
upphæddunum
INNKREVJING
Eyðun Klakstein
Innkrevjingin av pengunum
til nýggju Barsilsskipanina
verður eftir øllum at døma
broytt, so sleppast kann
undan støðum, sum rætti-
liga eru falnir arbeiðsgev-
arum fyri bróstið.
Í gjár greiddi Sosialurin
frá einum dømi, har ein
arbeiðsgevari varð kravdur
eftir
einari
krónu
til
Barsilsskipanina,
men
skuldi gjalda 100 krónur í
avgreiðslugjaldi,
so
at
samlaða rokningin gjørdist
101 krónu.
– Fíggjarmálastýrið ætlar
at gera eitt bagatellmark,
soleiðis sum tað verður
brúkt í sambandi við aðrar
skattir og avgjøld. Hetta
ger, at vit ikki fara at krevja
arbeiðsgevarar eftir upp-
hæddum, sum tað ikki loy-
sir seg at krevja inn, sigur
Petur Alberg Lamhauge,
sum er aðalstjóri í Fíggjar-
málastýrinum.
Leingja freistina
Við hesum sipar aðalstjórin
til, at tað er eingin orsøk at
krevja arbeiðsgevarar eftir
einari krónu, soleiðis sum
dømi í Sosialinum í gjár
vísti.
– So smáar upphæddir
loysir tað seg ikki at fara
eftir, og tað bara irriterar
fólk. Orsøkin til at hetta
sokallaða
bagatelmarkið
ikki er við í skipanina, er tí
skipanin varð gjørd í
skundi. Men ætlanin er at
broyta hana, sigur Petur
Alberg Lamhauge.
Hann heldur ikki, at
innkrevjingin er ódámlig.
Hinvegin vísir hann á, at
innkrevjingin er grundað á
eina lóg, sum Vinnu-
málastýrið hevur gjørt.
– Vit hava enntá linkað
treytirnar hjá arbeiðsgevar-
unum í okkara kunngerð,
so teir fingu valmøguleikan
millum at gjalda pengarnar
til Barsilsskipanina beinan-
vegin ella at fáa rokning,
sigur Petur Alberg Lam-
hauge.
– Arbeiðsgevarar fáa við
hesum kreditt, og teir hava
síðani sjey dagar at gjalda
rokningina í. Hendan freist
er tó heldur stutt, og lands-
stýrismaðurin umhugsar at
leingja hana.
Summir gjalda ikki
Aðalstjórin í Fíggjarmála-
stýrinum sigur, at av-
greiðslugjaldið í Barsils-
skipanini, sum er 100 krón-
ur fyri hvørja rokning, er
sett til eina upphædd, sum
svarar til veruliga kostn-
aðin av at krevja pengarnar
inn.
– Okkara royndir í inn-
krevjingini vísa, at ein
triðingur av arbeiðsgevar-
unum rindar ikki pengarnar
beinanvegin, og tí má eitt
slíkt gjald leggjast afturat,
tí tað kostar at umsita
innkrevjingina, sigur Petur
Alberg Lamhauge.
Hann heldur, at allir ar-
beiðsgevarar rindaðu rokn-
ingarnar til tíðina, so var
eingin orsøk at hava eitt
høgt avgreiðslugjald.
Eftir sjúk-
um frak-
lendingi
Mánakvøldið
flutti
nýggja bjargingartyrlan
hjá
Atlantsflogi
ein
mann av fronskum trol-
ara á Landssjúkrahúsið.
Tað var um hálvgum
sjey tíðina mánakvøld-
ið, at MRCC Tórshavn
boðaði frá, at franska
skipið Albert Granet
hevði hjálp fyri neyðini.
Hóast sýnið var vána-
ligt, fór trylan hjá At-
lantsflog avstað, og tað
tók 41 minuttir at flúgva
út til Alberg Granet.
Bjargingarmaður varð
loraður niður á dekkið á
skipinum, og síðani tók
tyrlan bæði sjúklingin
og
bjargingarmannin
upp. Tað gingu 14
minuttir frá tí, at tyrlan
kom á staðið, til hon
hevði fingið sjúklingin
umborð.
Franski
sjómaðurin
varð fluttar á Lands-
sjúkrahúsið, og hann
hevur tað gott.
Føroyska bjargingar-
tyrlan, sum kom til
landið flaggdagin, hevur
verið boðsend 10 ferðir í
sambandi við bjarging
ella sjúkraflutning.
ek
Innkrevjingin verður broytt
– Tað loysir seg ikki at krevja
smáar upphæddir inn, og tað
bara irriterar fólk, sigur
Petur Alberg Lamhauge
C
M
Y
K
5
4