Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juli 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 142 - 27. juli 2001 Nr. 142 - 27. juli 2001 7 Í nýggjari norskari bók verður føroyskur flogskipari settur í samband við morðroyndina móti bókaútgevaranum, sum gav bókina »Satans ørindi« hjá Salmam Rushdie út á norskum. Føroyski flogskiparin vísir aftur skuldseting- unum, og løgreglan hevur higartil eingi prógv funnið fyri pástandinum MORÐROYND Jógvan Hugo Gardar, Oslo Norski rithøvundurin og tíðindamaðurin Odd Isung- set skrivar í bók síni at føroyski flogskiparin, Kaj Egholm, kann hava flogið bæði Salman Rushdie og teir sum 11. oktober 1993 royndu at drepa William Nygaard, norska útgevaran, sum gav út »Satans ørindi« á norskum. Hvat gjørdi føroyski flog- skiparin á Fornebu-flog- vøllinum í Oslo tann 11. oktober 1993? Og hví lendi hann á sama flogvølli fýra samdøgur frammanundan? Føroyski flogskiparin lendi fleiri ferðir í 1993 á norskum flogvøllum. Logg- bókin vísir at hann var á Fornebu sama dag, sum William Nygaard bleiv skotin, eins og at hann var á Fornebu fýra samdøgur frammanundan. Rossahandil Persónurin, sum hevur vavt Kaj Egholm inn í dráps- royndina á Nygaard, er pengainnkrevjarin, Hassan Sombol. Sombol fekk lov- að linari revsing, um hann kom við teimum upplýsing- unum, hann hevði um Nygaard-drápsroyndina. Sambært Hassan Som- bol, fór fyrstiskrivarin við iransku sendistovuna í Oslo, Mohammad Nikk- hah, ikki úr Oslo, sum tað annars stendur í yvirlitinum hjá flogfelagnum, sum hann hevði ferðaseðil við. Sendimaðurin skal hava syrgt fyri, at tað sá út, sum um hann var farin til Iran tann 7. oktober. Sambært Sombol, hevði Nikkhah ferðaseðil við flogfari til Teheran. Hann skuldi millumlenda í Kast- rup. Meðan ein annar persónur helt fram ferðina til Teheran við passinum hjá Nikkhah, setti Nikkhah seg í eitt lítið flogfar, sum hevði kós aftur móti Noreg. Á hendan hátt kom hann sær aftur til sendistovuna á Drammensvegnum í Oslo, samstundis sum sjónlig spor í yvirlitinum hjá flog- felagnum vísa, at hann helt leiðina fram til Teheran. Í bókini metir Isungset, at eftirlitið á Fornebu og Kastrup er so vánaligt, at hetta skiftið hevur verið møguligt. Nøkur svar eru at finna í dagbókunum fyri sivila flogferðslu. Sambært hesum dagbókum, vóru fleiri flogfø,r sum høvdu túrar millum Danmark og Noreg, bæði tann 7. oktob- er og tann 11. oktober. Tað sum Isungset serliga hevur lagt til merkis, er Muk Air OY FCC, sum fór frá Kastrup hósdagin 7. oktober kl. 19.39 og lendi á General Aviatioan (GA)- terminalinum á Fornebu 50 minuttir seinni. Eftir at hava staðið á Fornebu í ein tíma, setti flogfarið kósina móti Aar- hus, ikki Keypmannahavn. Flogskipari á túrinum var Tore Landing, sonur eigarin av flogfarinum, og við hansara lið sat Kaj Egholm. Løgreglan hevur eisini havt serligan áhuga í flogfarin- um hjá Muk Air, uttan tó at finna prógv, sum kunnu knýta Muk Air til dráps- royndina. Aftur til Fornebu Fýra samdøgur seinni er enn eitt flogfar hjá Muk Air skrásett í dagbókini á Fornebu. Aftur hesaferð situr Kaj Egholm í stýr- húsinum. Hesferð hevur hann ein annan hjálpar- mann við. Flogfarið lendir á Fornebu kl. 11.23 og setir kós móti Kastrup umleið ein tíma seinni. Men ferðin til Fornebu var ikki tann vanliga. Flogfarið kom úr Kristiansund, har tað hevði verið í næstan fýra tímar. Flogfarið var árla á morgni komið úr Cardiff. Sambært upplýsningunum, sum Kristiansund Lufthavn hevur, lendi flogfarið kl. 06.48. Odd Isungset skrivar í bók síni, at tað ikki er nakað sum sigur, at flog- farið ikki kann hava havt ein iranskan diplomat við úr Keypmannahavn tann 7. oktober, og ein persón við úr Oslo tann 11. oktober. Møguleikin er, at hetta eisini kann vera sami persónur, sum er flogin inn til Noregs og útaftur – uttan um eftirlitið á hesum vall- unum. Tað er møguligt hjá ferðafólki, sum er í altjóða fráfaringarhøllini í Kast- rup, at fara við einum privatum flogfarið, uttan at tað verður skrásett nakra- staðni. Sendistovan kann eisni hava framleitt tvey pass, fyri at tveir persónar lættliga kundu skifta sam- leika í fráfaringarhøllini. Samstundis var tað møguligt at lenda á Forne- bu og taka ein bil haðani, uttan at nakar kannaði, hvør kom við flogfarinum. Tey, sum vanliga brúktu terminalin fyri privatflog- før, ella GA-terminalin, vóru sum oftast umboð fyri verjuna, handilsfólk og smærri flogfeløg, sum flugu innanlands. Tá flog- før komu uttan úr heimi, fingu toll- og passmyndug- leikarnir boð um hetta. Flogførini blivu bert kann- að, um toll- ella pass- myndugleikarnir mettu at tað vera neyðugt. Komu flogførini úr einum øðrum norðurlandi, vórðu tey sjáldan kannað. Persónur ella vápn Tað, sum Isungset ikki fær heilt til at passa inn í sam- anhangin, er, hví flogfarið ikki kom til Fornebu fyrr- enn tríggjar tímar aftaná drápsroyndina. Um flog- farið skuldi brúkast til at fáa tann, sum skeyt skotini, út úr landinum, so eru tríggir tímar long tíð. Luft- havnirnar kundu longu verið stongdar tá. Men møguleikin er, at teir báðir flogskipararnir ikki settu kós móti Fornebu, fyrr enn boð komu úr Oslo. Tað kann rætt og slætt í seinastu løtu vera hent okkurt, sum gjørdi at ætlanin varð broytt. Sambært Isungset, kann tann, sum royndi at drepa William Nygaard, í seinastu løtu hava valt at flýggja ein annan veg enn um Fornebu. Men han vísir eisini á, at tað er møguligt, at bert skotvápnið, ella partar av tí, bleiv flutt um Fornebu við flogfari. Tað kann hava verið sent til Oslo tann 7. oktober. Hetta vóru minst fýra dagar áðrenn Nygaard skuldi drepast, og møgu- leikin fyri at royndarskjóta vápnið vóru góðir. Um so var, at bert skot- vápnið ella partar av tí skuldu sendast av landinum aftur, so kundi hetta leggj- ast í ein vanligan jet-pack. Hesir pakkar vórðu sjáldan kannaðir. Hetta var nakað, sum tann føroyski flogskip- ari var vitandi um. Hann fleyg fleiri hundrað kilo av hasj yvir Skagerak og visti væl, hvussu norsku og donsku lufthavnirnar ar- beiddu. Og hvussu góðs kundi fáast inn í Noreg uttan um tollvaldið. Tey, sum løgdu ætlanina um at drepa William Ny- gaard, vóru vitandi um, at hann hetta vikuskiftið var á stóru bókastevnuni í Frank- furt. Á hesi stevnu hevur hann luttikið á hvørjum ári síðani fyrst í sjeytiárunum. Einasta broytingin í 1993 var, at hann kom aftur til Oslo leygardagin og ikki mánamorgunin, sum hann vanliga ger. Møguliga bleiv drápsroyndin framskundað, tá tað vísti seg, at Nygaard kom heim aftur fyrr enn ætlað. Ætlanin hevur í øllum førum verið at drepa Nygaard mánadagin. Føroyskur flogskipari settur í samband við altjóða yvirgang Kaj Egholm sigur seg onki hava við drápsroyndina móti norska útgevaranum av »Satans ørindum« at gera Savnsmynd MORÐROYND Jógvan Hugo Gardar, Oslo Føroyski flogskiparin, Kaj Egholm, verður í norskari bók settur í samband við eina drápsroynd móti norska útgevaranum av bókini Sataniske Vers hjá rithøvundanum Salman Rushdie. Um rithøvundurin og tíðindamaðurin, Odd Isungset, hevur rætt í sínum granskingararbeiði, kann Kaj Egholm hava flogið bæði Salman Rushdie og tann, sum royndi at myrða útgevaran hjá Rushdie í Noregi, William Nygaard. Líka síðani ein ókendur persónur royndi at taka William Nygaard av døgum í oktober 1993, hevur Isungset savnað saman bitar fyri at finna út av, hvat hendi, og hvør stóð aftanfyri. Hann hevur fram- leitt faktasendingar sum eru sendar í norskum sjónvarpi, og fyri stuttum gav hann út bókina ”Atten- tatet”, sum er ein roynd at lýsa Nygaard-málið so væl sum møguligt. Søgan byrjar mánamorg- unin 11. Oktober 1993. William Nygaard, sum er stjóri í forlagnum Asche- houg, er á veg til arbeiðis. Hann fer út úr húsinum hjá sær í Dagaliveien í Oslo. Hetta er ein av býarpartur í Oslo, har nógv múgvandi búgva, og vanliga er tað friðarligt her. Nygaard skal seta seg í sín grøna Citroen, tá hann varnast, at vinstra framhjól er punkterað. Hann hevur ringa tíð og vil ikki skifta hjólið sjálvur. Hann fer yvir um bilin. Telefonnummarið til hjálp- arfelagið Falken sum kann koma at skifta hjólið, liggur í fremru hurð. Ætlan hans- ara er at ringja til Falken, meðan hann bíðar eftir hýruvogninum. Tá hann so tekur fartelefonina og skal ringja til eftir hýruvogn- inum, kennir hann eina øgiliga pínu. Tá hann eina løtu seinni er komin á sjúkrahúsið, finna læknarnir út av, at hann ikki hevur fingið ravmagnsstoyt, ið Nygaard sjálvur helt seg hava fingið, men í staðin finna lækn- arnir trý skothol í kropp- inum á Nygaard. Løgreglan mistið nógva tíð. Bæði tí hon ikki fekk boð um skotini beinanveg, og tí tann stóra søgan á politigarðinum hendan morgunin var ein norsk kvinna, sum hevði ákært níggju afrikanarar fyri neyðtøku. Grovasta neyð- tøku mál, sum Noreg hevði sæð, søgdu talsfólkini hjá løgregluni. Hetta mál hvarv í mjørkanum. Eingin av monnunum vað ákærdur, og kvinnan viðgekk, at teir ikki høvdu noytt hana. Meðan leiðslan situr og tosar um neyðtøkumálið, koma boð um, at William Nygaard var skotin. Boðini komu klokkan 09.25. Ein knappan tíma eftir at tey trý skotini raktu William Nygaard. Norska løgreglan veit enn ikki, hvør royndi at drepa William Nygaard. Sjálvur er Nygaard ikki í iva um, at drápsroyndin varð bíløgd úr Iran. William Nygaard bleiv hóttur eftir lívinum, tá hann sum stjóri í forlagnum Aschehoug gav út Satans Ørindi hjá Salman Rushdie. Andaligi leiðarin í Iran, ayatollah Khomeini, kom við eini ”fatwa” í 1989. Hendan gevur øllum rættt- rúgvandi muslimum boð um at drepa rithøvundan, umsetararnar og útgevar- arnar av hesi bók. Fleyg føroyskan fiskimann Hvørki tann førøyski flog- skiparin ella teir báðir donsku, sum vóru við á hesum túrunum, hava við- gingið, at teir hava flutt nakran persón ella pakka, sum kann setast í samband iransku sendistovuna í Oslo. Bæði tíðindafólk og løgreglan hava fregnast hjá hesum trimum flogskipar- unum, uttan at fáa nakrar upplýsningar, sum kunnu knýtast til drápsroyndina. Serliga var føroyski flogskiparin lítið sinnaður at siga nakað. Hann segði, at hann als einki kendi til, at hann skal hava havt nakað samband við iranar, sum búgva í Noregi. Hann skal hava sagt, at tann persónurin, sum var við í flogfarinum úr Kastrup tann 7. oktober, var ein føroyskur sjómaður. Or- søkin til, at flogfarið fór úr Noregi til Aarhus og ikki Kastrup hendan dagin, skal hava verið mjørki í Keyp- mannahavn. Sambært føroyska flog- skiparanum, skal rutan hendan dagin, drápsroynd- in varð framd, vera knýtt til oljuvinnuna. Flogfarið skal sunnudagin 10. oktober hava flogið úr Kastrup til Amsterdam og víðari til Cardiff. Mánamorgunin skal flogfarið hava tikið við sær ein eykalut til eina fyritøku í oljuvinnuni. Eykaluturin skuldi flúgvast til Kristiansund. Hesa bí- legging hevur oljufyritøkan váttað. Hjálparflogskiparin hevur sagt, at hann minnist tann langa steðgin í Krist- iansund, men at hann ikki minnist, hví teir millum- lendu á Fornebu. Norska løgreglan hevur kannað túrarnar hjá Muk Air, men hevur ikki kunna sett flogtúrarnar beinleiðis í samband við drápsroynd- ina. Fleyg við Rushdie Stutt eftir drápsroyndina bleiv føroyski flogskiparin handtikin fyri at hava brúkt sítt lítla flogfar til at smugla hasj til Noregs. Ein av seinastu uppgávunum, hann fekk, áðrenn løgrelan tók hann, var at flúgva fyri norsku stjórnina. Í sam- band við sokallaðu Oslo- samráðingarnar um frið í Miðeystri var brúk fyri at flyta teir ymsu persónarnar skjótt millum londini. Ein av hesum flogtúrunum fekk føroyski flogskiparin. Eitt av ferðafólkunum var best vardi politikkarin í Noreg hetta tíðarskeiðið, uttan- ríkisráðharrin Johan Jørgen Holst. Tá flogskiparin bleiv tikin, fann løgreglan 100 kilo av hassj krógvað um- borð á flogfarinum. Fyri hetta noyddist føroyingurin inn at sita í tvey ár og átta mánaðir. Men so skjótt hann slapp út aftur, fleyg hann aftur. Hetta var á heysti 1996. Tá hevði í longri tíð verið eitt umfatandi orðaskifti í donskum fjølmiðlum, og Nyrup-stjórnin var kroyst. Salman Rushdie hevði fingið eina innbjóðing um at koma til Danmarkar, har hann skuldi fáa eina ES- virðisløn fyri arbeiði sítt. Danska stjórnin royndi stutt undan handanini at avlýsa tiltakið. Úrslitið var eitt politiskt ódnarveður, sum bert Føroya Banka- málið kann sammetast við. Stjórnin hjá Nyrup kúvendi og lovaði, at Rushdie ikki skuldi óttast vitjanina í Keypmannahavn. Tá Salman Rushdie kom til Keypmannahavnar, var býurin fullur av løgreglu- fólkum og hermonnum, sum skuldu syrgja fyri at einki hendi rithøvund- anum. Danska stjórnin megnaði ongantíð at prógva at nøkur hóttan móti Rushdie var komin. Sjálvur metti Salman Rushdie, at eingin hóttan var komin. Um donsku stjórnina segði hann, at tað besta hann kundi siga um Nyrup og stjórnina var, at tey serveraðu gott te. Men hóast hesi sera um- fatandi trygdartiltøkini, var tað tann føroyski flogskip- arin júst leyslatin fyri umfatandi narkotikasmugl- ing, sum fekk til uppgávu at flúgva Salman Rushdie frá Royal Air Force- flogvøllinum í Northolt uttanfyri London og til Danmarkar. Umborð á flogfarinum skal føroyingurin og hjálp- armaðurin hava fingið autografin frá Salman Rushdie. Vápnasmugling Eingin kannaði pappírini hjá flogskiparanum. Hevði fregnartænastan gjørt tað, so høvdu teir ikki bara funnið út av, at hann hevði smuglað hassj. Í samband við eina umfatandi vápna- gølu, sum rakti Kekkia fyrst í nítiarunum kom navni hjá føroyska flog- skiparanum eisini fram. Hesa smugglingina vátt- aði føroyingurin sjálvur fyri tíðindafólkum, meðan hann sat inni. Ætlanin var at fáa 25.000 maskin- pistólir og 3000 automat- pistólir smugglaður inn til Bosnia. Føroyski flogskiparin skal hava sagt, at hann ikki vildi vera við í ætlanini, tá hann skilti at talan var um vápn. - Skuldi eg flogið hesi vápnini, skuldi eg havt so nógvar pengar fyri tað, at eg skuldi kunna sitið og slappa av á eini lítlari heitari oyggj restina av lívinum. ∆ Royndu at drepa norskan útgevara Tíðindamaðurin Odd Isungset setir Kaj Egholm í samband við drápsroyndina móti William Nygaard, sum gav »Satans ørindi« út á norskum C M Y K 7 6