Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juli 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 8 Nr. 137 • 18. juli 2008 Tað var ein ómetaliga kensluborin løta, tá vakra Gøtu kirkja lat upp dyrnar fyri Tróndardøgunum seinasta leygardag. Tróndur í Gøtu var nevniliga ikki bert heiðraður við stórari standmynd, hann var eisini miðdepilin í Gøtu kirkju, tá nýskrivað tónlistarverk varð framført. Kirkjan var stúgvandi full, tá Aldubáran, Eivør Pálsdóttir, Rúni Brattaberg og Eystanljóði framførdu verkið, sum bretin Gavin Bryars hevur skrivað. Ein sera stórfingin løta í hesi so serstøku kirkju í hjartanum á Gøtunum. Rógvi Laksáfoss tók hesar myndirnar fyri Sosialin. Tróndur heiðraður í Gøtu kirkju