fríggjadagur 18. juli 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 137 - 18. juli 2008
Stevna
Orð og myndir: Sólvit Nolsøe
Vit vórðu í Húsavík leygardagin,
har Sandoyarstevnan 2008 var hildin.
Í fínasta veðri bleiv stevnan sett kl.
14.
Setanarrøðuna
helt
Vanja
Engskær.
Fitt av fólkið var komi saman henda
leygardag, at gera sær dælt av øllum
møguligum slag av undirhaldi, ið
stevnan hevði at bjóða.
Tað var nógv at fara til, bæði til
børn,
ung
og
gomul
og
allir
aldursbólkar høvdu eisini leita sær
oman til stevnuøkið, ið var á økinum
rundanum bygdahúsið Sólarris. Eisini
bleiv sjálvvt húsið nýtt til matstovu,
har
kokkurin
Ansgar
Nolsøe
borðreiddi við góðum matið.
Ein
av
fyriskiparunum,
Kári
Sørensen, lat væl at stevnuni: „Nú er
sjálvandi ov skjótt at siga nakað, tí
endaliga úrslitið kann ikki síggjast
fyrrenn sunnukvøldið tá stevnan er av,
men higartil eru vit vælnøgd“. Kári
sigur, at tey í ár hava roynt at hava eitt
sindur øðrvísið tiltøk enn bara tey, ið
fólk eru von við. „Vit hava pony
ríðing, konsertir, ein gongutúr runt
bygdina við staðkendum manni og
eisini hava vit eina matstovu, ið
serverar góðan mat“. Kári Sørensen
segði víðari, at alt hevði gingið eftir
ætlan og væntandi fór alt at ganga
sum tey ætlaðu. „Veðri hevur tó alt at
siga tá samanum kemur“ sigur Kári
Sørensen
at
enda.
Fólk,
sum
Sosialurin tosaði við vórðu vælnøgd
við Sandoyarstevnuna, sum hevði
nógv at bjóða til øll.
Av tiltøkum, ið vórðu kunnu nevnast
úr rúgvuni, konsert við Guðrið Hans
dóttir, Hanus G. Johansen, Fríðbjørg
Jensen og Martin Jonsen. Gongutúrur í
Húsavík við Hanus undir Leitinum og
mynda og tekninga framvísing í skúl
anum, har Frída Eystberg Johannusen
og Silja Wendelboe vístu fram.
San
Vakurt er í Húsavík
Kamping í Húsavík
Alt fleiri føroyingar og ferðandi í Føroyum velja
kampinglívið, og tey fáa eisini fleiri møguleikar. Nú
hevur Húsavíkar Kommuna gjørt økið sunnan fyri
Ungmannahúsið Sólarris klárt til vitjandi við
kampingvogni. Á økinum er øll tann neyðuga útgerðin
sum streymur, vatn o.a., ið krevst til endamálið.
Kostnaðurin fyri at brúka kampingplássið í Húsavík er
100 kr. um dagin fyri vognin. Tey, sum ætla sær at
kampera í Húsavík, kunnu ringja til Honnu Sørensen tel.
361417 ella 266417.
Veiðuvirðið minkar
Hóast íslendsk skip landaðu fyri meiri pengar í apríl í ár
enn í apríl í fjør, so var veiðuvirðið fýra teir fyrstu
mánaðirnar í ár minni enn í somu mánaðum í fjør. Ein
uppgerð vísir, at frá 1. januar til 30. apríl í ár avreiddu
íslendsk fiskiskip fyri 30,6 milliardir íslendskar krónur
ímóti 32,7 milliardum krónum í sama tíðarskeiði í fjør.
Minkingin svarar til 6,5 prosent. Tølini vísa, at
avreiðingarvirðið á toski og upsa minkaði, meðan meiri
fekst fyri hýsuna.